fredag den 3. januar 2014
HARUR OG VIKA
fimmtúsund og fýrahundrað harulystmorð eru framd í føroyskum haga henda harulystmorðsveturin og sjónvarpið vísir harulystmordara - í cowboyhatti og tasku at koyra ofrini í - lystmyrða hetta fitta dýr
sum er nógv fittari enn ketta sum drepur okkara fuglar og øll elska tað men fyrst og fremst konufólk tað tykist sum konufólk hava ein vissan tokka til rovdýr tað sæst eisini av øllum uppstandilsinum tá eitt av okkara frægu skaldum druknaði nakrar nýføddar kettlingar. harragud vilja tey hava alt at stinka av kettu? eg havi sjálvur tveitt duramottu mína í skrell tí at kettan hjá undirbúgvanum heldur tað vera so stuttligt at skíta á hana, men rovdýraánarar eru so skít býttir at teir síggja ikki at hetta er nakað problem, teir halda bara kettur eru so fittar og mjúkar og børnini elska tær og brúka tær sum leikutoy og tey stinka øll av kettu og tað luktar álvaratos ikki væl. her sum eg búgvi í skóginum er eingin smáfuglur longur orsakað av hesum oreina dýri, íkorn halda seg eisini burtur, men hesir góðdýrutu kettuánarar halda áfram at kela og kína hetta ódýr og lata tað eta av sama telerki sum ánarin, gongur uppi á køksborðinum og dregur allar sjúkur við sær upp í seingina hjá henni og honum sum eiga hetta falska og smikruta dýr
suðri í vági ganga tey kyndlagongu á nýggjárinum so eg helt fyrst at tað var klu klux klan men synd at hasin báturin skuldi fara upp í royk men hann var helst kavrotin ella hevur eigarin fingið sær ein av hesum ljótu glastrevjabátunum sum skemma hvørja einastu bátahavn í landinum?
og sum tað er synd eisini í róðralivari at hann ikki verður roknaður sum ítróttarhetja bara tí hann hevur róð úti á havinum. álvaratos er tað so fínt at vera ítróttarfólk? eg havi altíð hildið tað vera stóra skomm at spæla við bóltar og renna og rógva bara fyri at fáa onkra medalju, hvat høvdu okkara forfedrar sagt sum settu búgv á okkara sparlaoyggjum? teir róðu eisini allan vegin til oyggjarnar og summir komu kanska ongantíð fram. men ítróttarmenn? nei. alt ov trivielt. tað tykist sum at meiri og meiri fólk trena og venja og øva sær kroppin tess býttari gerst vit og skil. tann andaliga armóðin er væl ballað inn í ítróttarinnar følsku og vøddaljótu mýtur
onsdag den 1. januar 2014
NÝGGJÁR
hann setur
eld á bilin
so tað sær út
sum á filmi
síðani
festir hann í
seg sjálvan
tí lívið
skal eisini
lýsast
+
ELLA
í dag minnist eg einki. alt er gloymt. fari upp í royk gamlaárskvøld. men eg havi ikki brent góðar plattar sum summi gera í oyðslukommuni tórshavn.
ella:
minnist eg nakað frá í fjør? hvat sigur føroysk rættstaving? ella ellistvørbøllini í hinum bólkinum?
ella:
tað var okkurt við eini virðisløn. í klaksvík. klaustrofobi. jú har var eitt ella annað. húsið. saltfiskur. mær dámar ikki at lúgva, men eg hevði ikki hug at særa klaksvíkingar, tí innast inni eru teir fitt fólk, tá teir spurdu meg um, hvat eg helt um at hava slíkt tiltak í hesum húsinum, sum teir eftir øllum brosum at døma vóru sera stoltir av. eg leyg og segði at tað var frálíkt. men eg meinti tað øvuta. tað var ræðuligt. og húsið fekk meg eisini at lúgva, at eg ikki orkaði at halda røðu, tí eg var so rørdur. eg var ikki rørdur men forbannað móður og ringur av klaustrofobi og nakað so ólukksáliga heitur í hasum lága hølinum, har mann ikki so frægt fekk serverað so mikið sum eina pissøl. men kaffi og tevatn og fucking smyrjibreyð. og aftaná handanina kom kaka á borðið eisini. pínadoyð sum tað var deiligt at stevna aftur ímóti høvuðstaðnum við sínum bjórum og flógva cognakki.
