søndag den 29. januar 2012

MIÐLINGARNIR

Miðlafólk eru farin at geva sær sjálvum ársins miðlaavriksheiðursløn. Haldi at tað hevði verið passandi, at teir, Miðlarnir, og tey, Miðlafólkini, eisini fingu ein annan heiður. Nevniliga heiðurslønina Ársins Mentanarloysingar. Og tað verður ikki eitt rabarbusteyp tey fáa at býta ímillum sín, men eitt væl maðkað grunningshøvd. Tað haldi eg, at miðlingarnir hava uppiborið, fyri sítt stóra arbeiði fyri at hava so lítið sum møguligt av mentanarligum tilfari í miðlunum.

torsdag den 19. januar 2012

OG SO ER TAÐ

Og so er tað træ. Og miss ikki stein á annans bein.

lkjoppjopk

njeijrefqj nifnrfi3qf mf34ifk3jf3kf info4jffjfijq in4fjf kfifo4f4mffff K ffmfMGVREVRVVMCCMCM jroffoj

onsdag den 18. januar 2012

JAM 15

skvislusøkumurrarin
hvílist millum sálma

hann óklæðir farnu
skvumplaljóðini
sum heirmenn
giftu niður
í sandin

skøllubrekkan
er hálvkað
eins og sletuherji
við mjólkasnýði
fær eitt nemilsi
av loftfrostili

sambandilsins
húkarassur
biddar sær til
annan bøllasmið
so skemdarhoppini
gerast bleytari sum
agnkilsi

innankjósilin
við rodnilsi
er sum spýrikkur
nýggjur æðrakukkil
har eingin áarvisking
er tarvarneyðug
eins og
toymlatrusk við
eykasártli gevst
sum nýstortligt
væmilsi eins og
tá eistrakøld hetja
heingir seg sum skemsl
í skýmaskýggjum

KURPALI

Her er so óruddiligt í dag, at eg umhugsi at strika t úr fornavni mínum. Nei halt gák, eg eiti ikki Tóruddur sum nógvir danir halda ella Torrúdur ella Troddur ella Torodes ella Poul Otto og mangt mangt annað sum hevur staðið á brævbjálvum til mín. Eg kundi eisini skrivað at her er so órodduligt. Nei, tað er ikki gott. Best man vera at fara at rudda.

tirsdag den 17. januar 2012

Á FLOTI OG Í KLEYSTRI

Og eg droymdi at eg hevði fingið bát. Eitt áttamannafar. Og eg fór á flot. Kastaði úti fyri Glyvursnes. Har beit ein fiskur á. Tað var eg nøgdur við og eg kruvdi fiskin og hongdi hann á afturstavnin at ræsa. Kastaði síðani drívakkerið út og leyp sjálvur á bláman og svam inn á Eystaru vág. Hevði fleiri ørindi at gera. Tá tey vóru gjørd, leyp eg aftur útí og svam út til bátin. Nú mundi fiskurin vera nóg ræstur. Men har var eingin bátur, hann var rikin til havs. So eg svam longur og longur út líka til eg vaknaði.

Og eg sovnaði aftur. Áðrenn eg vaknaði, droymdi eg, at eg var í einum kleystri. Eg var í eini heilagari troyggju, sum gjørdist síðari tess meiri skikkiligur eg gjørdist. Har var ein ógvuliga vøkur ung nonna og so ein minni vøkur eldri og strang nonna. So mín heilaga troyggja gjørdist í heilum alt ov stutt og alt ov síð. Tann stranga nonnan segði, at har hevði verið ein listamaður, sum drakk illa. Hann hevði krógvað brennivínsfløskur runt á kleystrinum. Hansara heilaga troyggja styttist so nógv, at hann kvaldist. Segði tann stranga nonnan við so fýrakantaðum eygum at eg vaknaði.

søndag den 15. januar 2012

JAM 14

skógvarsilslakjan
ber pott undir skjúrtli
og hoppilin fær brestil
at ljódlast í snippili
andagarloysilsins

skvíml darlast sjippuliga
áraka einilin undir hond
kjólilin snyskast vøttursluktandi
so flaggilin sýtir at flákra

veiðifríggingin
legst á gjararhevjilin
og ástarsmyrsl
og kringvarpstómloysil
girvast semingliga
við flippilsskveringina

vorðið sum murtilsfjús
tá ferhyrnt skógvhøna sjøbbast
við sín sibbaflongsil

snøggaroðslan
er ikki heingilsi
á hesum støðufetum

her ræður
mýrtaágonga
so silpukossarnir
smaksast á skák
so tanngulin
gloymir sítt
rotnilsi

