fredag den 2. oktober 2020

VÓN

 


 

 

 


 

 


 

 

 

 

*

LÍM OG SLÍKT

 

 

 Tað var tá. Saman við Kaj. Í skúrinum. Tað vóru dagar. Góðir dagar. Alt kemur ikki aftur. Og tó. Tó.




 

 


 

 



*

lørdag den 1. august 2020

NÝTT VINÝL



      Hetta fína verkið fæst nú til keyps: 

Kaj Klein & Bendar Spónir: Síðsta Kvøldmáltíðin










*

lørdag den 4. juli 2020

ENN BER TIL AT FARA Á FRAMSÝNING























                         

                                       *



fredag den 12. juni 2020

OG HON SJÁLV FRAMSÝNINGIN HELDUR ÁFRAM





vit herja
á myndirnar
við nøkrum
øðrum
myndum
blanda
teirra blóð
so vit
kenna tað
svíða
í
æðrunum
sum søga






























































Og henda verður at fáa í bókahandlunum í næstu viku.










*




lørdag den 6. juni 2020

FRAMSÝNINGIN ER ENN OPIN OG TAÐ ER BARA AT FARA OG HYGGJA. EINGIN GRUND AT SMÆÐAST








Á framsýningini eru nógvar ymiskar pizzur at sjá, henda er ein teirra eg havi bakað. Pikka á myndina og hon verður størri og leskiligari.





















Myndin niðanfyri eitur "Reyvsleikjarablues" og er samstundis heiti á einum sangi eg havi skrivað til myndina.





























Og so kann eg samstundis gera vart við,
at bókin Valseværk verður útgivin jóansøkuaftan.






*

søndag den 24. maj 2020

GJØRT






segði
hann tað
at tað var
hálvgjørt
men meinti
at tað var 
ógjørt
meðan førini óku
við hostandi motorum
og fet vórðu stigin
av bangnum beinum
og skýggini
snerktu og gálvaðu
sum um tey
sóu okkurt
stuttligt








*

onsdag den 20. maj 2020

FRUMSÝNING







Í GJÁR


tað var langt
ímillum okkum øll
í bussinum
tað var óneyðugt
at rópa eftir
hvørjum øðrum
ella at hosta
fyri at gera vart við
at ein var á lívi
um nakar smíltist
veit eg ikki
tí vit vóru øll ov fjar
tó høvdu øll álit
á sínum telefonum
sum tey prátaðu við
øll uttan eg
sum læt mína
liggja eftir við hús
so hon kundi njóta einsemið
sítt egna lív







*

mandag den 18. maj 2020

FRAMSÝNINGIN



Framsýningin, AVBYRGINGAGEDDON OG AÐRAR FRÁSTØÐUR, hon heldur áfram í STEINPRENTI Skálatrøð 16. Onkur verk fara, og onnur nýggj koma til, støðugt.































                                            Kandidatar til koronakapprenningina í Klaksvík.
























                                      OG NÓGVAR, NÓGVAR AÐRAR !






*