søndag den 11. august 2019

VALTVØST



Vit í Histalistaflokkinum fara at arbeiða fyri ókeypis viskileðri og timburblýantum til rithøvundar. Farvuladan sum myndlistafólk brúka skal trekkjast frá í skatti, um verkini, farvuladan er brúkt til, samsvara politikki Listahistafloksins. Arbeitt verður eisini fram ímóti, at listafólk sjálv kunnu keypa síni verk og trekkja fjórðingin av í skatti. Ljóðføri sum ikki larma meir enn 5 dcb skulu kunnu keypast fyri 4% í avsláttri um viðkomandi tónleikari er limur í Histalistaflokkinum. Vit vilja eisini arbeiða fyri at Sjónleikarhúsið verður málað grønt og Tjóðleikhúsið verður bygt av ókeypis arbeiðskraft undir parkeringsplássunum á Skálatrøð. Histalistaflokkurin vil eisini arbeiða fyri, at Listasavn Føroya skal hava tveir -og ikki bara ein - danskar stjórar. Teir skulu vera serfrøðingar í ávikavíst italienskari renesansu og í danskari gullaldarlist. Tá kunnu føroysk yrkislistafólk detta ímillum báðar stólarnar, og júst tá tey langa høvdið í, kemur nettupp tann íblásturin í tey, sum kann gera tey til sjálvhjálpin og rík listafólk sum ikki nýtast stuðul. * Soleiðis koma yrkislistafólk at klára seg betri og nýtast ikki at hugsa um annað enn, at tey skulu atkvøða fyri Histalistaflokkinum. Men sleppa vit ikki inn á ting, verður skilið tað sama sum við hinum flokkunum sum sleppa inn á ting.





*Her kunnu vit eisini leggja aftrat, at tá listafólkini aftaná ein slíkan danskan tvístjóraskelk vakna, ja so rokna vit eisini við, at hesir báðir stjórarnir sjálvir eisini vakna og fara eisini at selja caramel við kokos, og ikki sum nú við ongum kokos. So kunnu vit fyrigeva teimum, at teir einki vita ella leggja í føroyska samtíðarlist. Og velja listafólk Histalistaflokkin, verður trygd latin fyri, at tey fáa minst 5% avsláttur upp á bæði caramellini. Tó hægst eitt um mánaðin.

Síðani hetta varð lagt út, hevur Histalistaflokkurin verið saman og umrøtt alternativar møgleikar at fáa pengar úr listini. Ein møguleiki er, at seta hegn og píkatráðsgirðingar við gjaldsportri rundan um allar standmyndir sum standa og liggja um landið alt. Peningurin sum inn kemur skal koyrast í ein standmyndagrunn sum kann stuðla undir nýggjum høvuðbrýggi í høvuðbrýggjabólki Histalistafloksins í teirra arbeiði at menna nýggj hugskot sum kunnu hjálpa listini at klára seg sjálv.






tirsdag den 6. august 2019

STANDMYND















                                       *