fredag den 24. april 2015
KONTO
Eg eri fátækari enn lundi jólanátt sum heldur seg vera eina kirkjurottu. Eg eri fátækari enn ein fuglingur sum heldur seg vera svíning. Ein havnamaður sum heldur seg vera úr Mykinesi. Eri fátækari enn ein CityChurchari sum droymir um at vera ein góður Bróður. Eri fátækari enn tey sum renna aftaná mær tí eg eigi einki at koyra í teirra sparibússu so fleiri ikki drukna. Eri fátækari enn eitt beklað orðafelli á veg niðan á Sornfelli at leita eftir kríggi. Eri fátækari enn tey sum vilja hava frið bæði innan og uttan fyri sálina.
-
onsdag den 22. april 2015
AKSTUR
lastbilar
fullir av
áttatiárum
og feskum
trýssaratárum
skreiða
niðan eftir
brekkuni
har bara tey
sum eru í barndømi
skreiða omaneftir
.
tirsdag den 7. april 2015
KVØÐARIN
frumskógurin
ella himmalin
minnast ikki
kvæðini
tað gera fjøllini
og høvini heldur ikki
men tað
gjørdi hann
ið sprændi tey
í æðrarnar
hvønn einasta dag
og tá hann ikki hevði ráð til fleiri ørindi
gloppaði hann reyvarholið fyri hugfloginum
og fekk samsýning afturfyri
so hann aftur kundi spræna nakrar rímur
í sínar sáru æðrar
hann kundi fáa
tað at øra
fyri høghúsunum
í stórbýnum
tá hann treiv í eitt ørindi
um hann sjálvan sum vá á orminum
skýskravararnir
stóðu ikki tryggir aftur
fyri enn kvøðarin sjálvur
varð funnin á asfaltinum
við einum lítlum ormi bundnum um armin
og eini sproytu sum stóð trýst inn í eina æðr
hann hevði fingið ein ovurskamt av tí
sum skuldi gera hann til ein rættan mann
við tí líka so rætta samleikanum
og ikki minst
tí rætta stevinum
,
lørdag den 4. april 2015
LITRÍKIR DAGAR
So er leygardagurin ikki reyður meir. Helst verður sunnudagurin eitt sindur gulur og mánadagurin bláur og síðani koma allir teir svørtu dagarnir aftur.
Gleðiligar páskir!
.
Gleðiligar páskir!
.
fredag den 20. marts 2015
torsdag den 12. marts 2015
GRÓÐRARÓÐUR
Tungur er tigandi gróður, søgdu tær gomlu, men tær søgdu so nógv tær gomlu, tá tær fóru út í urtagarðin at staðfesta tað tær hugsaðu, meðan teir gomlu vóru á útróðri og hugsaðu, at tungur er tigandi róður, ja, teir søgdu so nógv teir gomlu, innantanna.
-
torsdag den 5. marts 2015
TRÆÐRIR
tráðurin
rundan um
steikina
er áhugaverdari
at kjakast um
enn tráðurin
gjøgnum hana
tá bókmentirnar
verða ov seigar
at tyggja
-
Abonner på:
Opslag (Atom)