men pengar fekk eg ongar fyrr enn fleiri vikur seinni og tað sigur nóg so nógv um føroyskan stíl. ella rættari: vantandi stíl. tevatn, smyrjibreyð og kakur undir lágari lon í klaksvík og ikki eina krónu.
tað fyrsta eg gjørdi tá pengarnir vóru komnir inn á kontuna, var at fara oman til brillusmiðin við mínum svørtu brillum sum manglaðu eina brillustong. og so fekk eg eisini sett nýggj gløs í tær gomlu japonsku frá 95 so eg kundi síggja normalt aftur. og bílegði luxusútgávuna av velvet underground & nico sum er sum ein stór bók við fimm fløgum í og annars lógu nógvar rokningar og bíðaðu og eg keypti nýggjar cowboybuksur og fleiri nýggjar skóghøggaraskjúrtur í ymsum litum og fleiri tjúkkar tupur av oljumáling somuleiðis við ymsum litum og uppspent lørift í hópatali og eitt borðstaffeli at hava heima og nú eri eg akkurát líka fátækur sum tá eg fór til klaksvíkar undir ta lágu lonina at drekka tevatn ella var tað kaffi og fucking smyrjibreyð men eg minnist ikki um eg át nakra kaku. kanska gjørdi eg tað, tí viðhvørt má eisini eg hykla við breiðum følskum brosi saman við øllum hinum hyklarunum við minst líka so breiðum følskum brosum. so helst havi eisini eg etið kaku og vil við hesum seta mær sjálvum bann í nýggja árinum at eta so mikið sum ein kakumola, tí annars verði eg bara mintur á, tá eg á sinni hyklaði í klaksvík.
nakað aftaná bleiv eg so álopin av eini korrektari snurpufisu sum penslaði meg við lygnum á bloggi sínum og eg svínaði afturímóti á bloggi mínum við tí úrsliti, at ein rosinoygdur dólgur á dimmalætting setti meg á forsíðu blaðsins, har tað stóð, at tað var eg sum hevði lopið á. tað skuldi hann aldrin havt gjørt, tí slík svávulstinkandi forbannilsir sendi eg eftir dimmalætting, at hon nakrar mánaðir seinni fór á húsagang.
ella:
lesarin kann orða sína egnu versión.
+
tirsdag den 31. december 2013
300
Eg veit líka lítið um farandi árið sum um tað komandi. Hvør morgun er næstan líka nýggjur sum í gjár og eitt ár er bara so og so nógvir dagar. Men hetta er bloggur nummar 300 og vegna hann fái eg mær á midnátt kransukøku og rom úr Flensborg.
mandag den 30. december 2013
PROPPKONGURIN
Nei tit, ikki eri eg nakar poppkongur. Røddin er eingin og eg syngi ikki smágentuligar naivar sangir við kventasligari boybandarødd. So vil eg heldur vera proppkongur Føroya, tí fáur man hava trekt so nógvar fløskur upp sum eg. Og áðrenn nýggjárpropparnar fúka upp í loft vil eg rópa eitt hundraðfalt hurrá fyri proppinum, og ikki poppinum, sum skuldi fingið ein propp settan í seg. Gott proppár øll somul!
-
søndag den 22. december 2013
LÍTIÐ JÓLALJÓÐ
eg eri eitt jesusbílæt
men eg eri ikki jesus
eg eri ein fullur posi
av tómum ølfløskum
sum eg ikki havi drukkið
men eg havi pissað tær út aftur
eg eri ikki heilagi andin
men mær dámar væl hvítleyk
eg eri ein fleskasteik við veingjum
ein dunna sum smakkar av gás
sum lendir í eini krubbu
har hon verður reivað í reyðkál
eg eri eitt sítt listamannaskegg
og eg ræðist ræsta súpan
eg eri ein várrulla
sum heldur seg vera eina ginu
eg eri jomfrú
men eg eri ikki maria moy
eg eri ikki eitt jólatræ
men eg eri gávan eingin vil hava
fyrr enn eg sjálvur
vil hava hana
*
HIPP HIPP
Øllum tykkum sum so trúføst keypa mínar bøkur ynski eg eini gleðilig jól. Tit sum fara at keypa mínar bøkur í jólagávu ynski eg eitt gott nýggjár. Tit sum lesa mín blogg ynski eg góðar páskir. Øll onnur ynski eg eina góða Vestanstevnu.
Abonner på:
Opslag (Atom)