mandag den 31. december 2012

NÝGGJÁRSREYP

Eitt kunnu vit so reypa okkum av, at heimsins býttasti maður er Føroya løgmaður.

lørdag den 29. december 2012

FØÐINGADAGSINNBJÓÐING

Í sambandi við, at tað er 1 ár síðani at bloggoddur kom í henda heim, verða tygum við maka boðin at lesa allan bloggin frá byrjan til enda.

Bloggoddur hevur hesa tíðina havt 13156 vitjanir og í honum eru 188 íkøst (tá er hetta íkastið ikki íroknað). Og tað eru fólk úr øllum heimsins heraðshornum ið vitja bloggodd.

Tað hevði glett bloggoddi at sæð tygum/tykkum í dag.

fredag den 28. december 2012

MINNINGARORÐ AV HIMNUM




fyrst varð lakkið á mær skøvað

og so varð onnur forhurðin buklað

og síðani vórðu bæði síðuspeglini brotin av mær

so eg ikki kundi bakkast fyrimyndarliga

og so vórðu setrini skrødd úr mær

og kukkað varð á mín dúrk

áðrenn dekkini vórðu skorin upp

men tá motorurin varð tikin úr mær

fór mín pínda sál til himmals

og har eri eg enn

heima hjá Faðirinum

sum nú hevur gjørt meg til eitt heilagt akfar

og Hann hevur blást sín heilaga anda í motorin

so eg kann koyra í ævir allar

og eingin annarnýtist at koyra meg

tí tað geri eg sjálvur

við sálmaljómandi bremsum

og tá eg spidi meg upp

kemur eingin dálkandi roykur úr útstoytinum

men hørputónar og einglasongur 

og bert Hann veit

hvør ið oyðilegði meg á foldum

og hvørja revsing tann skal fáa

fyri slíkt hjartaloysi

og at onga virðing hava

fyri okkum ævinligu









.

ROYKRINGAR



eg vil fegin vita

hvat er vorðið av

mínum roykringum

øllum teimum

fleiri túsund

eg skapti

tá eg roykti



eg leggi einki í

eina vísindaliga

frágreiðing

men eina

andaliga



roykringar

eru skaptir

av anda

og ikki vísind



eg trúgvi ikki

at guð

hevur andað teir í seg

so teir eru vorðnir andar

tí guð andar ikki

men er andi

og helst tann einasti

sum aldrin hevur roykt









.

torsdag den 27. december 2012

GLOTTI




skeri

í tað bláa

myrkrið

so eg veit

at ljósið

er til

tá tað dryppar

niður í

einkisins

svongu

pøs

vit nevna

lívið







.

onsdag den 26. december 2012

BÓKAHANDILSNEYT

Tá eg søki á heimasíðunum hjá gl Bókahandli ella Rit&rák eftir bók míni Heimvitisferðin er hon ikki at finna hjá teimum. Tá eg leiti eftir øðrum bókum sum eisini eru komnar út til jóla, so eru tær at finna. Samansvørjing? Ella er hon ikki nóg pen..

LONGSIL




súgvirør

í alskyns

litum

leingjast

eftir eini

politiskari

avgerð







.

MORGUN




krússið

sum kom

við

páskaregginum

vakti meg

í morgun

klokkan 08.41

við eini áminning

um

at eg var føddur

á eini skeivari

gongustjørnu








.

NÝGGJÁR




brennistøðin

svølgir

pengarnar

sum

tey svongu

ikki orkaðu

at eta

tí tey tóku

synd

í teimum mettu

og hundum teirra




.

KØKUKISTUR




elski

at síggja

blandimaskinur

fylla

hjólbørurnar

við sukurfríum

deiggi

so vit øll kunnu

fáa

fjálg og heilsugóð

hús

at lúgva í



.

BELJ OG BELJAN




bóndin

togar

ein kálv

fyri

og annan

eftir úr

kúnni

og sigur

at hetta

er føroya

løgting






:

LÍV



trívist

best

í

spøkilsisbýum

har  gamlar

grammofonir

skøva

veruleikan

og

turrar kettur

og

vaskibrettir

hanga

á trøunum

sum

óynsktir

dreymar





.

HEILAGT



tvøgan

finnur

ikki sjálv

krókarnar

men



finnur

frelsuna

í

tvøguni











.

ÆVINLEIKIN

í

ruggustólinum

situr

ævinleikin

og gapar

um friðleysa

flugu









.

tirsdag den 25. december 2012

HRSNT

Veit kortini ikki hvat eg skal siga. Eri so troyttur av hesi tíðini. Her er so forbiðið myrkt. Suðandi oyru gvagga sítt mettilsi. Was  ist los? Die Hosen ist los. Pseudelischen Sauerkrat tín fratøri menschhundur.

Mær ódámar jólini.

Glíði í ógleði.

Havi keypt ov nógv partabrøv í lívsmøðini.

Eingin vil keypa.

Í morgin er aftur einki.

GOGG

Útluftingarhugað hanagleiv eggjar hønunum at gifta seg and dont´t ask me why.

mandag den 24. december 2012

TEY KRISTNU

Tey kristnu. Tað eru tey ríku. Tey sum eiga hús og bilar og bátar. Skip og stórar kvotur. Tey fátøku kunnu ikki vera kristin. Tey kristnu velja fólkaflokkin. Tey skíta á tey fátøku.

lørdag den 22. december 2012

BOÐ




seyðamenninir

úti millum

stjørnurnar


detta saman

við sínum

seyðafylgjum


niður í

eitt svart

hol











.

fredag den 21. december 2012

SNYK



tann føroyska

framtíðin er

ein snykutur

vegur

aftur í

fortíðina

har ein

gapandi

húðaskógvur

bíðar eftir

at svølgja alt

og øll







.

torsdag den 20. december 2012

STØÐA




at súkkla í krapa

og fáa nasablóð

hvørja ferð tú nýsir

er sum at búgva í føroyum

og velja fólkaflokkin










.

PÁVIN HEVUR FINGIÐ EIN NÝGGJAN BIL

Pávin hevur fingið ein nýggjan bil. Ein breiðreyvaðan Mercedes Hvítleyksdóttir við innbygdum pirpinslurkum ið kunnu nýtast til mangt og hvat, bæði í gaman og álvara, tó mest tað síðsta. Gott at hann ikki fekk sær ein Reimund Langkål sum er ein meiri evnaveikur bilur, ella í hvussu so er tosar soleiðis. Ella ein Edva Makrel sum var fødd við eini fløktari línu í hvørjari hond, og tað var skjótt at hon valdi sær makrel sum agn og tað ger, at hon allan sólarreyvarringin tekur stampar og makrel við sær undir dýnuna so hon eisini kann egna í dreymi. Trúgvi ikki at pávin hevði lagt í ein Ljóta Murtensen tí so var hann noyddur til at koyra ein posa niður um høvdið á henni, so undirsáttarnir ikki sóu hvussu býttan og misháttan bil, hann veittraði til teir úr. Ella ein Penisar Fana við trivaligum undirbiti so Pillsa pungur kann hvíla væl, tá Penis vil hava ein súgv langt niður í hálsin við surklandi hálaíhanngeylum og tá Klaskin Lurk rennur upp í hann aftanífrá. Slíkt góðtekur Vatikanið ikki. Ella ein tríhjólsdrivnan Lakjukrógvan sum bara drekkur uttanlands og dugir at syngja vamlisliga syropssøtar sangir við útstoytinum, nei tað luktar alt ov illa. Og hví ikki ein krógvaðan Snorhoym, ein klaksvíkjara av tí meira hjálpasleysa nalvungaslagnum sum undir kommunuvalinum vísti kona sína við grýtulappa á høvdinum. Ja, hon hevði høvd, men spyr ikki meg hvat tey brúka høvd til har norði. Kaj Slevo hevur eisini eitt slag av høvdi men tað startar so illa og Vatikanið vil hava góðar hestakreftir ið beinanvegin fara í gongd við fullum umførum, so vit senda hann norður til klaksvíkjararnar at vera.  Ella ein Helsje Abracadabrasen, nei tað gongur ikki tí hann er gjørdur úr træ eins og Bigge klaksvíkjari sum er úr rotnum træ og altíð hevur lummarnar fullar av fleskasteikum, og eg trúgvi heldur ikki, nú vit eru við træ, at ein bilur sum í heilum letur nøs sína vaksa eins og síni longu fingrar, tí tú mást ikki lúgva heldur í Vatikaninum, ella stjala, so tað verður heldur ikki ein Lítli Putin Deluxe úr Sørvági, men sum áður sagt í byrjanini, ein breiðreyvaður Mercedes Hvítleyksdóttir, og spurningurin er so, hvussu leingi hann heldur, tí bilar av slíkum slag hava tað við at pína seg sjálvar við lurkinum og ein slíkan lurk hevur hin stirvni Jackass Vesterlort Comfort eisini, sum sjálvur kundi verið úr postalíni og dugir bert at siga einstavilsisorð sum ein dukka tú hevur dukað á bakið, men viðhvørt kann hann svara við at endurtaka spurningin sum er settur honum og hann hevur íløgur úr Sumba og smyr seg hvønn morgun á halsin og aftan fyri oyruni við skerpikjøti so fólk kunnu lukta hvussu reystur og innantómur hann er við garnatálgssnorbremsu undir nøs, men hesin bilurin koyrir bara síðulens móti høgru so hann torir Pávin ikki at fara í, tí hann búði í tí stóra høgraríkinum undir krígnum, so er tað betur við einum Mercedes úr sama ríki, og sum koyrir á høgru síðu beint fram og síðani út av.

fredag den 14. december 2012

FRAMMAN FYRI EINUM MÁLNINGI EFTIR INGÁLV AV REYNI

inn í salin
trínur
bráðvøkur
skrápadóttir
og hon biddar
eitt bomm
frá lánusi samkeyp
meðan hin langfingraði
lítli putin úr sørvági
situr og sussar
sín kriminella greyt
við ein hundsfelaga
og so ringir don gerhard úr skopun
við klokkuni
og fær sær ein vatnsopa
og biður um frið
í salinum
og sigur at tað er alt ov nógvur støyur
men hann er jú úr skopun
so hann man vita hvussu tað eitur
og so loysir hann
slipsaknútin
so orðaskiftið
kann halda áfram

torsdag den 13. december 2012

torsdag den 6. december 2012

NOCTURNE

Ein søtur stinkur av prumpi lá um alla víkina. Stjørnuklárt kvøld. Ministarin dró fingurin spakuliga úr tí eina nasaglugganum og stakk hann upp í hin. Har var heldur einki at finna. Men hvat um hann tók hini 80 %´ini - so hevði hann megnað at flutt 100% frá fínmentanini til ta meiri nyttugu mentanina -  av Mentanargrunninum, og gav tey til Kringvarpið?  So vóru pengarnir kortini innan fyri mentanarkarmarnar og fólkið kundi fáa Dag og Viku nakrar mánaðir aftrat.  Genialt!  Hann slepti ein aftrat.  Klaksvíkin stinkaði kortini, sum hon altíð hevði gjørt, av gomlum freti.

tirsdag den 4. december 2012

Turri Caviar

Denne side er på islandsk

oversæt:

Du tå befrugtning yvir grænsen og Onga sti lægger på arter nogle solen kan falde på Turka og hundene på den skaldede tå Du vil sjálvur fisse Trad nogle fil eller veingirnir fuglene og børnini gå til at synge ljódliga Sang i drømme nogle ligner hesum -

mandag den 3. december 2012

TURRUR KAVI



tá tú fert yvir um mark

og onga slóð leggur eftir teg


sum sólin kann sleppa at turka

og hundarnir at snodda í


tá verður tú sjálvur píkatráður

sum skræðir veingirnar á fuglunum


og børnini fara at syngja ljódligar sangir

í dreymum sum líkjast hesum










-

mandag den 19. november 2012

VAML OG HÁR

Annars er einki. Kanska ein appilsin. Ein vælsmakkandi ein. Og so sá eg onkran fáast við ein høsnarunga. Eg vamlaðist. At eta slíkt, ið býr í einum búri, sum ikki er størri enn fuglurin, sum býr í tí.

Og so hevur Líkhanin í Fuglafirði givið eina fløgu út, har hann við sukursøtum slími misnýtir Hans Andrias. Og eg vamlaðist aftur. Umhugsi at melda til Løgtingsins Umboðsmann.

Men so bleiv eg kliptur. Tað var ikki so ringt sum tað plagdi. Í gomlum døgum mátti eg mangan drekka mær mót til, tá eg skuldi til barber. Orkaði ikki at síggja mítt elskaða hár falla fyri saksinum og at tað endaði á gólvinum, har barberurin hjartaleyst gekk og traðkaði á tað. Nú lati eg bara vera við at hyggja niður á gólvið. Og hyggi í staðin í Euroman, sum ein fær stungið í hondina, áðrenn klippingin byrjar. Tað er ikki so nógvur tekstur í tí blaðnum, næstan bara myndir. Og klædna- og skógvalýsingar. So kann eg droyma um at eiga okkurt av hesum pløggunum, eg kortini ikki havi ráð til.