onsdag den 11. januar 2012

JAM 13

íðpippilin
snareimist
eins og
tærnakreptil
á hvassari
stólberju

hvepphanin
nørtlar
svirgilin
aftur í
ongantíð

stýrismurtilin
tódnar
í vøttili
so ljóskervilin
bønar um
navnabroytil

svongdarflykkjarin
æmist sum køkubiti
í rómanjóri

gulbreiði degilin
hellir skeivan vanga
og váttilin sannkennir ikki
at vera við í størri skomli

kontuførslan
saldast sum avritil
har móksæddar hurtlur
geva aftur skrínslusvitur
av mókhøvdasjubbum
ið seintroddu bræddatúnilin

SÓL Í STØÐUM

Sólin skínur av og á millum skýggini sum reka sum um tey hava Fanan í hølunum.

Haldi ættin er norðan men tað leggja tit einki í sum altíð reypa av vesturætt og landsynningi.

Vetrarsólin gevur fólki støvsúgvingarsamvitsku.

tirsdag den 10. januar 2012

JAM 12

ulkulykilin
skrámast um
ræðslugarnar

mikil bløðil
trulkar
snævurhemjan
so vírikkarsjónligur føtil
varstríðir meir enn
ákskáðilin snevjlar

teldusperðilin
er í vitan síni
endurbótarlítil

irðilin
fæst við vindlaskervingina
saman við klædnsnobbilinum
sum er so rivjabeinskur
at hann er sum purlusneisil
á hárskeradekki

framtíðarbakið
skápskjøtlar
spjótsigilin
sum klakkakræddini
í síni kelduørvitsku
skemma til vøggukríggj
har kinklaguttar
hímla ótakkabumpilin
so hann verður kimsluskerdur
aftnabóltil við navndarblæu
og fellur saman við
løgtingilsins
ósameiriligu fretlikjósum

og soleiðis dretlar
kveimansboðilin
og svervist
á bleikreyðum
náttili

mandag den 9. januar 2012

JAM 11

hvíteivdur
kvøldarskemmil
leggur seg fram
sum prikkaskikkaður
morgunskítil

viðeirvd er hon
skrámannakjósin
ið ýlvar snæddartungsluna
aftur um hana
sum bara hoyrir
so lippilin blerkist
sum naddarpilkil undir æsingi

flogsessilin
er ei eittans fíggjarslíggj
men eisini
brúntránað fjaðrafjøl
ið undursskukkilin
tekur við sær
sum semisbøkkul
tá býstrartrúilin
happar skrúvumálini
til óvirðiligan
tungutrigil
so eymkanareymdin
endar aftur í nevndili
sum kvamsasussil
við óbúgvið nátturðaborð

søndag den 8. januar 2012

JAM 10

skeinglarturkingin
er sum hímastrev
har kvørkarsteinur eimdarmanna
er floksfúlasti mígil

biddalavikingin
er einsæris kimlan
hosthevjilsins
sum svínslast í
eistraskóm við illtonktum litum

meinrukkuta gjødduráðið
er aftur halaheili
mendlakvirtlarans
undir høgari
bjórlækking
tá sjabbalateysin
hurtlar ávitskulin
ið vísir seg
sum gásagingnan ulpufrigil
við moldarskíti sum fundarstevnu

vitanartyrvingin
er á hesum sinnili
høsnarsvøvnskur
atferðarprumpil
har árakaferðslilin
gevur gibbarans ráð
so hálvhosuhugflogið
og minnilin verður
sjóskuspýggilig
tinggloymska
við løgskíti
sum evsta pilkili
ranglustýrilsins

lørdag den 7. januar 2012

JAM 9

djambrakókað
áhaldsfylki
samrennur
illsinnisteldilin
og tráanarhuppin
so alt gerst
ovsvágraður
gibbalatoymil og
skamriðin floksmentan

eingin
hugmyndarroynd myndafínsla
ið útreiðsluskógvur alheimslingsins
krógvmeltar yvir um súpanargjónna
her skinklast
hvíldsemisætlan sjóargubbana
so hon raðloysnar
eins og drambil
av húðarstundsli

trímeningaskamlopið
ýlir sjúkrabursan
inn í tømdar mentir
og aksarkassin bráðnar
sum bjarnartæntur rassur
uppi undir æsingarfjørki
har aftursemiskrógvilin
grælar stungilin
sum bakið
hvørkar av sær
við uddalakemdum
atstøðingini
ið eigur meir
enn fjøðurbendilin
kann skvagga sær
so alt skippast
skvumbluberandi
sum missur
á rakarbakka
í ótímiligum
neytargrevstri

