nú royndu vit
á øðrum leiðum
øll onnur royndu
á somu leið
hóast tey einki fingu
kendu tey seg heima
á hesi trároyndu
leið og kendu á sær
at fóru tey aðrar leiðir
so sviku tey gamlar siðir
og at tað fór at hevna seg
tá fiskurin kom aftur
og kom hann ikki aftur
góvu tey frøðingunum skyldina
og tá kundu tey gremja seg
um væntandi almennan stuðul
og caffelatte drekkandi
stakitpissarar suðuri í havn
sum spældu listafólk
fyri pengar hjá skattaborgarum
ið ikki pissaðu á stakitt
men á ekta elektriskt hegn
so teir merktu næstan somu líðing
sum teir ið noyddust at míga á sjógv