Og tá klippingin (í gomlum døgum segði eg avrættingin) er liðug, hyggi eg inn í speglið og yvir á jakkan sum eg lati meg í. Gjaldi og takki fyri og fari á dyr. Men fyrst seti eg húgvuna á høvdið. Tað er nevniliga blivið kaldari at vera høvd.

torsdag den 15. november 2012

STJØRNUFARI

Tróndur í Gøtu

er afturkomin

av

Jupiter

við sjeyhundrað

tonsum

av sild

TAÐ SPÍSKA TORNIÐ OG STØVIÐ

vaknaði
við kaldasveitta

eg støvseyg
men tað bleiv ikki minni støv
heldur meira

tað kundi ikki vera rætt
at posin longu var fullur
eg hevði nýliga sett nýggjan í
og tað var eisini tann síðsti eg átti
og tað verður ikki í bræði
at eg fái ráð til at keypa nýggjar støvsúgvaraposar

fyrst má eg fáa 
brillur mínar umvældar
so eg ikki skal ganga við teimum gomlu
og sum ikki hava ta røttu styrkina
so eg fái ilt í høvdið
tá eg lesi ella skrivi ella hyggi eftir konufólki

men eg vaknaði sum sagt
við kaldan dreym
og var glaður um
at tað bert var ein dreymur

so eg legði meg aftur
og tá droymdi eg aftur ein ræðuligan dreym

ein av hesum løgnu havnardreymunum eg fái
tá eg havi verið ov leingi heimanifrá
kommunuskúlin var rivin niður
og alt gott um at tað skrímslið var burtur
men í staðin var bygt eitt tríggjar kilometrar høgt torn
og tað hevði sama snið sum nøsin á borgarstjóranum
nasagluggarnir vendu oman móti býnum
og í teimum sótu túsundtals snorhvítir rútar

og so var kaldasveittin aftur har
og eg vaknaði
og fór upp úr seingini
eg skuldi ikki droyma meir

so heldur at støvsúgva
í veruleikanum

fredag den 9. november 2012

DON Ð OG VINDURIN





havi verið úti

og roynt at buka ódnina av

við teimum mildastu orðunum

eg dugi

nú eru tey smurd við jodi

og hava fingið plástur á seg

og kunnu nú setast saman

til eina yrking

um tað nyttaleysa

at ikki stríðast




torsdag den 8. november 2012

DAGSINS CITAT




Mæta skaldið Stig Larsson í viðtali við Dagens Nyheter í dag:

"En bra dikt går inte ut som ett sudoku. Den har kvar sina lyster när man återvänder till den".

mandag den 5. november 2012

OKKURT UM SANSALOYSI

til tykkum

sum enn

lesa yrkingar

sum roknistykkir:


hetta er

ikki

ein yrking

men eitt poeng

við ongum

úrsliti



+

-

:

x

.

torsdag den 1. november 2012

UMMÆLIR

Seinastu árini hava mínar bøkur ikki fingið nógv ummælir. T.e. eg fái minst eitt og tað er á Listablogginum, sum eisini er tann besti mentanarmiðilin á føroyskum, og sum viðgerð tað mesta í føroyskum mentanarlívi. Og so sjálvandi umrøðurnar í In mente, tær eru heldur ikki at forakta. Men eg fái aldrin blaðummælir longur (Hó, her lúgvi eg eitt sindur, "Avbyrgingar" varð ummæld í Dimmu, tó er tað neyvan blaðið sum hevur tikið stig til at fingið bókina ummælda). Heldur ikki verða tíðindabrøv um mínar bøkur prentað.

So tað kann tykjast eitt sindur einsligt. Bøkur sum "Eygnaholur", "Rend", "Bræddur firvaldur"  (forrestin eisini ummæld á Vencilsblogginum umframt Listablogginum og In mente-umrøðu) blivu ikki nevndar í føroysku bløðunum. Eygnuholur, sum er tvímæld, fekk fleiri ummælir í donskum bløðum. Tó er tað okkurt serligt, at fáa eitt prentað ummæli, sum tú kanst klippa út og goyma og taka fram aftur, tá tú verður gamal.

Men hygga nú! Bókin "Heimvitisferðin" hevur nóg illa ligið í bókahandlinum í eina viku og so havi eg fingið ikki minni enn tvey ummælir í Dimmu. Tvey rættiliga negativ ummælir. Tað liggur ikki til mín, at viðmerkja ummælum av bókum mínum, fólk skulu hava loyvi til at meina, tað tey meina og halda seg vita (hvat tey sjáldan gera), men hvussu hundan ber tað til, at nú er Dimma so íðin at ummæla eina bók hjá mær, tá so nógv negativt er at siga um hana? Hví ummældu tey ikki tær áður nevndu bøkurnar, sum jú ikki líkjast  Heimvitisferðini? Er tað tí at vissi fólk bara duga at fáa ilt í afturpartin?

Nú er tann eini ummælarin, blídliga sagt, ikki tann stóri andin. Hevur rætt og slætt ikki hønuvit. Plagar at ummæla td. allar amatørframsýningar í Smiðjuni í Lítluvík á jøvnum føti við tey meiri professionellu og sokallaðu eliteru sum sýna eitt nú á Listasavninum. Tey fáa líka nógv pláss í Dimmu, so lesaran ikki skal halda at nakar er betri enn annar.

Hin ummælarin plagar at vera skilagóður, men tað tykist sum eitt vist nýtt starv hevur gjørt hann meiri viðkvæman og fínnasaðan, ella kanska hevur onkur purrað upp undir, ella vil hann tekkjast onkrum ávísum?

Nei, eg veit ikki. Tó havi eg loyvi at undrast og eisini at undrast hart.

torsdag den 25. oktober 2012

VRAKAÐ

 

 

Henda slapp av onkrari orsøk ikki við í HEIMVITISFERÐINA:

 

 

 

 

 

eru øll

vorðin

vindandi

ør í høvdinum

ella

er tað bara eg

sum eri

vorðin normalur







?

onsdag den 24. oktober 2012

HEIMVITISFERÐIN

Havi sitið so leingi og bíðað eftir hesi nýggju bók míni. Meyli. Einki svar. Vanligt er, at eg biði um eitt eintak saman við permuni, sum jú er mín egna og sum eg fyrr ella seinni geri eina permuframsýning av saman við øllum mínum permum. Aðrastaðni syrgja forløg altíð fyri, at høvundurin sum skjótast fær tað fyrsta feska eintakið. Tað er sjálvsagt. Men føroyingar hava altíð manglað stíl og í Føroyum er einki sjálvsagt. Hví skal hann, ella hon,  sum hevur skrivað bókina fáa at vita, at hon er prentað? Fyrr fekk hann, ella hon, at vita tað, tá tíðindabræv var prentað í bløðunum. Men nú prentað tey antimentanarligu bløðini ikki tíðindabrøv longur. Og so als ikki ummælir. Men í gjár fór eg á heimasíðuna hjá Bókamiðsøluni og leitaði eftir saknaða nýfødda alva mínum og har var hann:

BÓKALÝSING:

Poulsen, Tóroddur
Heimvitisferðin, yrking
rith: Tóroddur Poulsen,
Tórshavn, Mentunargrunnur Studentafelagsins 2012
67 síður
kr 148, 00 ISBN 978-999 18-43-99-5.

Og so royni eg aftur at meyla, á aðrari adressu,  fyri at vita um tað er rætt at hon er liðug, hugsaði kanska at lýsingin var gjørd frammanundan. Svarað var, at Heimvitisferðin var farin niðan á Bókamiðsøluna tann 29/9. Og í gjár var 23/10. Róligur, hugsaði eg, tú ert bara føroyingur, og skal farast við sum ein føroyingur. Tú ert líka stórt døll sum allir hinir. Samskifti er ein bygd á lítlu Dímun.

Annars eri eg glaður um, at barnið er komið í verðina og eg siti í spenningi og bíði eftir postinum. Helst fái eg hana í morgin. Bókina, sum er tann óunniligasta sum skrivað er á føroyskum. Kanska tora tey ikki at bera at hana í bókahandlarnar? Ella er hon langt síðani komin í bókahandlarnar?

Dugi so illa at greiða frá, hvat mínar bøkur snúgva seg um. Eri bangin fyri at siga ov nógv. Sigi eg ov lítið, kann eg fáa at vita, at eg eri arrogantur. Tað kann eg sjálvandi onkuntíð vera, men tað er mest vegna smædni. 

Heimvitisferðin er ein opinbering, eg havi fingið gjøgnum mínar dreymar. Og marrur. Eg eri stórdroymari. Tað havi eg altíð verið. Mær dámar væl at droyma og at arbeiða við dreymunum. Eg gleði meg altíð at fara í song. So veit eg, at dreymarnir koma. Tað er sum at fara í biograf. Sjálvt um teir eru vorðnir meira ótespiligir við árunum. Tú venir teg við alt.

Og Augustinus gamli segði, at vit hava ikki ábyrgd av okkara dreymum. Tað er ikki galdandi fyri mínar dreymar. Eg havi ábyrgdina av øllum mínum dreymum. Og marrum. Hvør annar skuldi havt ábyrgdina?




mandag den 22. oktober 2012

fredag den 19. oktober 2012

torsdag den 11. oktober 2012

ÁKÆRA

Føroyar er ein ísakaldur mordari
ið lúrir eftir tær hvar ið tú so fert

ongastaðni kanst tú krógva teg
hvørki í tónleiki ella í litum
í einum filmi ella einum sjónleiki

tú kanst ikki vera tann tú ert
allastaðni og altíð
eltir mordarin teg
við sínum smásinni og trongskygni
og sjálvfúlu heimamissiónsku fordómum

hann unnir tær ikki
at elska tann tú elskar
tí hann hevur ikki sjálvur roynt at elska
annað enn sína fávitsku og valdsgreði

tú kanst ikki verja teg við orðum
tí mordarin skilir bara orð
sum kunnu teljast sum pengar

um tú so hvørvur
í eini kavafonn í himalaya
finnur mordarin teg
og fær lív í teg aftur
so hann aftur kann jagstra teg
og pína teg í eina tíð aftrat

blóðtystur er hann sum fáur
tí hann hevur sjálvur einki blóð
bara grammleikans tóma luft
fýkur gjøgnum hvøssu æðrar hansara

við einum pennastroki
oyðileggur hann alla skapan
og smílandi blunkar hann til gravaran
og til líkvognsføraran
at morðið er fullgjørt

og so fer hann aftur út at leita
eftir einum nýggjum offri



lørdag den 6. oktober 2012

SKOT

hoyrdi eitt skot í áðni

so nú skal onkur hava krúnhjartarkjøt

eg skal so einki hava

haldi tað er so ómansligt

at skjóta eitt dýr við riflu

eitt dýr sum ikki kann verja seg

tí tað hevur ikki lært seg at skjóta

og tað nyttar lítið at duga væl at renna undan

tá drápsmaðurin nýtir kikarasikti á rifluni

og harafturat hevur fýrahjólsdrivnan jeep

at koyra aftaná tí sum etast skal

í kvøld á onkrari fínari matstovu

har skotini

sum eg hoyri

ikki hoyrast











.

torsdag den 4. oktober 2012

TRÝ ÁRA STARVSLØN TIL TANN FØROYSKA LEYPIN

Og sum tað er gott at vit hava fingið ein mentamálaráðharra sum veit, hvat verulig mentan er. Verulig fólkslig mentan. Hann vil stuðla gomlum træskipum og føroyska bátinum. Tað er so trist at allar tær gomlu dangurnar skulu hvørva fyri okkara sorgblíðu eygum. Einki við at siga, at dangurnar í veruleikanum vóru tær reinu deyðsfellur sum høvdu nógv mannalív á samvitskuni. Hvussu nógv føroysk børn sótu faðirleys, tí pápin var farin at fiska við hesum vandamiklu førum sum sjálvt bretar ikki vildu brúka longur. Tá føroyingar fóru niður til Onglands at hyggja eftir hesum sluppum, varnaðust teir at á teimum øllum stóð eitt skelti við orðinum Danger! Tí fóru okkara forfedrar at nevna hesi lívshættiligu før fyri dangur. Og teir sum koma livandi aftur fingu lítið og einki aftur fyri, tí at reiðarin skuldi hava so nógv at liva av.

Og sum tað er gott at vit hava ein mentamálaráðharra sum vil stuðla tí føroyska dansinum, so dansararnir kunnu keypa sær nýggj føroysk klæðir við nógvum norskum silvuri í og dýrar spenniskógvar og so teir eisini hava betri ráð at keypa brennivín til skeinkjaran at skeinkja í ringinum.

Og sum tað hevði verið gott um vit høvdu ein mentamálaráðharra sum eisini vildi bjarga tí føroyska leypinum. Tað er so syndarligt, at vit bara kunnu síggja fólk, við leypi á baki, í  gomlum myndum. Tað hevði verið ein sannur sigur fyri føroyska upprunamentan um fólk aftur fóru at brúka leypin. Tá tey fóru til handils í SMS ella í Rúsuna at keypa brennivín og øl. Ella í bókahandilin at keypa leikur til børnini, tí ongar bøkur koma út til longur tí vit høvdu ein føroysktmentan mentamálaráðharra sum tók allan stuðul til bøkur burtur. Ektaðir føroyingar leggja heldur einki í at lesa ella skriva. Tað eru bara ónyttur ið fáast við slíkt. Tá fara øll at síggja hvussu stórt vælsignilsi tað er, at vit øll fara knossandi við hvør sínum leypi á baki. Og leypurin skal sjálvandi ikki smíðast av viði úr onkrum timburhandli í Havn. Nei føroyski leypurin skal gerast úr ektaðum føroyskum viði. Rekaviði. Tí einki er so ektað føroyskt sum rekaviður.

Og sum tað hevði verið gott at havt ein mentamálaráðharra sum eisini stuðlar rekaviðinum. Einum kulturellum brótararossi sum fær fólk aftur at leita eftir reka so vit øll kunnu fáa hvør sín leyp at keypa inn við og bera tara og torv.

Og sum tað hevði verið gott um vit høvdu ein mentamálaráðharra sum eisini vildi stuðlað tí føroyska rekamanninum við at givið honum trý ára starvsløn.

Og sum tað er gott at vit hava tann mentamálaráðharran.

tirsdag den 2. oktober 2012

KALSHOLIÐ

Einki tykist at treingja inn í Kalsholið. Tað nyttar lítið at fortelja tí, at tað longu er trupult hjá høvundum at fáa starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, tí tað eru so fáir pengar til starvslønir og soo nógvar umsóknir.

Og tey sum sita í nevndini prioritera ikki kvalitet. Tey vilja helst geva øllum, hóast tey ikki hava víst, at tey hava talent. Stuðul til bókaútgávu er eisini minkandi hesi seinastu árini, tað vita allir forleggjarir og vit høvundar sum ikki fáa eitt klovið oyra í samsýning.Tað eru eisini færri prentsmiðjur og tað er óvist um tað verður nøkur bókaprentsmiðja í Føroyum í framtíðini. Og Kalsholið ger alt fyri, at viðurskiftini skulu gerast verri. Kanska verða føroyskir prentarar settir til at smíða føroyskar bátar.

Mentanargrunnurin letur, sum vera man, eisini pengar til nógvar aðrar verkætlanir. Og tá er ikki nógv eftir at skriva bøkur fyri.


