mandag den 30. april 2012

IKKI FLENNA FYRR ENN HANIN HEVUR GALIÐ

Nei, eg veit ikki. Her er ikki so nógv at taka støðu til. Vit krevja heldur ikki nakað. Vilt tú hava fríska luft og lot í hárið, so fert tú bara út. Toskarogn. Hvør segði toskarogn?

onsdag den 25. april 2012

SÚRHEYSURIN

Haldi at facebook er so keðiligt. Øll eru so fitt og positiv og høvisk, so ein vamlast. Vit hava brúk fyri einum nýggjum miðli. Einum asosialum miðli. Hann skal eita Súrheysurin. Á Súrheysinum skal vera rúm fyri øllum sum hava gron. Tey sum hava hug at siga sína erligu meining við onkran, tey ikki orka fyri, skulu hava loyvi til tað, uttan at nakar fær gron. Nei, sjálvandi skal meiningin vera at tey fáa gron. Tað verður ikki loyvt at siga, at okkurt er gott ella pent ella fitt ella lekkurt. Tað verður roknað sum spam. Og tú mást ikki fara eftir bóltinum, men konuni ella manninum. Eg haldi at øll, sum hava gron viðhvørt, skulu seta seg súrliga niður og bankað ennið niður í borðið og koma við nøkrum góðum asosialum hugskotum til Súrheysin. Øll hugskot eru kærkomin. Frammanundan takk. Motherfuckers!

fredag den 20. april 2012

MINNARARNIR

ein minnist
navnið á tí
sum átti tey gomlu húsini
og hesin minnist
nøvnini á myndunum
sum hanga inni í stovuni
og hann minnist eisini ein
sum minnist navnið á tí
sum tók myndina av húsinum
men ikki av myndunum inni í stovuni

ein annar minnist
at navnið á tí
sum átti tey gomlu húsini
er skeivt
og hesin kann ikki minnast
nøvnini á myndunum í stovuni
í sínum egna minni
tí hann varð ikki konfirmeraður
saman við teimum á myndunum
og goymdi ikki kassabilar
ella gamlar kakudósir
sum spøkilsir hoppa upp úr
og tey siga at nútíðin er tíðarspilla
og tey geva tær gamlar myndir
av skipum sum liggja við bryggju
meðan onnur liggja úti á vágni
og tú mást læra teg nøvnini á teimum
so tú kanst liva og leingjast í minninum
tá tú ikki minnist meir

lørdag den 14. april 2012

BØN

góði guð

tak væl
ímóti
steinbirni

gev honum
eitt klemm
frá mær

eg veit
tú verður
góður við hann

annað
ber ikki til

fredag den 13. april 2012

tirsdag den 10. april 2012

ÚR DROYMSLUNI

Droymdi at eg var hundasjúkur og vaknaði øgiliga tystur og eg visti at tað stóð ein kassi við elefantøli undir seingini. Og tá eg skuldi fáa mær eina, so var tað ikki elefant, men tonicwater. Og so vaknaði eg í veruleikanum og fór upp og fekk mær ein vatnsopa og hugsaði, at grundin til, at eg droymi at eg eri hundasjúkur, er helst tí, at tað er so øgiliga langt síðani, at eg havi verið tað.

EINGIN

Eingin hevur hugt í dag, eingin hevur hugt í dag, eingin hevur hugt í dag, eingin hevur tugt í dag, eingin hevur hugt í tað, eingin hevur luktað tað, eingin hevur hugt í dag, eingin hevur lukt í dag, eingin hevur hugt í dag, eingin hevur tuktað tað, eingin hevur hugt í dag,eingin hevur hugt í dag, eingin hevur fluktað tað, eingin hevur hugt í dag, eingin hevur hugt í dag, eingin hevur dugt í dag, eingin hevur hugt í dag, eingin hevur hugt í dag, eingin hevur buktina í dag, eingin hevur hugt í dag, eingin hevur hugt í dag

søndag den 8. april 2012

KONVERTERING 2

Skilji eingi verk.

Fari úr Brøðrasamkomuni.

HVØR

hvør syngur
fyri mær
við lungum
sum hýsa
einum asfaltsverki
um tann
reina vegin
har skitni
vakurleikin
fer haltandi avstað
við innkeypsvogninum
fullum
av óseljandi
luft
og endurnýttum
hugsjónum

fredag den 6. april 2012

UNDIR LOKINUM

bótasúpanin
kókar
sum ein røst ódn
av gomlum kvøldum
har sumbingar kvóðu
í útvarpinum
um hetjur og kappar
og onnur reystmenni
vit onnur ikki kunnu
reypa okkum av

onsdag den 4. april 2012

EIN LÍTIL TIL PÁSKIRNAR

Tá Fílurin bleiv bannaður, bílegði eg tíggju kassar à tveir fakturar. So kundi eg loysa ein faktura út hvønn fríggjadag í fimm vikur eftir at hann varð bannaður. Tað var fyrsta juli 1980 so eg havi drukkið Fíl á Ólavsøka. Tað var tað ølið vit drukku tá í tíðini. Fínsprittið bleiv eisini bannað, men eg bílegði bara seks fløskur av tólv møguligum. Vodka- og ginekstrakt fekst niðri hjá Haraldi í Gongini. Tað bleiv blandað við fínspritti, so tað tilsamans bleiv til tólv fløskur av vodka og gin. Fílurin varð nógv saknaður, tí nú skuldi tú drekka so nógv øl fyri at fáa eina góða hóming. Tá tú kom niður ein túr til Danmarkar, so var eitt tað fyrsta tú gjørdi, at keypa eina elefantøl. Men tú vart eitt sindur vónsvikin av smakkinum. Hon smakkaði ikki eins væl sum í Føroyum. Tað er helst sum við føroyskum mati. Hann smakkar ikki líka væl uttanlands sum heima í Føroyum. So eg gleði meg at koma aftur til Føroya at drekka elefant. Og kanska ein dag verður fínspritt aftur at fáa í Føroyum. Minnist einaferð í fírsunum úti í Kastrup. Ein kend býarmynd úr Havn, sum eisini skuldi við flogfarinum til Føroya, beyð mær út á vesið. "Vilt tú ikki hava ein ordiligan lítlan, sum í gomlum døgum?" Tá tók hann eina fínsprittfløsku fram úr beltinum. Hann hevði verið niðri ein ballingartúr og bara drukkið fínspritt og hevði eisini nakrar fløskur við heim. Hann var so skít, tá hann kom gjøgnum tollin í Vágum, at tollarirnir tímdu ikki at kanna hann ella viðførið. So var í øllum førum ein fínsprittkenning at síggja aftur í Havnargøtum.

TÓMLOYSI

Tað tykist sum at fólk eru á facebook, tí tey vilja vísa øðrum, hvat tey hava funnið á You Tube ella á Vágaportalinum. Minst annað er tómloysi.