søndag den 25. oktober 2015

JOGGING NEWS



Aftur í dag havi eg runnið 10 kilometrar á hondunum. Aftaná kennist tað væl, at hava tómar lummar.





-

lørdag den 10. oktober 2015

SHAME ON YOU PATTI!




Vit føroyingur eru altíð so stoltir, tá okkara kæra land verður nevnt fyri okkurt gott. Ella tá onkur føroyingur hevur verið við í, ella nærhendis, onkrari stórari hending úti í enn stóru verð. Onkuntíð - meir enn so - verða vit eisini vónsvikin. Eg havi td meir enn eina ferð í eingilskum bókum lisið um, hvussu raskir íslendingar vóru at føra fisk niður til Bretlands undir krígnum. Ikki eitt orð um, at tað vóru føroyingur ið fluttu so gott sum allan fiskin og mistu bæði skip og fólk. Ivist heldur ongantíð at tað eru íslendingar sjálvir, ið hava billað bretum hetta inn. Teir duga so væl at lúgva og harvið skriva skaldsøgur. Tó duga teir ikki so væl at yrkja yrkingar sum vit, ið eiga og siga sannleikan.

Hetta hugsaði eg, tá eg kom til síðu 46 í nýggju bókini hjá Patti Smith, M-Train. Eg fari at citera tað, sum gav mær somu vónsviknu kenslur, sum tá eg las um íslendingarnar sum fluttu allan fiskin til Bretlands á sinni. Hoyr her:

"On the plane I watched consecutive episodes of the Danish crime drama Forbrydelsen, the blueprint for the American series The Killing. Detective Sarah Lund is the Danish prototype of Detective Sarah Linden. Both are singular women, both wear Fair Isle ski sweaters."

Nú mistu tygum helst eisini ondina, at ein lítil oyggj millum Hetland og Orkoyggjarnar við umleið áttati innbúgvarum skal fáa heiðurin fyri troyggjuna hjá "okkaru" Guðrun & Guðrun. Eg haldi at tær báðar skulu leggja sak ímóti Patti Smith  bæði hennara og okkara vegna. At fáa hennara forlag at taka alt upplagið aftur og rætta í næstu útgávu, at henda famøsa troyggja er úr The Faroe Islands. Tað hevði verið góð reklama, betri enn nakað fótbóltslandslið hevði kunnað skapt, eisini tá t vinnur!


.

torsdag den 8. oktober 2015

EITT SINDUR UM HÚSAKULDA


Øgiliga kaldur. Eingin varmi. Plummarin kemur ikki fyrr enn í morgin. Nú visti eg ikki um eg skuldi skriva blikksmiður ella rørsmiður. Teir fáast vælsaktans við bæði blikk og rør og nógv annað aftrat. Blikkinsláari hava tey helst sagt í Havn í eitt sindur gomlum døgum. Ludvík Blikk var ein teirra. Guð viti hví fólk hava búsett seg so norðalaga á knøttinum.  Man tað vera fyri at sleppa undan Guði at tey bleiku fólkasløgini búsettust her? Allar hesar villu religiónirnar koma jú úr tí ræðuliga Miðeysturhitanum. Og har rigga tær kanska best. Hygg og hoyr bara sum teir stríðast hvør ímóti øðrum. Fyrst drepur tú meg, tí at eg drap teg, og síðani drepi eg teg, tí at tú drapst meg, og so drepur tú aftur meg, tí at eg drap teg, og soleiðis drepa vit hvønn annan í ævir allar.

Kortini kom Guð aftaná okkum bleikskortum, so vit ikki longur sloppu at trúgva uppá meiri festligar gudar, og vit vóru eisini friðardýr. Kundu ikki funnið uppá at farið í víking og gjørt øðrum ónáðir. Og um vit gjørdu tað, var tað bert fyri at fáa hita í kroppin. Guði treingist eisini til eitt sindur av kulda viðhvørt. Og tað eiga vit nóg mikið av. Hevði hann komið inn á gólvið, hevði eg skonkt honum ein snaps. Og hevði ein bjørn komið framvið uttan fyri hjá mær, hevði eg skotið hana og latið meg í skinnið. Men eg eigi tíverri hvørki snaps ella byrsu.




.