 Mentamálaráðharrin heldur, at tað er stuttligt at fara á bókamessu í Göteborg og reypa av øllum teimum føroysku bókunum og áhuganum fyri teimum. Hvussu heldur hann at bøkurnar eru vorðnar til? Munnu høvundarnir hava fingið nakað fyri tær. Og hvussu verður fram yvir, nú Kalsholið hevur gjørt viðurskiftini enn verri? Tá hann í framtíðini fer á bókamessu,  hvørjar bøkur skal hann tá reypa av? Eg kann ikki koma í tankar um aðrar bóklingar enn fíggjaruppskotini hjá Lítla Putini í Sørvági. Og tað er lítið at reypa av aðrastaðni enn í skýmligum skotum saman við øðrum dylhøvdum. Har kunnu tey so saman hoppa føroyskan dans - tvey fram og trý aftur - í bermuda shorts líka til fólkið vaknar og spular Kalsholið á bláman við flógvari skræpu. Man tað so fara at vakna og síggja skaðan, tað hevur gjørt? Neyvan.

Eitt hol er eitt hol.


PS Staðin fyri bøkur kundi eg skrivað myndlist, tónleik, film, sjónleik osfr.

tirsdag den 25. september 2012

A V B Y R G I N G A R

Her síggja tit nýggju bók mína AVBYRGINGAR um tygum trýsta her: Steinprent nyt: 

Ein bók úr fínasta pappíri. Innan er pappírið MultiDesign Original Ivory 150 g og perman er MultiDesign Original Natural 300 g       

Hon rúmar m.a. 10 original steinprent, eg teknaði og málaði á steinar í januar 2011 og aftur í januar 2012, umframt at perman eisini er steinprentað. Og bókin er eisini størst yrkingasavn, nøkur og hálvfjersinstjúgu ljóð, sum ongantíð áður eru kunngjørd, skrivaði sum tey eru fyri tveimum árum síðani, og eru tey prentað á Føroyaprent og er bókin eisini umbrotin og  innbundin har.

AVBYRGINGAR er ikki prentað í so stórum upplagi, so tað ræður um at skunda sær at fáa fatur á henni. Hon er hundrað síður og kostar einans 350,00 krónur og verður ongantíð seld á útsølu.

STEINPRENT er útgevari.



henda yrkingin stendur á síðu 40:

 #




tendri ljósið
og eri takksamur fyri
at hugflogið
viðhvørt
kemur úr náttarmyrkrinum
og vitjar mína samvitsku:

fuglurin
avhoyrdi meg
um breyðmolar
og mutur
fjaðrarnir
kitlaðu meg so illa
at eg fekk ikki svarað






.

søndag den 23. september 2012

BUKKUSUNNUDAGUR

Ólukksáliga kalt og ilt í rygginum. Soleiðis eru allir sunnudagar. Grá tjúkk skýggj sum ikki tíma at røra seg.

Soleiðis mást tú aldrin byrja ein tekst. Tú styggir lesaran. Hann vil heldur hava teg at skriva okkurt pent um fótbólt. Um hvussu ofta xx hava tapt ímóti zz og hvør stóð í mál, tá cc misti bukkumeistarheitið til ðð. Og miðlarnir (ræðuligt orð miðil, ljóðar sum onkur hevur migið tað úr sær á Heilsuligu Skaðastovuni(og so orðið miðlafrøðinur, tað ljóðar mikið urinalt, tað má vera ein urinologur)) ger nógv burtur úr tí søguliga bukkumeistaraheitinum í fótbólti tí tað er fyrstu ferð at ðð vinnur tað og xx ikki verður nummar tvey, men fýra, annars verða teir altíð nummar tvey, tá ðð vinnur bukkumeistaraskapið í fótbólti. Og tá xx vinnur verður ðð altíð nummar tvey. Men tíðirnar eru kanska við at broytast. Og tað er ikki so gott fyri fótbóltin, tí hann skal helst vera soleiðis, at áskoðarin veit, hvar hann er. Og at ikki ein og hvør idiot fer út og sparkar hann bæði til vinstru og høgru. Einki má koma óvart á nakran í fótbólti. Og serliga ikki í bukkumeistaraskapinum. Har má alt vera sum tað altíð hevur verið. Og við dansi aftaná. Bukkumeistaraskapsdansi.

Pínadoyð. Skýggini røra seg nú og eg gloymdi at tað var sunnudagur, tað var tí eg bannaði, her í húsinum er tað bannað at banna sunnudag.

torsdag den 20. september 2012

HOLSEMI

Helst misskilji eg alt, tá eg lesi ella hoyri føroyskar miðlar. Nú ein dagin tosaðu teir um ein sjónleik um Poul Mohr, sum eg so helt at Jóanes Nielsen hevði skrivað, tí hann var á sinni við at gera sjónleikin "Sveisaralív " úti á Skipasmiðjuni .

Nakrir reyðir á Skipasmiðjuni vórðu heimkoyrdir og so varð hesin leikur klaskaður saman og framførdur á arbeiðsplássinum í arbeiðstíðini. Jóanes hevði leiklutin sum skeribrennari og Mikki Múll spældi Poul Mohr.

Men hesin í útvarpinum umrøddi leikur, skilti eg seinni, var ikki um Poul Mohr men um "Poe-morðini".

Og í somu sending tosaðu tey við ein ungan mann við skopunarrødd ið hevði gjørt film sum æt Stóratá og aftaná fóru teir guðhjálpimeg at tosa um Matador. Tað haldi eg ikki, at eg miskilti. Brúka góða senditíð - einastu mentanarsending sum júst er vaknað úr summarblundi - at tosa um smáborgarliga danska vikublaðssendirøð.

Mær dámdi bara ein persón í sendirøðini og tað er hon sjálv við hoyrirørinum, Tante Møghe. Annars havi eg langt síðani sjálvur fingið hoyritól, men brúki tey ongantíð, eftir sum eg so sjáldan eri millum fólk. Og so skulu tey fyrst reinsast við einum lítlum enda av onkrum løttum metalli, so tey ikki vera tipt við oyrnakukki. Og tað er alt ov strævið at fáast við. Tað er heldur eingin grund til at hoyra Kringvarpið rætt, tí tá nyttar tað einki, men tá eg misskilji tað tey siga, so fái eg altíð okkurt at hugsa um.

Eg brúki heldur ikki røttu brillurnar í løtuni, tí tær brillurnar við tí røttu styrkini eru skaddar,og eg havi ikki ráð at fáa tær umvældar, so eg brúki einar gamlar sum fáa meg at lesa og skriva skeivt á telduni.

Men mær nýtist ikki nakrar brillur at lesa á Vovvapissitalinum, at Øvundur á Bei-tiij sigur rump-ariij og reyvar-iij, tí tað siga vit her vest-riij!

Løgin hesin Pissitalurin, sum mest snýr seg um drynjandi og klaustofobiska lokalpatriotismu og so um tað, sum er niðanfyri beltið. Oftast tikið úr Ekstrabladet.

"Eitt hol er eitt hol" sum havnarmaðurin svaraði, tá hann varð spurdur um hann ikki swingaði báðar vegir.

tirsdag den 18. september 2012

VITA

fái ikki longur skrivað

omaneftir

veit ikki hví

hetta er ein automatisk

bloggmaskina

sum ongan formsans hevur

ella er tað bara eg sum ikki havi funnið út av


hvar tann

heilagi

knøtturin situr

GOMUL YRKING





visti ikki rættiliga 
hvat var í tínum smíli 
har tú stóð í ljósabláum kjóla 
og hvítum løriftskóm 
við tí ónda fjallinum aftanfyri 
við sínum rotna og óíbygda gróti 
og ólukkuliga grasi 
sum hevði kitlað so nógv forbannilsi 
so tey broyttust til bønir 
til alt ið flúgva kundi 
og gjørdi títt smíl 
til bæði kumpass barometur og seismograf 
tá eg fór út í tað villa lívið 
at finna tey røttu orðini 
at lýsa tað sama smílið 
og eg goymdi tey í eini tungari skuffu 
djúpt inni í mær sjálvum 
og eg tori ikki at taka tey fram aftur 
og seta tey saman 
tí so fari eg kanska at gloyma títt smíl 
og hvat skal eg so skriva um 
sitandi her við eini gamlari yrking 
og ongum fjalli ella gróti aftanfyri 
men nógvum ólukkuligum grasi 
sum eg júst havi sligið 






 .

mandag den 10. september 2012

torsdag den 6. september 2012

AVRÆTTING

Vegna vantandi undirhøku leggi eg henda bloggin á blokkin.

Farvæl!

tirsdag den 4. september 2012

FYRSTI PARTUR

Koytus undir Gólvi gekk aftur og fram á gólvinum. Enn einaferð hevði hann sløkt fyri útvarpinum. Hann orkaði ikki at hoyra málið hjá útvarpsfólkunum. Tað einasta tey dugdu at siga var "stadigvæk" og "jaligt". Hetta fekk hann ilt í oyruni av. Oyrnalæknin hevði eisini mælt honum til, at sløkkja fyri lurtinum um hann hoyrdi slíkt, hann ikki toldi at hoyra. So var hugaligari at fara oman til vinmannin Bølla í Breiðagarði. Bølli æt ikki Bølli, men Børge og hann hevði bert ein reyvabølla og var tí kallaður Bølli. Tað navnið hevði hann eisini sjálvur góðtikið, tí tann bøllin hevði kortini so nógv at siga í hansara lívi. Mamma hansara hevði eisini seymað honum eina pútu, hann kundi hava undir har, tann vantandi bøllin var, so hann ikki sat so skeivur á stólinum. Tá hann gekk í skúla varð hann ofta happaður og hinir dreingirnir tóku pútuna og brúktu hana sum drunn sum varð sendur runt í flokkinum. Onkuntíð krógvaðu teir eisini pútuna fyri honum, so hann mátti sita skeivur á stólinum og fyri tað fekk hann mangan lúsingin frá lærarunum. Og tá hann grátandi segði, at hann sat so skeivur, tí at hinir dreingirnir høvdu tikið pútuna frá honum, segði lærarin, at hann kundi leggja bøkur undir dintilin. Tað gjørdi hann so, og tá hann varð biðin um at lesa úr lesibókini, so mátti hann undir sín hálva dintli eftir bókini, og tá sat hann aftur skeivur og fekk enn ein lúsing. Tað var ikki stuttligt at vera Bølli, tá Bølli var lítil. Men nú var Bølli tilkomin og fekk ofta vitjan av sínum góða vinmanni Koytusi undir Gólvi sum búði nakað oman fyri uppi undir Gólvi sum tann býlingurin nevndist. Teir prátaðu um mangt og hvat. Veður og vind og um seyð. Bølli hevði einar tjúgu seyðir inni á trøð síni inni í Lumma, og Koytus hjálpti honum eisini við seyðinum. Afturfyri fekk hann eitt krov og avroð, tá slaktingin var av. Í dag gramdi Bølli seg nógv um eina trívetursær og sum ikki eitt einasta lamb kom undan. Hann hevði sjálvur mangan sæð, hvussu hon rann undan veðrinum, so veðrurin til síðst misti hugin á henni. Koytus helt, at so var hon helst samkynd og bað Bølla seta seg í samband við LBGT suðuri í Havn. Samkynd? spurdi Bølli, hví skuldi øll nú vera samband bara tí tey vóru eitt sindur fyri seg sjálvi og vildu ikki hava avkom. Ærin vildi kanska bara vera gomul ær og lambsleys. Vit eru jú eisini gamlir dreingir Koytus, og fyri tað eru vit ikki samkyndir. So er segði Koytus, men tað bilti einki um hann fekk tey á LBGT at kanna dýrið og tey í Havn høvdu helst sálarfrøðingar sum kundu sannføra hana um, at sjálvt um hon var lesbisk, kundi hon lata seg inseminera uttan at verða brundað av einum graðum ullintum veðri. Tað var als ikki óvanligt at samkynd fingu børn. Og hann kundi lovað henni at livað nakrar vetrar aftrat, um hon aftur fyri setti nøkur lomb í verðina. Bølli ringdi so til LBGT. Koytus hevði áðrenn sagt við hann, at hann ikki skuldi brúka orðið "lesbisk" um ærina, men heldur "lesvisk" tí Koytus hevði nýliga lisið í Svenningar-Atlassi at oyggin Lesbos á føroyskum eitur Lesvos og so mátti tað vera rættast at siga at ærin var lesvisk. Og tað var júst tað orðið sum Bølli brúkti, tá hann fekk orðið á einari damu í hinum endanum á rørinum, og vildi fortelji henni sítt problem. Daman helt at hann hevði fingið skeivt nummar og helt hann eisini tosa um sviskur til eina ær. Men misskiljingarnar skiltust og tey skiltu bæði hvør annan. Daman greiddi frá, at tey høvdu ongan sálarfrøðing, men hon vildi fegin viðmæla ein góðan sálarfrøðing, hon kendi, og sum kundi loysi allar sálarligar trupulleikar, ikki minst slíkar í høvdu sín uppruna í kynslívinum hjá fólki. Og so, helt henda daman, at tað átti at verið eins lætt at loysa trupuleikarnar hjá seyði. Bølli ringdi til sálarfrøðinginum, sum presenteraði seg sum Herry Krageskæg. Hann hoyrdi søguna hjá Bølla, og Bøllasa hugskot um at koma suður til Havnar við ærini. Krageskæg helt at tað ikki var víst, at tað var ærin, sum galið var við. Tað kundi eins væl vera veðrurin. Og um Bølli vildi koma suður í konsultatiónina, so skuldi hann taka bæði ærina og veðrin við. Men so kom Herry Krageskæg í tankar um nakað, frá hansara ferðum sum barn hjá skyldfólki norðuri við Gjógv. Tá høvdu Gjóvmenn varnast nakrar ær sum ikki lótu seg springa av einum veðri. Og at ein eldri skeggsíður gjóvmaður hevði funnið út, at grundin var tann, at veðrurin var morreyður. Ærnar kundu rætt og slætt ikki torga henda morreyða veðrin og tá gjørdu Gjóvmenn ikki mætari enn, at teir litaðu verðrin svartan og tá var áfast beinanvegin og skjótt gingu morreyð smálomb á gjóvmannbøi. "Tað var ótrúligt!" læt tá í Bølla, "tí veðrur hansara var nettupp morreyður!" Og so fekk Bølli tey góðu ráð frá Herry Krageskæg sálarfrøðingi, at hann skuldi lita veðrin svart. Og Bølli gjørdist mikið glaður og takkaði fyri ráðini og lovaði, at hann sum skjótast skuldi senda Herry Krageskæg ein turran ærsbógv sum samsýning fyr ómakin.