SJÓN

Bloggur blaggar.

fredag den 6. januar 2012

JAM 8

lippufongdur
sjibbasveinur
øtast yvir
brákummutu
kortbreiðsluna
ið ævmunskur svarthevjil
ger til egnan snjóril
har kryvilin
gerst ídnari enn
hvat skjúrtukvæðið
dittar sær at signa
tí hetta er hvørki
snørlaspunil
ella
átjøkrandi
bøllabreiðking
men kjálkaspjaðing
tá hon heimist innast við
snuddilin
sum lumpmenn ogna sær
við svágring
og kusthøvdahugsili
so djambrarmenska teirra
ábrúkkar innbendilin
tá svíðukálvilin
er sveiðin
og leiðin

VEÐURTÍÐINDI

At blogga er at vera veðursjúkur.

Veðrið í dag er betri enn í morgin.

Í morgin er veðrið ein bloggur.

torsdag den 5. januar 2012

JAM 7

gimbrafleytir
stríðast um
geilaboppulin
sum næstan ikki sæst
fyri háminnistøkningstánni

aftanvertkelling
stjórnevjar
alt aftur um trubba
og sveingil gerst
smæðin í flogloysi
giktarsálmanna ið
hvørsmansroysnishetjur
smíðaðu við køldum eldi
og lákrukkuevjum

gitnaskarin
altarhýkur seg
til nýggjan
kníggjanarhóp

sæluferðslan veksur
omanvert allari
runuvelling

fákunnilin
gleðist
eins og flugil
um sukursbønarsvar

tøkkin
verður sligin
í blikk

onsdag den 4. januar 2012

LONGU MYRKT

Nei hetta gongur ikki. Tími ikki hetta meir. At bloggast. Og nakrar maskinur larma so illa uttanfyri. Tað órogvar mína blýantskriving. So stiftin brotnar. Veit heldur ikki hví eg skal blogga. Fólk lesa tað eins lítið og bøkur. Krimibøkur og Álmanakkan hjá bókahandlinum undantikið. Í Føroyum lesa fólk bara bøkur við ongum teksti. Tey hyggja at myndunum. Gomlum fotomyndum av konfirmatiónum fyrst í seinastu øld. Tá olduromma fekk prestsins høvd í hondina. Og mynd av onkrari slupp úti á vágni. Hon skal helst verða burturgingin nakað seinni. Annars nyttar myndin einki. Og tað skal bera til at gráta niður í bókina. Og myndir av konum sum breiða fisk út á einum fiskastykki. Tað er so føroyskt. So stutt eru vit komin í Føroyum. Oys gott. Siga fólk. Hatta er mentan. Siga tey og taka enn eina bók niður av hillini. Við fótbóltshetjum. Føroyskum fótbóltshetjum. Sum hava verið úti í heimi og barst fyri tí føroyska samleikanum. Og teir eru vorðnir hálovaðir tá teir eru heimafturkomnir við heiðurligum tapum. Ítróttin er tann einasta mentan vit hava í dag. Og sangurin úr øllum teimum ymisku missiónshúsunum. Sigur onkur. Á jú tey missiónsku eru eisini mentað. Teirra mentan er so øgiliga upprunaliga føroysk eisini.Gott at tað koma bøkur út í Føroyum. Bøkur sum ikki eru skrivaðar. í Føroyum verða óskrivaðar bøkur útgivnar. So sjálvt spøkilsini kunnu lesa tær.

JAM 6

lítið svínsl
av óheiðum himni
djøbbar hábrøgd
áður enn tað
við koldømdum hirsi
leggur eykil
á skurvutar veiðitindar
ið kenna aftur
frelsuslevið
úr súrum gini
ið tjóðleysur muður
gloypir og surklar
og svølgir niður í
vælindissálmin
so alt verður niða og bøn

tirsdag den 3. januar 2012

JAM 5

vundin dunna
letur feittið
skvísla
alfeingilsið
aftanvert
snømingin og
trývelisvillingin
ið skjýtst
burtur frá
fríum holti
so gummineggjanin
skerst í
ástarsjúku eins
og kavaspenningurin
brestur hítina
av myrkri og
hon er myrkjuvitska
og lakjudólgur
sum dølsk líkhøna
droymir um roysnir
í torvi
og tálgarsúpanin
kitlast sv
viðkvomum
ulpuveingjum sum
fara á flog
úr fávitskuni
inn í tann
brøðrasama
tómleikan

