onsdag den 30. juli 2014

SAUNA 2



Nei, eg veit einki soleiðsnar. Sovi betur aftur eftir at hava fingið ein ventilator, eina elekriska viftu. Kanska eitur tað ein hvirla, men er tað ikki ein fløtapískari? Tað lotar so frískliga kalt frá henni, ja lat okkum bara kalla hana ein Lotara, so verður tað ein hann. Og skít veri við streymrokningini og vespu- og mýggjabitastungum. Havi mong vespulív á samvitskuni, so eg má tola onkuntíð at vera stungin. Tær koma inn gjøgnum takvindeygað og so plagi eg at geva teimum nevan, og tað riggar oftast, so fara tær beint út aftur. Aldrin brúka flata hond. Men eg havi eisini avlívað fleiri við onkrari bók mær ikki dámar. Flogkykt larma ólukksáliga illa, annars havi eg einki ímóti teimum sum so. Mýggjabitar eru tó ringastir. Helvitis reyvarhol. Annars havi eg ikki hildið ólavsøku í fjúrtan ár, heldur ikki í ár. Fólk standa alla staðni í merkiligum klæðum og gapa sentimentalar føðilandssangir úr sær. Tað er soo pínligt og tærnasnurpandi. Tað sigst, at minst eitt kór er í hvørjari gøtu í Havn og gapararnir eiga minst eitt sett av grýluklæðum í part. Og tey halda at tey eru soo pen, tá tey standa og kroysta tjóðskaputa lortin úr munninum meðan onkur onnur skapikrukka - somuleiðis í grýlubúna - stendur og veipar við ørmunum, so tað sær út sum um hann hevur musikalskan sans. Humoristiskan hevur hann so ikki. Í veruleikanum sær tað út sum hann - eins og hinir harrarnir í lakajuniformi - hevur skitið í buks. Eg haldi at løgtingið við lóg má gera eina gapu- og grýluklædnakvotu. Misnýtsla er ongantíð góð. Kanska Heilbrigdið ella Blákross kundi tikið sær av hesum gapi- og grýluklædnamisnýtarum. Fólk síggja eisini so gomul út í hasum uniforminum. Smádreingir síggja út sum gamlir abbar. Gentur líkjast langommum. Og tey halda øll somul, at tað er soo fínt og pent at síggja nógv eldri út enn tey eru. Og nú ganga tey eisini catwalk í grýlubúna afturvið bíligum diskotónum. Uttan fyri bókandilin hjá Hjalmar. Sjálvandi skulu bøkurnar offrast so øll kunnu verða trýst niður í hesi innantómu grýluklæðir. Høvdu forfedrarnir vitað, so høvdu grýlugangararnir fingið homlubandið um afturpartin og gapararnir høvdu fingið hvør sína stavnhettu í gapið. Annars veit eg sum sagt einki soleiðsnar annað enn at Ólavur Digri kann renna meg í reyvina. Tað kann ikki vera verri enn at verða stungin av eini vespu ella mýggjabita.





.

lørdag den 26. juli 2014

SAUNA

Ólukksáligt sum tað er heitt. Orðini bráðna sum sjokoláta í somu løtu tey verða orðað. Havi tømt fleiri vatnbrunnar av vatni niður í meg og fylt líka nógvar aftur við sveitta. Gloymi hvat eg skuldi ella skal. Tað er kaldast í súkkluskúrinum, einar tjúgu gradir. So har seti eg meg av og á at vita um tað ber til at hugsa. Nú hugsi eg at eg skal minnast til at lappa framhjólið á súkkluni. Hevði tað farið at oyst niður, so hevði minnið eisini blivið bøtt.

mandag den 14. juli 2014

GRINDABOÐ II





nógvir skotnir gestir
í einum filmi
um ein film
um allar filmar
við longum bileltanum
og upp aftur longri rættargongd
fólk duga ikki fólkaskikk
halda seg vera kongalig
duga ikki søguna
eta við reyvini
hugsa við lortinum
tá hann er skitin
keypa nýggj snykut slips
so suppan smakkar betur
tá hon er runnin niður 
í tann kvalda hálsin
nú skola øll niður í senn
men tey skunda sær ikki
fyrr enn tey eru deyð
og einki annað
hava at takast við
enn at minnast
gomul grindadráp
í upp aftur eldri 
wc-kummum og bukkum
og myndum av teimum
so tey høvdu okkurt
at brúka photo shop til











.

søndag den 13. juli 2014

GRINDABOÐ






Eitt kvøld afrat, so sleppa vit frá í eina tíð at síggja hesar kventasligu fótbóltsleikararnar liggja og eymka seg á vølli og slatra fyri dómaranum við gulum og reyðum korti á lofti og barberskúmi í reyvarlummanum, meðan fimm og tjúgu massørar koma inn á vøllin við spannum og klútum og søtum vatni at ugga mammudreingirnar við, tó fara vit í langa tíð at hoyra um hvar og hvør fekk ilt og um hann kann blíva seldur til tann og tann tá hann fær so lættliga ilt í beinið og dintilin, ella ikki so frægt sum tolir at blíva bitin í økslina.



.

lørdag den 12. juli 2014

RANGSTØÐA




beinanvegin
eg varnist
at eg eri
mín egni
skuggi
spýti eg
orðini
í meg
sjálvan
aftur













.

onsdag den 9. juli 2014

SVARTUR LONGSIL





longdist
eftir sólini
fekk ein lúsing
frá roknilæraranum
sum vildi hava at vita
hvussu nógvar lúsingar
eg fekk um árið
tá eg hevði fingið fimm um dagin
eg fekk ikki svarað
tí eg longdist enn eftir sólini
og fekk ein lúsing aftrat

 
longdist
eftir kavanum
varð royttur
av søgulæraranum
sum spurdi meg
nær tað bleiv loyvt
at prædika á føroyskum
í kirkjuni
og eg svaraði
at eg var ikki í kirkju tann dagin
tí eg longdist eftir kavanum
og so roytti hann meg aftur
og eg longdist upp aftur meir eftir kavanum


longdist 
eftir regninum
fekk eitt trælær
frá fimleikalæraranum
sum vildi hava meg
at leypa upp um plintin
men eg kundi ikki leypa
tí eg hevði fingið eitt trælær
so gav hann mær eitt aftrat
og eg gavst ikki við at leingjast eftir regninum


longdist
eftir mjørkanum
fekk eina oyrafiku
frá kristnilæraranum
tí eg hevði ikki
lisið uppá sálmavers
tí tað bar ikki til at lesa sálmar
tá eingin mjørki var
og eg fekk enn eina oyrafiku
og longdist víðari eftir mjørkanum


longdist
eftir fullmánanum
og varð flongdur
av føroysktlæraranum
sum bað meg benda
úlvur úlv úlvi úlvs úlvar úlvar úlvum úlva
og eg segði
at tað kundi hann sjálvur gera
tí hansara blanki skalli
fekk meg at leingjast eftir fullmánanum
og eg varð flongdur einaferð aftrat
meðan eg longdist og longdist eftir fullmánanum









.

onsdag den 2. juli 2014