onsdag den 29. august 2012

TANN DREYMAFESTI

havi hvørki sár

ella arr

í lógvunum



eri bara

krossfestur

í dreymi



eg varð límaður fastur

á krossin

men datt niður aftur

tí eg gjørdist ov tungur

av øllum syndunum

eg skuldi bera



triðja dagin

stóð eg enn

og pilkaði lím

av mínum baki



og eg kom ongantíð

til himmals

tí har var ikki pláss

fyri fleiri droymarum








.

mandag den 27. august 2012

UNDIR SVØRTUM SEGLUM

hví er mjørkin ikki grønur

er mítt góða nátt til tey guðleysu

og eitt gott kvøld

til eitt skundmikið summar

við tokum sum ikki koyra til tíðina

og regni sum altíð vil vera fyrst

við tí feskasta feska

so dansurin kann trívast á dekkinum

á tí stóra svøvninum

sum stevnur inn í tann glæra kuldan

har tann skinndeyði liggur og bíðar eftir farti

heim aftur til tað litleysa lívið

sum tey skinnlivandi elska

tí tey halda at einki annað er

tá ein ikki kann vera

sum ruskvognur í paradísi

ið hevur gloymt vegin til brennistøðina











.

lørdag den 25. august 2012

NÁTTARHÁLVA

hurðin

fer upp

kavi kemur inn

og ein kista

verður borin út


brævið

kom ov seint

orgultónarnir

fúka til himmals


(vakni/sovni)


í

húsatoftunum

farandi skýggj

kókandi vatn

dukka við hatti

boppuglaður maður fegnast

rotturnar fáa lív í býin

gardinurnar flákra aftur við violintónum

lat teg í buksurnar so ríður tú skjótari sigur pappabbin við ommudóttrina hjá síni

kjøtligu konu

óbrostnar bumbur

kyssa tann falna



(vakni/sovni)


einki kemur undan hjá tí sum bara roynir

øll fara út at blunda

óndskapurin velur teir góðu skógvarnar men teir góðu skógvarnir velja ikki óndskapin

mínir landsmenn eru lesiveikir og pilka nøs við stórutá


(vakni/sovni)


eg eri har eg ikki roknaði við at vakna

tí eg misskilti eina gás sum helt meg vera ein svan

men eg hevði fingið dunnu til døgverða dagin fyri

við reyðkáli eg sjálvur hevði lagt til rættis

fyri eina tíðindastovu sum nú er matstova hjá teimum armleysu

í einum tannleysum býi



(vakni/sovni)





.

lørdag den 11. august 2012

H & H

ísur

Guðs

bráðnar

bert

á

tungu

Guðs

meðan

ísur

Satans

brennur

best

á

tungu

Satans



(tó

ivist

eg

í

um

teir

hava

nakra

tungu

men

eg

ivist

ikki

í

at

báðum

dáma

ís)



.

onsdag den 1. august 2012

VØGGUVÍSA

møðin

hesin gamli

rustaði bussurin

er troyttur av

at vera eg


lættari hevði

at verið

ein bátur


rikið avstað

við streyminum

vaggað oman á aldunum

komið í havsneyð

og farið úthvíldur

til botns




.

lørdag den 28. juli 2012

ÍTRÓTTARSØKAN

Ólavsøkan verður sett við umparumpaprumpa tónum sum Havnar Hornorkestur spælir. Hesir gomlu tøfftøffarar sum kunnu skapa ein stemning sum kann minna um Nürnberg 1939. Og setanarøðarinnan sigur ikki eitt orð um Ólav hin Digra, men sigur bert nøkur innantóm propagandakend orð um tey ítróttarligu vælsignilsini, ungdómurin kann vera fyri. Hetta er vøo. ein ítróttarsøka (ella vøka sum orðið merkir hóast øll síggja út sum um tey sova sín ítróttarliga svøvn) og ikki ein Ólavsøka til minnis um tann digra norska kongin ið fall á Stiklastøðum, jú hon kláraði akkurát at takka hesum uppblásta Noregskongi fyri svøkuna.

Annars bara demagokiskt pseudoítróttrarheilsupropaganda, í Goebbelskum stíli (riggaði væl til horntónarnar), um hvussu sunn og góð fyri øll ítróttin er, bara tí hon hevur verið í fucking Kina og róð, ikki eitt orð um tann veruleika, at ítrótt er sera ósunn og vandamikil eisini. At ítrótt er sera ósosial, nógv vinarløg eru oyðiløgd, tí onkur vildi heldur dyrka ítrótt og vera vinir við aðrar egoistiskar ítróttardyrkarar.

Tað hevur ongantíð verið gott fyri ryggin at rógva, tvørturímóti. Og tað er sera skaðiligt fyri beinagrindina at renna. Fótbóltsspælarar sum gevast at spæla verða ofta alkoholiseraðir tá teir gevast at spæla, tí nú kunnu teir ikki brúkast meir og so sita teir bara á vertshúsum og reypa av tá teir skutu tað og tað málið.

Hon kundi eisini nevnt allar billiardirnar av krónum sum verða stoyttar niður í hetta óendaliga ítróttarholið uttan at vit fáa nakað afturfyri. Ella at ítrótt dálkar og oyðileggur landsløg, Gundadalur er eitt gott dømi. Og flestu ítróttarfólk eru nøkur andalig misfostur, tað kundi hon sjálvandi ikki koma til hugs, tí tað er hon eftir øllum at døma sjálv.Og setannarrøðinnar er lækni skilti eg, tað er ræðandi má eg siga. Hevur hon vunnið læknaprógvið í onkrari kapping?

Sjálvur havi eg ikki verið á Ólavsøku seinastu ellivu árini. Nú siti eg og sveitti í varmanum á Slættlondum og lurti eina løtu eftir Kringvarpinum. Tað geri eg ikki ofta, tí Kringvarpið sendir altíð so óvanliga vánaligan tónleik. Men fyri ellivu árum síðani fór alt um koll, minnist eg, uppi á Glaðsheyggi. Tað helt eg vera stuttligt. Men tað stuttligasta við Ólavsøkuni plagdi at vera, tá tú sat inni og drakk, einsamallur ella saman við øðrum. Og tá tú fórst út, komu nógvir flógvir skarpir niður um so tú merkti tað í fleiri dagar aftaná. Pínadoyðs abstinensir ein kundi fáa í gomlum døgum, uha uha. Havi ongantíð verið edrúur á Ólavsøku síðani eg fór at drekka sum trettan ára gamal. Trúgvi heldur ikki at eg nakrantíð komi at royna tað. Orki ikki allar hasar sparlabúnarnar sum edrúur luttakari og allar hesar ítróttartoskarnar.

Sum smádrongur fór mann altíð niðan til nonnurnar á Ólavsøku. Tær høvdu tombola og fiskihyl. Vinningarnir vóru teirra heimagjørdu, rundu sleikisneisir og kanska ein ásettur tyggigummipakki, tær høvdu tikið frá onkrum næmingi. Tær dugdu, nonnurnar. Fyri átta krónur keypti eg mær eitt krucifix sum hevur fylgt mær líka síðani. Tað hevur verið ein nógv betri vinur enn nakað ítróttardylhøvd.

Havi aldrin skilt at fólk ganga so nógv upp í kappróðurin, tí tað er tað mest keðiliga á jørð. Og havi sæð nógvar róðrar, uppvaksin sum eg eri niðri á keiini. Fullkomiliga uttan spenning at síggja til. Men lurtar tú eftir útvarpinum, so ljóðar tað eitt sindur spennandi. Tað er snýt, hann sum brølar í mikrofonina spælir sjónleik. Eg giti at hann fær sær ein skarpan ímillum róðrarnar fyri at halda tempoið allan vegin. "Nú skeyt hann fyri honum og nú skeyt hann fyri hinum, og tað var bara ein hálv bátslongd ímillum, hann hevði um stavnin á Bygdarbátinum og Havnarbáturin var tann longsti (hó hó skulu allir bátar ikki vera líka langir?" og aðrar frasir vera blástar út um landið alt.

Fyri ikki at virka sum ljósasløkkjari, so ynski eg øllum eina góða skítfulla ólavsøku við nógvum framsýningum og tónleiki og dansi og sangi og skerpikjøti og gøtumøti og ólavsøkufríggi sum helst er tað týdningarmiklasta á hesi hátíð, og ikki ítróttin, skál øll somul og latið vera við keypa lutaseðlar frá nøkrum ítróttarfelag, tí tey hava fingið nóg mikið og meira enn tað!.

mandag den 23. juli 2012

ÁARSTUN

Tað var tá standmyndin av Hans Andriasi Djurhuus kom at standa uttan fyri Sjónleikarhúsið, har hon enn stendur og gløir eftir eini flaggstong. Summi nevndu hana Hopalong Cassidy. Fólk við listaskili vóru ikki serliga glað fyri hetta verk. Myndahøggarin Janus Kamban skrivaði grein í bløðunum, og nevndi hann eisini tá, at hann hevði sjálvur gjørt eitt uppskot av báðum Áarstovbrøðrunum sum smádreingjum, men hetta hugaði táverandi formann í mentamálanevndini, Heðin Mortensen, ikki. Hann vildi heldur hava eina standmynd av Hans Andriasi sum fólk "mintust" hann. Og uppskotið hjá Janusi Kamban, segði mentamálanevndarformaðurin, í einum aftursvari í bløðunum, líktist ov nógv "sparkidraktini" í Sparikassagarðinum. Janus svaraði aftur, at nú var kjakið komið á "omma tín" støði og tímdi ikki at kjakast meir við henda ráðaríka ignorantin. Men nú hevur kommunan, fyri at háðanin av Janusi Kamban skal vera fullkomin, sett uppskotið út í tún. Nú sigur onkur eisini, at familjan hjá Djurhuusbrøðrunum ikki dámdu uppskotið. Eg haldi at henda familja, eins og táverandi mentamálaformaður og núverandi borgarstjóri skuldu skamma seg. Og familjan hjá Janusi Kamban skuldi eisini skamma seg, at hon hevur loyvt teimum at framt hesa skammiligu uppseting. Og eg skuldi skamma meg, tí eg haldi at bara uppskotið í síni lítlu stødd minnir, sum tað nú stendur, mest um ein tvípirpinssneis. Eina pirpinssneis til bæði holini. Hans Andrias í tað fremra og Janus í tað aftara, ella øvut. Kanska skuldu teir eisini fingið hvør sína føroyska húgvu. Og tær skulu setast eitt sindur skeivt á høvdið, so tær kunnu fremja onkra óvæntaða kitling. Áarstova kundi so hópframleitt hesar tvípirpinssneisir í latex. So kundu ferðamenn, ið koma til Føroya, keypt sær eina slíka sum tinganest heim við til konuna at hugna sær við, tá maðurin er burtur. Nú fólk sakna nýhugsan og íverksetan líkasum.

torsdag den 19. juli 2012

ÁRIÐ

Higartil hevur hetta árið verið eitt lorta ár, eitt skræpu ár, eitt helvitis lorta skræpu ár, eitt renniskræpu ár, eitt mykju ár, eitt køsta ár, eitt sparlaár, eitt mannatrekk ár, eitt kukk ár, eitt rótaskræpu ár, eitt skræpugjólinga ár, eitt forbannað helvitis forpulað skít ár, eitt halakleppa ár, eitt hellugróðrar ár, eitt reyvarhola ár, eitt toskaheila ár, eitt dylhøvda ár, eitt skrukkhønu ár, eitt lúshunda ár, eitt ótrivavætta ár, eitt skræpusótta ár, eitt skrúviproppahøvd ár, eitt skrubbuhøvda ár, eitt skuldareyvar ár, eitt tálgarklunk ár, eitt tálgeyga ár, eitt tápulinga ár, eitt dólgabýttlinga ár, eitt fratbýtt ár, eitt óupplýst ár, eitt súrt ár, eitt rotið ár, eitt stinkandi ár, eitt gall ár, eitt gor ár, eitt helvitis forkolað forbannað spýggju ár,

tirsdag den 17. juli 2012

VINGLISUMMAR

trúgvin oysti

niður í morgun


og so kom

tann sæla sólin


nú fáa mýggjabitarnir

meg aftur at ivast


áðrenn tú veitst av

gongur toran aftur


og snarljósið sigur

at so stutt sum tað


er lívið

fredag den 13. juli 2012

EITT SINDUR AFTRAT FRÁ AÍF

Arbeitt verður dúgliga við stevnuskránni hjá Avítróttarseringsflokkinum. Fólk taka sum heild undir við at avítróttarsera Havnar bý og gera allan Gundadal til eina stóra park. Tó hava vit valt at varðveitt gamla svimjihylin, altso høllin verður tikin omanav og hylurin verður aftur fríluftsbað, alt árið. Tó vera svimjikappingar ikki loyvdar. Kappingar eru bara fyri asosialar verur. Alskyns trø verða plantað í dalinum og ein poesipaviljong verður eisini smíðað so leik og lærd skald kunnu lesa síni alstur fyri teimum ið koma framvið. Skamt frá paviljongini skal ein 12 metrar høg standmynd av Carl Jóhan Jensen standa. Grundin til, at vit velja CJJ er, at so kunnu vit fáa Okkara at gjalda fyri bronzustoypingina. Og tá standmyndin verður avdúkað, verður skonkt ókeypis øl til øll.

Sitandi býráð, sum er eitt ítróttarbýráð burturav, er vorðið fjáltursstungið nú ein antiítróttarflokkur stillar upp. Sitandi, ella rættari: standandi borgarstjóri, eftir sum hann altíð stendur og verður fotograferaður, hevur millum annað boðið borgarstjóranum í Reykjavík, harra Knarr, sum bleiv valdur tí hann rann runt í konufólkaklæðum, til Tórshavn at halda Ólavsøkurøðu og siga okkurt á Faroe Pride tiltakinum. Og so vil borgarstjórin í Havn eisini sleppa at halda røðu fyri Faroe Pride, ílatin tann føroyska konufólkatjóðbúnan, við kísa á høvdinum, og roknar hann við hesum stunti at fáa minst líka nógvar stemmur til býráðsvalið í heyst, sum harra Knarr fekk til valið í Reykjavík.