A3mcKXqP9

Eg leggi ikki altíð leinkju til facebook frá hesum blogginum tí ein skal hvørja ferð gjørgum hasa fullamannaroyndina við bókstavum og tølum sum eru kroyst saman og tað eri eg álvaratos vorðin ov gamal at spæla við. Slíkt og so øll loyniorðini tú skalt minnast ger tað eitt sindur møðsamt at vera á alnetinum. So eg hugsi nógv um at melda meg úr øll hesum og tveita telduna út og halda meg til blýantin. Mín gamla skrivimaskina er brotin og gerst ikki aftur og eg ynski mær eina nýggja. Havi leita alla møguliga staðni og spurt meg fyri men tað einasta sum er tøkt eru elektriskar skrivimaskinur og tað vil eg ikki hava. Eg ynski mær eina manuella. Akustiska um eg so má siga. Eg havi skjótt verið fýra ár á netinum og haldi meg ikki vera blivnan nakað klókari. Tíðartjóvur er hetta og eg haldi at tað hevur gjørt meg næstan líka gruggutan og grenjutan sum um eg hevði sólvit.

ÓDN

Nú skilji eg at handa ódnin ikki hevur verið og vitjað enn. Tað helt eg eisini tí hatta fyrr í dag kendist ikki sum ódn. Eri so ørkymlaður tí hesin bloggurin er tíðarfestur 10 tímar áðrenn hann verður kunngjørdur. So nú má eg gardera meg og krúpa undir borðið.

BÓT OG BØTUR

Her er alt ov myrkt. Og handa ódnin er lítið at reypa av. Tað var eitt sindur av stríðum mótvindi tá eg súkklaði niðan á Netto Golgata á. Mintist til at vísa av við arminum tá eg skuldi venda. Frá 1.januar er bótin fyri ikki at vísa av við arminum hækkað til 700 krónur. Og tað hevur eitt skald ikki ráð til. Sjálvt um tað sær eitt sindur býtt út at eitt skald rættir armin út í heilum tá hann annaðhvørt skal til høgru ella vinstru á síni fínu gomlu súkklu. Og armurin skal rættast beint upp í loft tá tú steðgar súkkluni. Annars kostar tað tær 700 krónur. Og eg keypti tveir litrar av mjólk og tveir ósjónligar laksar. Og eg súkklaði til hús aftur og tað bleiv vátari og vátari. Serliga armarnir blivu vátir tí eg skal snara til høgru og til vinstru fleiri ferðir. Síðani hevur ein miðalføroyskur stormur verið og vitjað. Fekk mær ein blund meðan. Sovi so væl tá veðrið er ruskut. Og nú fari eg at seta meg við tí gula blýantinum og blokkinum við tí brúnu permuni.

TANN FYRSTA FØROYSKA SVISKAN

Tími enn ikki at skriva nakað her. Tað er so myrkt og svart. Greytasvart sum vit siga á føroyskum. Gott orð. Men eg kenni ongan greyt sum er svartur. Jú. Sviskugreytur. Mundu teir gomlu føroyingarnir eta nógva svisku? Kanska bert tá teir høvdu ringan opning. Nær mundi tann fyrsta sviskan koma til landið? Kanska onkur fer at skriva eina bók um ta fyrstu føroysku sviskuna. Til næstu jólabókasøluna. Við nógvum myndum av teimum sum eru í familju við tann sum át ta fyrstu føroysku sviskuna. Og myndum av teimum sum kendu tey sum vóru í familju við tann sum át ta fyrstu føroysku sviskuna. Tann bókin verður metseljari. Serliga um hon er full av stavivillum. So slær hon øll bókasølumet.

TVÍ

Tími ikki at skriva nakað her. Mær dámar betur at skriva á pappír við míni egnu skrift.
Við einum gulum blýanti og einum svørtum og einum reyðum og einum bláum og einum grønum. Allir við gráari stift.

Kanska skuldi eg vaska rútarnar áðrenn tann stóra ódnin kemur.

Nei eg fari heldur niðan á Netto Golgata á at avreiður nøkur tóm blikk og keypa eitt ella annað til kuldaskápið. Mjólk til dømis.

Tú kanst sjálvur vera eitt komma.

søndag den 1. januar 2012

STØÐA

Nýggjársdag er best at tiga. Einki skriva. Ikki lurta eftir teimum sum siga, hvussu árið fer at vera. Tí soleiðis verður tað kortini ikki.