LOYSING
Hann fór oman í fjøruna at loysa sær buksurnar. Men buksurnar vildu ikki loysast. So kukkaði hann í tær, og tá bønaði og bóðu buksurnar hann um at vera loystar. Tá vildi hann ikki. Kortanei.
*
nú royndu vit
á øðrum leiðum
øll onnur royndu
á somu leið
hóast tey einki fingu
kendu tey seg heima
á hesi trároyndu
leið og kendu á sær
at fóru tey aðrar leiðir
so sviku tey gamlar siðir
og at tað fór at hevna seg
tá fiskurin kom aftur
og kom hann ikki aftur
góvu tey frøðingunum skyldina
og tá kundu tey gremja seg
um væntandi almennan stuðul
og caffelatte drekkandi
stakitpissarar suðuri í havn
sum spældu listafólk
fyri pengar hjá skattaborgarum
ið ikki pissaðu á stakitt
men á ekta elektriskt hegn
so teir merktu næstan somu líðing
sum teir ið noyddust at míga á sjógv
"Eg havi ikki kukkað í dag" verður týtt til "Jeg har ikke tjekket i dag" på google translate
So skrivi eg: "At kukka er tað sama sum at skíta" og google týðir "At lave mad er det samme som at lorte"
"Dámar tær ræstan fisk?" spyrji eg og fái svar á svenskum "Gillar du påbörjad fisk?"
Og "Google dugir illa at týða úr føroyskum" verður "Google er ikke god til at oversætte fra engelsk" og tá eg týði til enskt verður "føroyskum" til "English" og til íslendskt "ensku".
*
tú sum ikki sæst í mínum ljósi
liggur í einum vetri og tigur
heldur um eina følnaða rósu
tá tú umsíðir reisir teg og sigur
at alt tað tú sær er ikki bara myrkur
tað tú følir er ikki bara kuldi
vilji hugans er altíð góður styrkur
tá eg vermi meg við eini huldu
sum kemur úr einum øðrum heimi
har loyndirnar eru hitakeldur
eg merki tað tá eg aftur sveimi
gjøgnum glærar lygnir og aftur sanni
at hjartað er bert ein lítil eldur
sum tá eg á fyrsta sinni fann teg
*