Aftaná setanina fáa fólk høvi til at síggja konufólkabúnaklædda borgarstjóran fara ein snurritúr upp í Tórshjólið saman við sínum fjákuta íslendska starvsfelaga. Uttan iva fara fólk tá at sannførast um, at so býtt eru tey ikki, og bíta ikki á so bíligt valagn.

Og man hann ikki á Ólavsøku fara at ræða fólk við Avítróttarseringsflokkinum, sum helst eisini fer at banna tjóðaítrótti føroyinga, kappróðrinum? Men tað kunnu vit lova øllum, at tað ætla vit ikki. Fyrst og fremst tí vit eru góð við føroyska bátin og fyri tað annað so er kappróður ein so keðilig ítrótt og ger ikki tann heilt stóra skaðan. Hinvegin fer ein onnur tjóðarítrótt føroyinga, bilkoyringin, at merkja skilagóða politikk Aítróttarseringsfloksins. Allir bilar skulu hava stór skelti uppi á takinum har á stendur, at tað er sera heilsuringt at koyra bil og at bilurin bæði drepur fólk og umhvørvi. Allir bilánarar skulu eisini gjalda 20% av bilkostnaðinum til ein grunn sum skal brúkast til at fíggja nýggju Gundadalsparkina og til súkklu- og gongubreytir í allari kommununi.

So spennandi verður, hvat standandi borgarstjóri so fer at bjóða afturímóti, kanska fer hann at gera Ólavsøkuna til eina gjeikarasøku burturav, nú fólk eru farin at vakna og venda ítróttini bakið? Jamen, tað taka vit so eisini undir. Vit skilja heldur ikki at vit skulu minnast ein norskan kong, sum varð eyknevndur Ólavur Digri, neyvan tí hann dyrkaði ov lítla ítrótt, ella át fleiri kurvar av makreli um dagin, men helst tí at hann var so ráðaríkur og grammur, sum allir kongar jú eru.

fredag den 6. juli 2012

ELDRABRÝR

Tess eldri tú verður, tess meira vaksa eygnabrýrnar beint upp eftir. Tess eldri tú verður, tess meira vaksa eygnabrýrnar beint upp eftir. Tess eldri tú verður, tess meira vaksa eygnabrýrnar beint upp eftir. Tess eldri tú verður, tess meira vaksa eygnabrýrnar beint upp eftir. Tess eldri tú verður, tess meira vaksa eygnabrýrnar beint upp eftir. Tess eldri tú verður, tess meira vaksa eygnabrýrnar beint upp eftir. Tess eldri tú verður, tess meira vaksa eygnabrýrnar beint upp eftir. Tess eldri tú verður, tess meira vaksa eygnabrýrna upp eftir og tað hjálpir einki at klippa tær tí so vaksa tær upp aftur skjótari beint upp eftir. Tess eldri tú verður, tess meira vaksa eygnabrýrnar beint upp eftir.

tirsdag den 3. juli 2012

MEIRA FRÁ AVÍTRÓTTARSERINGSFLOKKINUM

Tann nýggi flokkurin kann heldur ikki loyva at fólk renna á gøtum ella gongubreytum í Havn, men hinvegin er hann ikki so hjartaleysur, at fólk ikki skulu sleppa at motionera á henda hátt. Víst verður til gamla oyggjarvegin, har kunnu fólk renna. Tey skulu fyrst hava eitt renniloyvi frá kommununi og á renniklæðunum skal ein týðiligur tekstur standa um vandan við renning. Á rennitroyggjuni framman skal standa, at renning kann vera skaðilig fyri likam og sál og aftan á troyggjuni (bakinum) skal standa at rennarar kunnu síggja út sum um teir hava paranoia. Ein serlig takrenna, ein rennihattur verður eisini at fáa. Hetta er ein serligur hattur sum fær regnvatn at renna burtur frá rennaranum, so hann ikki verður alt ov vátur í okkara vátliga veðurlagi. Tó kann undantaksloyvi fáast, at sleppa undan at brúka rennihattin, um hann ikki klæðir rennaranum. Tað skal eitt samt Býráð døma um. Renniklæði kunnu keypast frá Rennideildini hjá Tórshavnar Býráð. Tað ber ikki til at fáa renniloyvi uttan fyrst at hava keypt lóglig renniklæði. Fólk sum renna uttan renniloyvi kunnu revsast við fongsli upp til tvey ár. Í fongslinum skulu tey minst átta tímar um dagin sita og seyma renniklæði.

mandag den 2. juli 2012

biography

it was only when I landed
that I realised
I was made of glass

and they swept
even the tiniest shards together
and put them all in
the recycling bin

that´s why I get around today
from the factory to the shops
and then to the household ´fridge
and when the housewife has used what
I contain this time
and rinse me thoroughly
she always lays me
in the recycling bin
so I will be reborn
many times yet
and never cut the dustman

so, dear consumer:
always keep nature in mind

always think of what
we see through

and so promise me one thing
never jump from high places
because it´s not certain
that you are made of glass

and despite everything
im not always too happy
about my contents
especially not when people
take the best before date seriously
then I often wish
that I were made of flesh and blood

from: navn nam við navn (1991)

lørdag den 30. juni 2012

TANN NÝGGI FLOKKURIN

Tá eg flyti aftur til Havnar fari eg stovna ein nýggjan flokk sum í fyrsta umfari skal stilla upp til kommunuvalið. Einasta endamál hjá flokkinum skal vera at avítróttarsera Havnina. Ítróttin fyllir alt ov nógv í høvuðstaðnum og hon ger bara fólk býttari og býttari og býttari. Býurin er eisini oyðilagdur av øllum møguligum vøllum. Hygg bara at Gundadali, tað er ein stór skomm at síggja sum tað sær út har uppi. Ljótt og smakkleyst við breakdansandi ljósmastrum. Landslagið er lagt í oyði. Fremmandafólk bera tað eisini upp á mál, tá hesin eygnakukkurin kemur fyri sjónina. Stadion í Tórshavn o tú forbarmandi Guð. Allar milliónirnar sum eru spiltar upp á allar fótbóltsvallirnar, ítróttarhallirnar, svimjihøll, rennibreyt. Alt bert til nøkur heilt fá at njóta. Nøkur fá sum droyma um at koma út í heim at tapa eitt heiðurligt úrslit. Ítróttin dálkar ikki bara sjónina, men eisini hoyrnina, tá tú lurtar eftir útvarpinum og hoyrir hesi andsleysu tíðindini um dagsins úrslit á ítróttarvølli. Upp í saman. Aftur og aftur. Vit kunnu spara nógv við at avítróttarisera býin. Men vit kunnu eisini rokna við at brúka nakað av pengum til viðgerðarheim til øll tey sum eru bundin av ítrótti. Hesi sum eru ídnir áskoðarar og fjepparar og sum sjálv aldrin hava dugað til nakra ítrótt. Hesi fólk mugu so viðgerast og læra um eitt meira innihaldsríkt lív. Tey skulu læra at lesa og hugsa. So tey kunnu brúka heilan til annað enn at fylgja við nøkrum sum renna aftaná einum bólti td. Í staðin skal Tjóðleikhús byggjast í Gundadali og trø plantast so dalurin veksur saman við Plantasjuni. Vit fáa eina park sum røkkur niðan á ringvegin og víðari yvir til Svartafoss, niðan á Ternurygg og oman í Hoydalar. Har kunnu havnafólk so læra seg at spáka. Hetta er í høvuðsheitum tað tann nýggi flokkurin fer at arbeiða við í Býráðnum og eg ivist ikki í, at tygum fara at velja flokkin hjá mær.

NEI TÚ

Nei tú, her stendur einki.

torsdag den 28. juni 2012

SPÆLT 4

og hygg hatta raska hvítur 5 hann skallar sum tað æt fyrr í tíðini ja hann stútar bóltin beint upp um tvørstongina eftir at hava fingið eina góða sending frá hvítum eg minnist ikki hvussu hann eitur ella hvat og nú hevur bláur 8 fingið ferð á bóltin sum rullar og rullar inn fyri føturnar á bláum 4 sum verður takklaður harðligani av hvítum 8 og hann liggur og venar seg á vøllunum oy oy oy sum hann hevur ilt eg havi ikki sæð sovorðið fyrr og hvítur 8 fær einki gult kort frá dómaranum eg veit ikki hví men kortini er fríspark dømt og bláur 4 langar bóltin inn framman fyri málinum og har er bláur 13 og hann oy oy oy saksasparkar bóltin í netið heilt fantastiskt saksaspark og dómarin hevur góðkent málið og hann er ikki skallutur og tað er jú nýbrot í hesi ítrótt og bláur 13 rennur út móti áskoðarunum og koyrir troyggjuna upp og buksurnar eitt sindur niður so undirbuksurnar síggjast og tær eru frá Tøting undirbuksurnar hjá bláum 13 sum saksasparkaði bóltin í netið er í ullintum undirbuksum frá Tøting og hetta verður ein gøla sum UEFA helst fer at gera okkurt álvasamt við ja helst fær bláur 13 hundrað túsund euro í bót og leikbann í ein dyst fyri at hava víst at hann spælir í ullintum stuttum undirbuksum frá Tøting í Gøtu sjálvandi oy oy oy ein ófatiliga góð reklama gøtumenn fara at selja milliónir ja milliardir av undirbuksum og oligarkarnir í bygdini fara at loypa sjóleysir upp frá við makreli í øllum holum meðan teir jubla og havnameistarin av Glyvrum fer at missa stubban úr munninum og namedroppa og tungatala alt í senn og teir fara at selja makrel í ullintum undirbuksum og vit vera øll millióningar og makrelgangstarar í ullintum undirbuksum frá Tøting ja øll her á klótini fara at ganga í hesum undirbuksum og eta makrel og nú er dysturin farin í gongd aftur og tað eru teir hvítu sum eru í álopi og nú sigur ein rødd í oyrnasnigili mínum at Tøting er ikki í Gøtu men á Eiði oy oy oy eitt vónbrot eg tími ikki at varpa henda dystin út meir hví hevur eingin briefað meg áðrenn dystin um at Tøting er á Eiði og ikki í Gøtu hvat skulu eiðismenn við so nógvum pengum nei tað hava teir ikki gott av og nú fer bólturin út av til horna og eg skíti á tað og sigi upp á staðnum!

tirsdag den 26. juni 2012

GØTUR

William hevur verið deyður í ein og tjúgu ár og eingin gøta er uppkallað eftir hann í Havn. Og so var hann heiðurborgari eisini. Janus og Hans Andrias hava verið deyðir upp aftur longur. Magnus Dam Jacobsen, Heðin Brú og Christian Matras eisini, eingin gøta sleppur at kallast upp eftir teir. Ella Karstin Hoydal. Og helst havi eg gloymt aðrar og bæði Jens Pauli og Steinbjørn er komnir aftrat.

Eg veit ikki hví tað er so. Nógvar nýggjar gøtur eru komnar hesi nógvu árini. Løgmenn eru uppkallaðir uppi í Hoyvík. Tó bara fornøvnini, men tað er frægari enn einki. Tá kommunan er so gírig kundi hon í tað minsta brúkt forbókstavirnar hjá skøldunum: W.H. Gøta til dømis. Ella J. H. O. D. Gøta. H. A . D. Gøta. Hvat við H. B Stíggjur? Ikki at blanda við B 36.

Helst fer onkur at skjóta upp at vit skulu kalla onkran rokskipara upp, ella onkran vinnulívsmann. Onkran makrelmafiosu av bygd, ið keypir gomul hús upp í Havn fyri at ríva tey niður. Skansavegur verður broyttur til Gulert Makrelsens Vegur.

Hví ikki bara kalla vinnutólini upp? Línubátagøta. Snelluvegur. Snurpunótatún. Hekkutrolaragøta (har vil eg ikki búgva, hoyri eg onkran siga)(ein gløggur lesari hevur longu skotið upp, at eftir sum eingin longur veit, hvat ein bøkjari er, so kann Bøkjarabrekka broyta navn til Hekkutrolaragøta og tá verða Jenis & Lindin samstundis sett skák og mát!), Nótabátavegur osfr. Fløkta Stampa Gøta. Húkatún.

Men eg veit ikki um tað hevur nakran týdning, hvussu gøturnar í Havn eita. Fólk ganga lítið á teimum og posturin kemur sjáldan. Hýruvognsførararnir vita eisini, hvar øll búgva. Og tú spyr heldur ikki eina gøtu, hvussu hon eitur, tá tú gongur á henni. Tú ert eisini alt ov nærsýntur, at síggja hvat stendur á gøtuskeltinum. Kanska skuldi gøtan kunnað sagt: "góðan dag, eg eiti Niels Finsens Gøta, hvussu eita tygum?"

søndag den 24. juni 2012

TANN NÝGGI FØROYINGURIN

Eg fari at fáa mær føroysk klæði. Og eg fari at læra meg øll kvæðini uttanat. Ein hjall skal eg eisini hava fullan av kjøti og tvøsti. Eitt áttamannafar og grindaknív. Og eg skal hava ein stóran fýrahjólstrektan bil. Men fyrst skal eg hava koyrikort.

lørdag den 23. juni 2012

SPEGL

dovna áin

bleiktrast av

jóansøkufýrverki

og pylsusnerkjandi báli



himmalin

er ikki eitt trotabúgv

av royttum fuglum



himmalin

er tann hæddin

har tú sært

at allir bilar

eru líkvognar

og at tann omandotni

onga meining hevur um tað



spegilin

fær ikki ilt av tí

hann sær

men tað ger himmalin

fredag den 22. juni 2012

SPÆLT 3

Og nú er hornaspark til teir gulu og 7 og 4 stútar bóltar snips á stongina og bólturin fer til hvítan verjuleikara sum gúppar bóltin langt inn á hina hálvuna og har er gulur 2 skjótur og sendir hann yvir til gulan síðhærdan 9 sum rakar dómaran í skallan so hann missir floytuna úr munninum og hetta er nokk so stuttligt tí í kvøld eru sjey dómarar og teir eru allir skallutir áður vóru teir bara fimm men tá tað er so torført at síggja um tað er mál tá bólturin fer upp í yvirleggjaran sum tvørstongin eisini nevnist og niður aftur so kann bólturin vera innanfyri og so hava teir fingið tveir skallutar dómarar aftrat og tað hevði ikki riggað í Føroyum tí í Føroyum eru teir skalluti ein minniluti ja føroyingar eru ikki nóg búnir at góðtaka teir skallutu sum minnilutabólk á jøvnum føti við tey hárutu og tað er eisini tí at hasin Jákupstovumaðurin ikki longur sleppur at vera vertur í Mælt meira so stutt eru vit komin í Føroyum og Rithøvundafelagið fer at geva Hanus Kamban handilshár við stálkambi í sjúti/sjútu ára føðingargávu so hann kann liva upp til eftirnavnið sum hann fekk sær tá hann bleiv seksti og dómarin sum fekk bóltin á sín skalluta skalla hevur dømt uppkast og nú er gulur 5 í álopi og dettur tí hvítur 8 setur fótin fyri hansara høgra bein men dómarin leggur einki í tað tí hvítur 8 er skallutur sum hann og gulur 5 er í øðini og kallar dómaran korruptan og fær tað gula kortið og sigur Omma tín við dómaran og so verður hann útskiftir við gulan 12 sum er ein sera góður skallutur spælari sum nú spælir sín tólvhundrunda landsdyst so tað er einki at siga til at hann er skallutur.

RØÐA VIÐ BÁLIÐ

skuggin sigur mær einki longur

eg viski hann burtur við spiki




sum eg tveiti á bálið

ið skapti skuggan

SUM FAÐIRIN

ruskposin

er altíð

fullur

av smáum

ruskposum

sum heldur ikki

eru heilt

edrúir

torsdag den 21. juni 2012

SPÆLT 2

Og so sparkar gulur 1 málspark, jú rætt er at gulur 1 er málmaður gløggi lesari, og bláur 12 fær høvdið á hann men so kemur hann fyri føturnar á gulum 4 sum sendir hann víðari til gulan 9 men tá kemur bláur 15 ímillum og langar bóltin framá og har eru fleiri um at fáa fatur á honum áðrenn hann fer út av vøllinum og so verður innvarp til teir gulu og tað er gulur 4 sum varpar bóltin yvir til bláan 6 sikkin ein helvitis idiot og nú eru teir bláu í álopi og tað er øgiligt sum teir loypa á men skamt uttan fyri brotssparksblettin liggur ein gulur eftir á á vøllinum og eymkar seg so sáran so øll taka synd í honum og hann roynir at geva bláum 6 skyldina men hesin sigur seg einki hava gjørt annað enn at runnið inn eftir við bóltinum og roynt at fingið hann í málið og hann kundi ikki gera við at ein sovorðin helvits idiot stóð í vegin og dettur og hann heldur seg ikki gera við at summi eru meira klossut enn onnur men dómarin tímir ikki at kjakast meir og heldur við eymkaranum sum sjálvur sleppur at sparka fríspark og hann er himmalfegin tí hetta er fyrsta fríspark hann sleppur at skjóta í hesi óendaliga longu kappingini og hann langar til og so bríkslar dómarin dystin av og tað eru áskoðararnir als ikki nøgdir við og fara at ýla um kapp og tveita vesipappír inn á vøllin.

onsdag den 20. juni 2012

SPÆLT

9 í gulum hevur øgiliga ilt. Liggur og eymkar seg á grasinum. Dómarin bríkslar í tað gula kortið og síðani í floytuna. Og tá fær hann enn meiri ilt. Tíggju mans við hvør sínari børu koma inn á vøllin. Og hann verður borin út av vøllinum á bert einari børu. Men tá eingin fær fríspark, reisir 9 seg upp úr børini meðan ein maður við spraydunki í hond sprænir á knæ hansara. Helst er hann stungin av einum mýggjabita og kann fara út aftur á vøllin. Og nú sendir 6 í gulum bóltin yvir til 8 sum eisini er gulur og tá kemur ein bláur 5 og sær út sum hann sparkar gulan 8 á skinnabeinið og gulur 8 dettur um á vøllinum við einum andskræmiligum ýli og veipandi ørmum og dómarin blæsur hesa ferð í floytuna fyrst og síðani gula kortið sum hann gevur bláum 5 sum ikki vil hava tað tí hann hevur ongar lummar og so fær hann tað reyða kortið og tað kann hann av somu orsøk heldur ikki taka ímóti og so biður dómarin hann fara út og bláur 5 takkar fyri, hann heldur seg hava gjørt nokk í dag.

mandag den 18. juni 2012

LIVERPOOL REYVPUL!

Sunn sál í einum sunnum likami. Var tað ikki soleiðis summir ítróttarfanatikarar og fimleikasadistar plagdu at prædika í skúlanum? At fáa eitt sindur av motión var ikki heilt av leið, men sunn sál? Aldrin. Tá veljast skuldi út til lið sum spælast skuldu ímóti hvørjum øðrum, var tað altíð onkur sum ikki slapp í part. Eg veit ikki um tað var sunnast fyri tann, sum ikki slapp í uppí part, ella teir/tær sum sluppu. Flestu ítróttargreinar snúgva seg ikki so nógv um spælið sjálvt, men um kríggið. Ítróttur er meiri kríggj enn spæl. Og fyri tann sum er við, er tað heldur ikki altíð so stuttligt longur, tað síggja vit tá teir liggja og eymka seg á vøllinum, ella ætla at kvala dómaran tí hann dømdi off-side. Fótbóltspælararnir. Tí hjá teimum snýr tað seg um lív og deyð og eina helvitis rúgvu av pengum. Tey sum fáa best burtur úr ítrótti, eru tey sum fáa pengarnar. Serliga fótbólturin er vorðin tann nýggja religiónin (í harðari kapping við kelidýrareligiónina). Hygg bara hvussu fótbóltsspælarar signa seg áðrenn teir fara á vøllin og áskoðararnir sum biðja við himmalvendum eygum, at teirra homoerotisku gudar skulu vinna.

Í hesum døgum er fótbólturin á skránni. Hetta spælið sum í okkara parti av heiminum hevu meiri at siga enn alt annað. Sjálvt um hetta ikki er nakað serliga intelligent spæl. Heldur tvørturímóti. Fótbólturin mennist ikki. Tá tú sær ein góðan fótbóltskamp, veitst tú, at tú hevur sæð hann fyrr á ein ella annan hátt. Eisini tá tú sært ein vánaligan. Ítrótt mennist ikki. Hon stagnerar og fær fólkið somuleiðis at stagnera og øsa seg, sum um sjálvur Goebbels prædikaði fyri teimum. Heilin verður koblaður úr. Tann einasta endurnýggingin av fótbóltspælinum, eg havi sæð, var tá Zidane í EM kappingini í 2008 stútaði ein italskan spælara í bringuna, tí hesin tosaði ljótt um systir hansara. Tað nýggja var, at hann stútaði bringuna og ikki nøsina.

Nú mást tú ikki halda at eg eri fullkomiliga fótbólthatari. Mær dámar væl at síggja ein góðan dyst. Er hann ikki góður, sløkki eg. Nei, eg havi ikki sæð ein fótbóltsdyst live í 30 ár. Men eg eri fyri tað mesta líkaglaður yvir, hvør ið vinnur. Bara dysturin er spennandi og stuttligur. Men at brúka allan dagin til fótbólt, tað havi eg hvørki hug ella tíð til.

Teir flestu fótbóltsidiotarnar, eg kenni, eri slíkir sum ongantíð blivu valdir at spæla. Onkur slapp kanska at sita á beinkinum, meðan onkur annar slapp at vera linjuverji. Hesir liva og doyggja fyri fótbóltinum til sín doyggjandi dag. Tað má hava okkurt við masochismu at gera.

Minnist niðri í kioskini hjá okkum, í hálvfjersunum, hvussu ídnir menn vóru at trætast um HB ella B36 ella KÍ. Serliga mánadagar. Og tað var í lagi sjálvandi, at tað verður tikið upp dagin eftir at dystur hevur verið spældur. Men so eru tað teir víðgongdu, sum fóru í holt við at messa um Manchester United og Liverpool. Hesar typurnar sum hvønn leygardag sótu við oyranum móti lurtinum og hoyrdu fótbóltsdystir sum BBC varpaði út. Og so øll hesi nøvnini. Mann skuldi trúð, at teir sjálvir høvdu verið á staðnum, og at teir kendu allar spælararnar persónliga. Eg bleiv oftast troyttur av at hoyra upp á tað, minnist eg, so einaferð, tá eg fór inn at kasta mær av vatninum inni á vesinum yvir av kioskini, tók eg tusjpennin upp úr lummanum og skrivaði við stórum bókstavum uppi yvir pissoiarinum: LIVERPOOL REYVPUL! Eg hugsaði ikki meir um tað, enn at eg hevði skrivað tað. Ikki nakað serliga stuttligt, eg vildi bara av við frustratiónirnar, at trøllvaksnir menn einki annað vistu at prátu um, enn fótbólt. Eina tíð seinni í dansinum, Klubbanum, kemur ein av hesum fanatisku fótbóltsidiotunum, sum aldrin hevði, og hevur, gjørt annað enn verið fótbóltsidiot:" Veitst tú hvat, ið stendur skrivað á vesinum niðri í kioskini?" Nei sigi eg, sum longu hevði gloymt tað eg hevði skrivað. "Jú har stendur LIVERPOOL REYVPUL ha ha ha ha!" Og hann var um at forkomast sum hann helt tað vera stuttligt. Eg segði bara "ja so" og einki um, at tað var eg, sum hevði skrivað tað, tí so helt hann bara, at eg helt við Manchester. Og so fór hann vinglandi víðari ímillum dansifólkið rópandi LIVERPOOL REYVPUL!

Men føroyingar eru neyvan teir mest fanatisku fótbóltsfjappararnir. Bretar eru jú herviligir, men longur suður tú kemur er tað beinleiðis lívshættisligt. Í Italia serliga.Minnist tá frú og eg vóru á veg norður til Ravenna, skuldu skifta tok í Bologna, men vit vóru steðgaði av nøkrum politistum við lurkum sum bóðu okkum bíða, til teir høvdu bankað nakrar Laziofjepparar inn í tokið sum skuldi til Roma. Ella tá vit komu til Venezia, gistingarhúseigarin sum beinavegin fór at tosa um fótbólt, tá hann skilti at eg var føroyingur. Og tá eg segði at eg legði ikki so nógv í fótbólt, segði hann, at tað mátti eg ikki siga við nakran í Italia, tí har skilir eingin persónar, sum ikki hava áhuga fyri fótbólt. Og tá eg so seinni aftur bleiv innlagdur á sjúkrahúsi í Roma, var tað EM endaspæl í fótbólti. Eg slapp ikki sjálvur at hyggja tí allir remote controllarnir vóru stolnir og eg mátti liggja stillur í seingini við nógvum fepri og hyggja uppá ein stóran katólskan kross. Og eg hoyrdi av og á geylan úr øðrum stovum og einaferð kemur ein sjúkarsystir av kallkyni inn til mín og argar meg við at Danmark nyttar ikki ein lort og serliga ikki Peter Schmeichel og eg royndi at forklára honum, at fyri tað fysta so eri eg ikki dani og fyri tað annað skíti eg á, hvør ið vinnur ella tapur. Men hann vildi ikki trúgva mær, tað bar ikki til, at eg var soleiðis. "You must be sick". Segði hann. Og tá orkaði eg at flenna.

MÆLT

Mega mega mega. Gnis gnis gnis. Mega mega mega. Gnis gnis gnis. Mega mega mega. Gnis gnis gnis. Mega mega mega. Gnis gnis gnis. Mega mega mega. Gnis gnis gnis. Mega mega mega. Gnis gnis gnis.


Stílur verður aldrin eitt føroyskt orð.


Men at avmynda ein trummusláara frá einum vinkli so hann líkist Mr Bean, tað duga teir mega mega mega gnis gnis gnis væl.

søndag den 17. juni 2012

LÍKSKOÐAN

skallin var

tikin av


og har

var eingin

heili



men fiskiloyvi

kontonummur

og loynitøl

pyntað við

gimsteinum

torsdag den 14. juni 2012

PAKKI

Onkur hevur verið her við einum pakka. Einum øgiliga lítlum pakka. Einum snøggum vælpakkaðum pakka. Einum fittum pakka. Einum lítlum fittum vælpakkaðum pakka sum lá upp ímóti úthurðini hjá mær. Einum pakka pakkaðum inn í gráum pappíri sum er brúnt. Einum fýrakantaðum pakka. Einum fýrskantaðum pakka. Einum ferhyrntum pakka. Einum sovorðnum pakka tú ikki hevur hug til at pakka upp, tí so verður hann ikki ein pakki meir.

mandag den 11. juni 2012

HVAT KANN RØRA HJARTASTREINGIR

Tá kroátar sungu tjóðsangin, helt hvør einasti spælari hondina fyri sítt hjarta. Tríggir minuttir eftir dystabyrjan høvdu teir longu skorað fyrsta málið ímóti Írlandi. Og teir vunnu dystin 3-1.

So eini góð ráð til føroyska landsliðið, tá tað aftur fer at dystast: haldið báðar hendur á hjartað, tá tit syngja "Tú alfagra," men fá tað ikki at síggja úr sum um tit hava fretstingir, tí so veit eg ikki um tit fara at vinna.

fredag den 8. juni 2012

ÓLAVSØKUVEÐUR

Ólavsøkuveður. Og eg hætti mær ikki so væl niðan á Netto Golgata á. Men so kom eg at hugsa um mín góða regnjakka, sum er so deiliga behagiligur at vera í. Tað er eins og at vera í sínum egna húsi, meðan regnið dýkir á hettuna.

Men hvat havi eg annars at siga til alt tað, rekandi er komið til mín úr útnorðri? Ein framsýning letur upp í sokallaða Listasavninum, og tann framsýninginum hevur eitt sera fantasileyst og fimsut heiti: Summargluggin. Hví ikki Summarskorsteinurin, Listasavnið hevur ein so fínan klænan, svartan skorstein, sjálvt um hann ikki er úr steini. Møguliga er tað tí at Savnið hevur so fimsuta leiðslu at framsýningarnar eita sovorðið fimsut, tað næsta verður helst "vetrarhugni". Óli hin Vikkuti hevur kræddað sær bingjurestir frá Tróndi Kirkjubíggjarmanni og ætlar at selja tær í leysari vekt. Kanska eitur hetta áh so provokerandi verkið: Platt, Plattari, Plattast. Nei ikki er tað stuttligt, men einaferð hoyrdi eg Óla hin Vikkuta siga, at Tróndur kundi verið góður at reinsa skorsteinin á Listasavninum við. Góður pípureinsari líkasum.

Og tað er víst mentanarnátt. Og tað mugu tey fegin halda fyri mína skyld. Men eg skilji á lagnum, at hetta er bert mentanarkvøld. Tað hevði verið nógv stuttligari, um tiltøkini vóru alla náttina hóast hon ikki er so long hesa ársins tíð.

Og tey fara at spæla mainstreamcounty í Sørvági. Fleiri Jesuscountrysangarar við djúpari reklamurødd sungu sín hjartanemandi, knarrandi boðskap í Kringilingvarpinum í morgun. Tá teir koma heim aftur úr Vágunum, verður boðskapurin heldur meiri drynjandi. Og fíggjarmálaráðharrin skal spæla á stolnum guitara. Har verður ein gremjan, kann eg ætla. Hoyrdi onkra smørrødd royna at syngja blues. Tað var beinleiðis blasfemiskt. Tá føroyingar syngja ella spæla, so royna teir at gera tað akkurát sum útlendska fyrimyndin ger tað. Og tað er í lagi um eisini eitt lítið sindur av sál er aftanfyri. Men at ljóða sum ein sjálvur, eru tað enn alt ov fá ið duga. At leggja sítt egna í framførsluna. Men hatta vita tit alt um.

Og Kaj Leo fer at eta døgverða við kinesiska despotinum Hu Jintao. Hann ætlar at fortelja hesum fólkaríka manni um føroyskt vinnulív og oljuboringar. Søgan sigur einki um, hvat Jintao ætlar at fortelja Kaj Leo. Um sølu av innvølum frá avrættaðum fangum kanska?

Kaj Leo gongur enn í sama slipsi sum tá hann bleiv løgmaður á fyrsta sinni. Haldi hann skuldi lænt eitt frá Heðini Mortensen, sum hevur minst eitt slips til hvønn dag í árinum. Nei, helst er tað eitt vánaligt hugskot, tí so fer Heðin at krevja, at hann sleppur við at eta rís saman við Jintao og Leo og var Drotningin ikki eisini boðin við? Hann kundi eisini vent slipsið á ranguna, so sær tað út sum eitt heilt annað.

Nú gevist eg á hesum sinni, tí eg fari í mín deiliga regnjakka, men - hvør veit - kanska leggi eg okkurt aftrat seinni.

onsdag den 6. juni 2012

ENDURKENNING

hann er vátur

roykir

og spælir klaver

leingist eftir

at fylla tómleikan út

við apukattalótum

sum kunnu geva honum

vónina aftur


soleiðis havi eg

eisini havt tað

men eg spældi orgul

mandag den 4. juni 2012

PRÓVTØKUTULKING

Annaðhvørt skrivar tú einki ella antin.

Tú leggur pappírið men ikki pennin og borðið er fult.

Lívið er ein møguleiki og tað er møguleikin ikki.

Stalin helt at mannablóð var vodka.

Mítt ríki hevur hvørki drotning ella kong og eg spæli aldrin kort.

Summarið er kalt.

Tað var tá hann hugdi at hann einki sá.

Jólini eru eitt grindadráp sum leingist eftir s t í l i.

Longsilin er eitt tjaldur við likkuunga í búkinum.

Tað larmaði illa í oyrunum hjá Van Gogh og hann skar bara oyrnalippuna av sær.

Tann eydnuríki setur seg sjálvan í bankan.

Føroyingar skilja bara fýrakantar men tey fýrakantaðu skilja ikki føroyingar.

Skjótt havi eg einki sagt.

Bispur heldur at tað er fínt at siga "jaligt" og "neiligt".

Tey henta ber og verða nakin.

Onkur skundar sær eftir nøkrum.

Hon kitlar ein múr og fær nýggjar negl.

Skógvurin gav hugflognum sjóverk.

Mánin fer ongantíð rættiliga á rull.

Tøgnin kvaldi eitt skýggj.

Hann hevur verið í øllum londum sum hann dugir uttanat.

Fótbóltsspælarin segði altso men meinti altso altso.

Deyðin er ein vegur sum asfalterar seg sjálvan við kókandi skuggum.

Tey sum einki siga heilsa við vatni.

lørdag den 2. juni 2012

TANN TRIÐJA STJØRNAN

Tá eg seti niður meg í tokinum og reisi meg upp aftur beinanvegin tí ein sum situr yvir av mær lesur eina krimibók. Og ikki bara eina krimibók, men eina femikrimibók. Tá má eg viðganga at eg ikki egni meg at vera saman við, ella bara í nánd av, einum og hvørjum.

Sama, tá eg komi inn til fólk. Tað fyrsta eg geri, er at hyggja eftir bókunum, um tað yvirhøvur eru nakrar bøkur. Eru ongar, so fái eg tað ringt. Fari at sveitta og skelva og tosa svart. Og eru tað bara krimibøkur og metseljarar, so er næstan líka ringt. Tá finni eg uppá eina umbering, at eg hevði gloymt okkurt heima við hús og eri noyddur at fara í stundini. Ringast er, um eingi yrkingasøvn eru at síggja, tá hugsi eg um at beina fyri mær. Og eg leggi einki í, um fólk ikki hava mínar egnu bøkur, tær lesi ikki uttan at eg skal lesa tær hart upp í onkrum sambandi.

Tað er ikki lætt hjá mær at vera saman við bókaleysum fólki. Eg bæði vanvirði tey og havi samkenslu við teimum. Alt í senn. Tað er ikki gott at vanvirða fólk, so eg haldi meg helst burtur frá fólki. Tað er ikki nøkur góð kensla. Og tað ber heldur ikki til at hava samkenslu við øllum allan dagin langa. Og tað hjálpir ongum at taka synd í teimum.

Herfyri kom eg inn í eina íbúð, har ringt var fáa eyga á nakra bók, men so var kortini ein bók har. Legði ikki merki til hana beinanvegin, tí hon var so stór og tjúkk. Tað var ein kókibók frá Noma. Tiltiknu tveystjørnaðu matstovuni á Norðuraltlantsbryggjuni. Har 32 kokkar standa rundan um ein stóran talerk og flyta nakrar nasakukkar aftur og fram á telerkinum, meðan ein næstan psykopatiskt rópandi meistarakokkur happar undirkokkarnar, tí nasakukkarnir ikki liggja nóg estetiskt á telerkinum. Og fyri at gera tað upp aftur estetiskari, koma aðrir 32 kokkar við einum sýruleggi, sum hundar og kettur hava migið á, at leggja undir liðina á nasakukkunum. Samstundis stendur meistarakokkurin og ýlir og bannar uppi yvir undirkokkunum. Tí hann skal hava tað triðju stjørnuna. Og ein nasakukkarættur kostar fleiri túsund krónur. Og tað er tjúgu ára bíðilisti, um tú ætlar at bíleggja borð á nasakukkastovuni á Norðuratlantsbryggjuni.
Minnist væl tá talan var um at lata henda nýggja norðuratlantiska mentanarstovnin upp á bryggjuni. Helt sjálvur, at tað var frálíkt hugskot, tí Føroyahúsið var ikki nóg gott, eitt nú til framsýningar. Men spell var, tá stovnurin læt upp, tí tá vísti tað seg, at tað er einki frægari enn Føroyahúsið, satt at siga verri. Har er bara eitt rúm sum kann nýtast til framsýningar. Men ikki øll sløg av framsýningum. Restin av húsinum er bara skrivstovur og upp aftur fleiri skrivstovur hjá teimum trimum londunum. Uppi á loftinum er eitt høli til konsertir men tað er heldur ikki verðins besta. Men tað hølið sum nasakukkamatstovan hevur, hevði verið væl egnað til framsýningar. Og uppi yvir nasakukkamatstovuni var eisini eitt høli, men tað hevur nasakukkamatstovan fingið til nasakukkastarvstovu at finna uppá nýggjar nasakukkauppskriftir.

Og hvussu verður so, tá tann triðja stjørnan eisini er komin í hús. Fær so nasakukkamatstovan allan bygningin? Eg haldi at tað hevði verið nógv betri, at tveitt nasakukkarnar út og latið ein pylsu- og shawarmavogn staðið uttan fyri. Tróndur Patursson kundi sniðgivið vognin. Eri vísur í, at so høvdu nógv fleiri fólk komið út á Bryggjuna. Pylsur og shawarma metta eisini nógv betur enn nasakukkar.
Neyvan er tað nøkur grund at leggja aftat, at áður nevnda stóra og tjúkka bók frá
Noma við nasakukkauppskriftum, og sum meistarakokkurin hevði skrivað, fekk meg at venda á hælinum í áðurnevndu íbúð, og eg havi ikki verið inni hjá fólki síðani.

torsdag den 31. maj 2012

SVART BLÓÐ

Nú fara teir aftur at bora eftir Satans blóði. Marglæti er ein trotvøra í Føroyum. Móðir Jørð er ikki nóg væl dálkað. Okkurt skulu vit hava at kríggjast um. Hvat sigur Miðflokkurin. Nær fer hann at krossfesta Makrelin og drekka av Satans blóði? Tað hevur hann langt síðani gjørt. Hoyrdi eg onkran siga.

søndag den 27. maj 2012

TRIALDIRI HURRA

Nú skulu føroyskar bókmentir aftur gerast sjónligar uttannlands.

Vit skulu á bókamessu.

Í Göteborg.

Í fjør vóru vit í Frankurt og tá fingu vit heldur einki burtur úr.

Føroyingar eru jú frammanundan herviligir at stuðla sínum bókmentum.

Herfyri fekk ein starvsløn fyri at skriva eina ævisøgu um ein pápabeiggja sum var kendur fyri at vera V4sangari og Kaggalimur. Ein journalistur fekk eisini eitt ára starvsløn fyri at skriva um okkurt líknandi (egin giting).

Eg kann væl hugsa mær, hvussu stutttligt kjakið í Danmark hevði blivið, um td. onkur fekk legat frá Statens Kunstfond fyri at skriva ævisøgu um eitt nú Keld Heick ella Jodle Birge.

Í Danmark og øllum øðrum londum krevst, at ein umsøkjari, um hann skal fáa stuðul frá landsins listagrunnum, hevur givið nakrar bøkur út. Minst tvær. Ella í minsta lagi hevur víst eitt ávíst talent. Men í Føroyum tykist kravið vera, at viðkomandi bert skal hava almannakunngjørt eitt lesarabræv ella nóg illa tað. Og tað krevst heldur ikki so frætt sum at hava skrivað eitt lesarabræv fyri at blíva limur í Rithøvundafelag Føroya.

Av somu grund fáa tey sum skriva fagrar bókmentir og arbeiða við list og hava verið við at gera Føroyar sjónskar, einki frá føroyska mentanargrunninum. Í Føroyum er tað sera umráðandi at vera dilletantur. Tað hevur størri týdning at býta pengarnar út til fólk sum einki listarligt hava fingið av skafti. Fólk vilja jú hava bøkur við fotomyndum á hvørjari síðu og málningar har beinanvegin sæst hvat motivið er. At er av eini oyggj td.

Altíð, tá okkurt er skeivt verður sagt, at ov fáir pengar eru til mentanina.

Ikki í hesum føri.

Tað eru væl av pengum í menatanargrunninum, men tað kundi verið fleiri.

Men upphæddin er ikki problemið.

Problemið eru tey sum sita í nevndini í Mentanargrunni Landsins.

Tey eru fullkomiliga inkompetent.

Tey eru dylhøvd burturav.

Høsnaheilar uttan visiónir ella áræði.

Og hvør eru so tey, sum sita í nevndini?

Jú.


Har situr sum formaður(!) ein ignorantur (eftir øllum samrøðum við viðkomandi í miðlunum at døma) juristur úr Havn sum eisini er formaður; og so er ein maktsjúkur betongheilafeministiskur beinetari av Setrinum/Læraraskúlanum; ein vambarkona úr Skálavík; ein dansktopslíkissangari úr Klaksvík og so sum rosinan í pylsuendanum : ein falleraður studentur í Kringvarpinum sum nóg illa veit, hvat hann ger har.

Hesi siga hvørji føroysk listafólk skulu hava rætt til at liva og at virka. Og tað er eftir øllum at døma ikki galdandi fyri tey, sum frammanundan gera Føroyar sjónligar og eru virkin innan sítt listarliga øki. Nei. Tað eru dilletantarnir, og so onkur aftrat sum fær eitt hugskot at skriva eina vælseljandi bók til jólasøluna.

Hetta eru Føroyar.

Dilletantutu Føroyar.

Sum ikki virða tey sum arbeiða fyri Føroyum.

Dilletantan Føroyar sum elskar síni maktsjúku ulkuhøvd.

Trialdiri
tí at vit arbeiða fyri tí føroyska málinum.

Trialdira
tí at vit hava eina føroyska myndlist.

Hurra
tí at vit syngja á føroyskum.

Trialdiri.

Trialdira.

Fyri at gera Føroyar sjónskar

fært tú ikki inn í eygað.

Trialdiri.

Hurra.

Tó mest.

Fyri
Se og Hør.

Og teimum
sum ikki hava gehør.

fredag den 25. maj 2012

MÍN JÓLABÓK

Pínadøturnar um eg ikki havi fingið Mína Jólabók sendandi við postinum. Aftur. Helt at eg var sloppin av við haldaragjaldið við at lata vera við at gjalda, tí eg ikki fekk tey fríeintøk, eg hevði - og havi - rætt til, tá eg havi latið tilfar til hetta fortíðarritið. og eitt inngjaldingarkort à krónur 172,00 fylgir við. Var eg roykjari, so visti eg eisini, hvussu nógvar sigarettir eg kundi keypt fyri 172,00 krónur. Ein ungur kirkjubíggjarmaður av Kamarinum hevur gjørt permuna sum minnir um tað psykodeliska trixið í trýssunum, at sletta vatn á eina glasplátu sum við einum av hesum ljóstólunum bleiv varpað uppá ein vegg ella lørift og so sá tað livandi út, serliga um tú hevði roykt okkurt serligt slag frammanundan. Her er tað helst blóð sum flýtur, ávirkað av nøkrum yrkingum aftast í ritinum til minnis um óhugnaligu ógerðina 22. juli í fjør. Slíkar skelkandi hendingar fáa fólk eisini at vísa sínar kenslur á ymsan hátt, onkur ger eina mynd og onnur, sum her í ritinum. skriva yrkingar. Og tað mugu tey fegin gera, men eg haldi ikki at tey skulu lata slíkt til eitt tíðarrit sum Ven øh Mín Jólabók. Yrkingarnar høvdu hóskað betri á andlátssíðunum í Dimmu. Tá eg lesi slíkar spekulatiónsyrkingar og annars yrkingar við politiskum innihaldi, tykir mær tað sum um, at tann sum skrivar fegin vil vísa at hann ella hon hevur nakrar góðar/rættar meiningar og er eitt gott fólk. Slíkt skapar sjáldan skaldskap og tað er hetta nettupp ikki, sum Mín Jólabók setur á borðið fyri okkum. Og tað er lítil uggi, at norski forsætisráðharrin, ikki dugir føroyskt, tá so nógv onnur duga tað.

Og Aksel Tórgarð hevur týtt yrking eftir Kipling, álvartos Aksel, eg veit væl at tú ert deyður, men kundi tú ikki funnið uppá okkurt annað at týtt í 2012, enn Rudyard Kipling til eitt fortíðarrit sum skal eitast at vera eitt nútíðarrit. Eg havi mangan verð argur um, at ein meistarligur týðari sum tú, brúkti so nógva orku at týða td. Tolkien, hetta triviallitterera fantasyfjasið, sum longu áðrenn tað er b-filmhoolywoodiserað, e r b-filmhoolywoodiserað. Eg hevði ynskt, at tú brúkti meiri orku uppá Shakespeare, sum tú eisini dugdi væl at umseta. Og tú gav okkum eisini Lewis Carroll, og takk fyri tað, og fyri Apokrýfisku bøkurnar. Havi ein illgruna um, at tú hevur verið í samband við Kipling har uppi. Kundi tú ikki eisini fingið samband við Shakespeare? Ella er hann bannlýstur í erva?
Og blaða vit víðari í hesi jólabókini, nú vit eru við týðingarnar, so er eisini ein annar heilt góður týðari har við einum teksti, fyri hundrundu ferð, eftir Edgar Allan Poe, sum hann hevur týtt og týðarin er Hanus Kamban. Hann er dugnaligur og hevur gott máloyra. Sum smádrongur ferðaðist Hanus nógv hjá skyldfólki í Skúvi nei Skúgvi, og tað ávirkaði hann so mikið nógv, at hann fór at tosa skúvoyarmál. Og hann tosar tað so mikið væl, at sjálvt Edgar Allan Poe, Shakespeare og meiri triviellir høvundar sum Ray Bradbury, Trille og Arthur C Clarke tosa skúviskt. Tað svitast ikki at Edgar Allan er ein klassikari, men tað er ikki serliga spennandi at síggja hann í øllum føroyskum mentanarligum tíðarritum sum hava sæð dagsins ljós og myrkur seinastu øldina. Tað verður blídliga sagt trivielt. Er tað ikki í tøkum tíma, at alt hansara verk kemur í bók á føroyskum? Og átti Hanus sjálvur ikki skjótt at umsett meira av Shakespeare? Skjóti við hesum upp at landskassin letur Hanusi 300,000 krónur árliga at týða allan Shakespeare lidnan.

Alexandur hevur týtt eina yrking eftir Gunnar Ekelöf "Ognað", tittulyrking úr hansara øðrum savni "Dedikation" frá 1934. At hugsa sær allar tær góður yrkingarnar Ekelöf yrkti síðani tá. Henda hevur helst verið løtt at týða, so tá ritstjórarnir hava biðið um tilfar, so eitt-tvey-trý so er handa yrkingin týdd. Og hon er væl týdd. Alexandur Kristiansen er frálíkur týðari og hevur gott bókmentaligt tev. Hann hevur ikki snorbremsu sum summir umsetarar. Tað er heldur ikki gott fyri anda- og andsevnini at ganga við einari bust undir nøsini, og tá kann ein eisini lætt koma at umseta triviallitteratur sum science fiction, fantasy og krimi.

Tað var ikki meiningin at ummæla Jólabókina. Hetta er altso ikki eitt ummæli. Men har er ymiskt annað at lesa. Føroysk prosa, sum er minst líka so góð sum prosan eftir Gyrð Eliasson, sum fekk Skandinavisk Litteraturpris í fjør, og Carl Jóhan Jensen hevur umsett, og hann heldur heilt sikkurt at Gyrðir er genialur. Carli heldur at allir íslendingar eru genialir, bara tí at omma hansara dugdi at siga jau.

Og tað er Arnbjørn sum skrivar tríggjar søgur um sítt alter ego Albert og hann er bankamaður og Arnbjørn er bókavørður og tað er jú næstan tað sama, í øllum førum líka keðiligt. Og nú má Arnbjørn skjótt koma við hasi bókini um Albert.

Sum sagt er hetta ikki eitt ummæli, so eg havi onga skyldu til at nevna øll, men av teimum gomlu sum týddir eru, tykist týðingin hjá Gunnari Hoydal av Wordsworth kærkomin. Hon fekk meg at leita eftir Wordsworth collected sum eg fekk frá vermóður á sinni. Men eg havi enn ikki (vegna bókstavsligan óordan) funnið hana so eg sleppi enn ikki at samanlíka.

Har eru eisini yrkingar. Sissal Kampmann hevur yrkingar, sum høvdu verið upp aftur betri, um hon ikki aftur hesi ferð brúkti sítt yndis ópoetiska orð rastloysi. Men hon er nógv tann besti kvinnuligi yrkjarin sum yrkir á føroyskum. Fyrigevið mær, at eg kom inn á kynið - kvinnuligi - tað dámar mær als ikki, men eg geri tað tí at Sissal nettup ikki skrivar so gentuliga, sum so nógvir kvinnuligir lýrikarar gera. Hon er á einum hægri støði.

Tekstirnir hjá Marjun Syderbø Kjelnæs eru heldur ikki at forakta og Vagnur Streymoy er betri enn hann hevur verið og nú fari eg út at sláa grasið, meðan eg hugsi um, at eg gloymdi at nevna góða gamla Lorca sum eisini er við í jólabókini.

Og so er bara at vóna, at næsta nummar av Míni Jólabók ikki verður fylgt við ymiskum brúðarvísum.

Og at tit næstu ferð gera okkurt við handa satsin. Serliga prosan er tung at lesa við hasi skriftini. Og handa strikan, ella brettið, ella hvat hundan tað eitur í erva á síðuni er bara giggens. Og hví lokka tit ikki onkran at skriva eitt lívligt essay, ella bæði tvey? Nú má lív koma í, áðrenn næstu jól sum brátt eru í hondum.

HITASTIG

og so hevði eg aftur

eina av hesum marrunum

eg altíð fái tá tað er heitt

og tungt er at anda

knappliga fekk eg

eina spann av mjørka stoytta á meg

og tá helt eg meg vera í føroyum

og marran bleiv upp aftur verri

tí eg havi aldrin kent meg vælkomnan har

so heldur hava marruna

og ynskja mær sjálvum vælkomnum

tá eg aftur vakni

í tí hjartaliga sveittanum

onsdag den 16. maj 2012

NU FLYYYVER JEG TIL MÆÆÆÆÆ NÅÅDE

Kingojarm í Tjørnuvík saman við tí prátandi gummistivlanum Søren Rygeost. Hann roynir at gera alt til eitt frílandsmuseum, sjálvt um hann líður av hæddaræðslu og ikki kennir mun á turrum og røstum kjøti. Og so verður jarmað meira kingo aftur við flettingini. Og so seyðaauktión við einum auktionarius, í føroyskar reyðhúgvu, sum sá út sum hann hevði svølgt eina heila kúgv og eina fýravetursær beint áðrenn uppboðssøluna. Og so upp aftur meiri kingojarm. Og so skal prátandi gummistivlin gera seg upp við at bjóða uppá eitt tjógv. Keypir sær vinir líkasum. Og so upp aftur meiri kingomææ. Og Kingo hjálpi mær um ikki eisini harmonikutónar í túninum aftur við klaksvíksøli. Og eina idylliska sunnudagsmorgunmynd av Føroya vakrastu bygd við ulla- og sparlasmakki í munninum. Segði hann Føroya vakrasta bygd? Hasin gummistivlin hevur neyvan nakrantíð verið í Skopun. Og so kingojarm í kirkjuni eisini. Helst er tað gott afturvið timburmonnum. Jamen eru føroyingar ikki sera nútíðarmentaðir?

ÓLOP

Einki bendir á at Kristi Himmalsferðardagur verður lopin um í ár so eg tími ikki út at renna.

søndag den 13. maj 2012

MÓÐIR HAVN

Móðir Havn

Tú sum ert í Føroyum

Heilagur veri Hann, tú ert uppkallað eftir

Komi ikki mjørki tín, hvørki á Himli ella úti á Glyvursnesi

Gev okkum í dag okkara dagliga fótbólt

Og fyrigev okkum allar bilarnar
so sum vit eisini fyrigeva øllum teimum
sum ikki tíma at ganga

Leið okkum ikki sum smábørn,
men frels okkum frá tí illa gjørda

Tí at Tín er skommin,
tá Krotusmiðirnir hava skitið
í allar blæur.


Amen?

KLUTUR

Tá hann hoyrdi orðið mentan, tók hann kambin upp úr reyvalummanum.

torsdag den 10. maj 2012

LAND

Det får ikke mit pis i kog, at enn ein sentimentalur greinskrivari brúkar yvirskiftina "Grát mítt elskaða land". Henda so ofta brúkta yvirskriftin man helst hava okkurt við landást at gera.

Fór niðan á Netto, Golgatha á, fyri fyrstu ferð í hesi vikuni. Í bíðirøðini framman fyri stóð ein av hesum, sum verða kallaðir nakað, eg ikki brýggi meg um, tí eg havi altíð havt stóra samkenslu við hesum fólki, men tit vita, luktar eitt sindur av turrum landi og sprutti (kundi sjálvandi bara sagt ein tystur maður, tað ljóðar so óskyldugt). Hesin hevði ein Bjørnebryg í hvørjari hond. Framman fyri hann var ein kona við yvirfyltum innkeypsvogni. So tað tók sína tíð at fáa alt upp úr vogninum, so tann tysti frammanfyri kundi sleppa framat og út at fyllast við sínum týdningarmikla brennievni. Tá umsíðir daman hevði tømt allan vognin, letur so í hesum tysta:"nu håber jeg at du har nok toiletpapir derhjemme, for du kommer at skide rigtig meget, når du har guffet alt det der i dig!"
Konan tímdi ikki at svara honum, men sendi honum eitt vanvirðisligt eygnakast.
Eg haldi, at hon kundi bara svara, at hon ikki ætlaði at eta alt beinavegin og at hon ikki skuldi eta alt sjálv. Men hon er ikki eg, og eg skal ikki eta tað. Hon kundi eisini takkað fyri áminningina og farið eftir einum pakka av vesipappíri, so bíðitíðin hjá tí tysta bleiv upp aftur longri.

Hetta havi eg so upplivað í dag.

Í gjár upplivdi eg at ein vípa var komin inn í uppgongina og fann ikki út aftur.

Dugir hann bara at skriva um lort!

Bíða bara, tað verður verri enn!!

torsdag den 3. maj 2012

HVí SKULU VIT PÍNAST SO ?

Ein hinskyndur kyndir undir hini við hvørfalspinnabrenni. Ein samkyndur kyndir undir Sam. Men hvør er Sam? Vilja okkara máltøssarar brenna fólk? Einkjubrenning? Einkjumannabrenning?

Nei, teir brenna mál við at sløkkja tað.

Hví hava vit so nógv nýbýtt orð á føroyskum? Hvat hava vit gjørt teimum sum hava gjørt tey? Hví skulu vit revsast við hesum ræðuliga skróvi?

Krímkenda ljótyrðið "toymi" td. sum eg júst nú skrivaði á fyrsta sinni og aldrin aftur fari at nevna. Ella óvanliga ljóta knortlorðið "gegni" sum fær meg at kenna meg innilæstan í einum gegli, har bara mishátt orð eru loyvd. Sum at vera á einum sjúkrahúsi við ongari sjúkrasystur, men einans bungutum "sjúkrarøktarfrøðingum" sum snáva um sítt egna heiti og detta, við pissiglasi í hond, á sjúklingin, sum helst ikki vil hava fleiri "jaligar" blóðroyndir tiknar.

Hjálp!

Eg vil út!

SUMMAR

Mínar holutu hosur eru farnar í sandalir.

onsdag den 2. maj 2012

SJÓN

ljósið er
ikki skitið

tað er tú
sum kukkar
við eygunum

og hygg
nú er ljóðið
vorðið gult

tú pissar
við oyrunum

tirsdag den 1. maj 2012

SILVURGRÁIR BILAR

pápi
hví eru allir bilar í føroyum silvurlittir
spyr sonurin sum hevur størri áhuga fyri bilum enn pápin
sum eygleiðir teir misháttu plastbátarnar við bátabrúgvarnar
hann hættar sær ikki at svara
at tað er tí
at føroyingar hava so nógv kyksilvur í blóðinum
men tað er tí
at í føroyum eru bara tvær árstíðir
vetur og heyst

men nakrir fáir bilar eru eisini svartir og bláir
leggur sonurin aftrat

jú tað er tí at summi trúgva uppá at tað eina ferð verður summar
tað kann koma fyri hvørt tíggjunda ár
onkuntíð hvørt tjúgunda
at summar er í føroyum

ja sum í fjør tá vit vóru her
tá var summar
og tá sá eg eisini ein grønan og onkran reyðan bil

nettupp sigur pápin
og tá hevði eisini verið vár
men nú síggjast bara teir silvurlittu bilarnir
koyrandi longsilsfullir aftur og fram
undan heystinum og vetrinum

tá sigur sonurin
sannførandi:
eg vil hava ein gulan bil
um eg skal búgva í føroyum

og pápin nikkar játtandi við einum smíli
og hugsar við sjálvum sær
at tað man kortini ikki fara at skaða
um hann sjálvur
onkuntíð aftur
fær sær ein góðan spikbita

hvar tú fert

hvar tú fert
kann ikki gera tað sama
hevur tú ikki varnast
at tað er okkurt um hatta har
við tí breiða og smala vegnum
eftir tí breiða fer tann ríki
í dýrum bili koyrandi
men eftir tí smala
gongur verkafólkið
í gummistivlum

úr: botnfall 1984