tirsdag den 21. marts 2017

Í GJÁR






            regndroparnir
            skyggja á
            bilarnar við
            bensinstøðina
            í
            kvøldarmyrkrinum
           
            ger meg
            svøvntungan
            líka til eg
            lofti løtuni
            og takki fyri
            og traðki 
            skjótari
            á føtlarnar
            og stýri inn
            í ein annan
            vátan
            málning













            :

mandag den 20. marts 2017

KOPARSTUNGUDREYMUR





koparplátan
speglar
bróstini

hon sleikir
tey
líka til
tungan
loysnar

tað turra
lallið
grætur

í morgin
skal tað
prentast






-

SENDING



Og har liggur onkur ið ikki eigur at liggja har. Hann ella hon er ikki í skottryggum vesti. Hetta er ikki ein mynd sum er verd at minnast. Ein sjónleikari sum bara spælir fyri teimum blindu leggur onga ætlan fyrr enn øll ljós eru blást út. Hon fór til húðlæknan við sínum hatri. Hann mælti henni til at ganga í rotuskóm í øllum veðri. Tað er eingin vindur í hansara seinastu ætlan. Hon reisir seg upp og sigur at tað var hann sum lá har. Lítil gjóstur var undir seingini. Dustið fekk hann at njósa so hann skilti bókina. Tey høvdu bæði gott mál men dámdu best at tiga. Hann arvaði alpuhúgvuna hjá abbanum. Tá hon átti tað triðja barnið fekk hon flus á fyrsta sinni. Málmaðurin segði at skotið kom aftanifrá. Hann skalv. Næstu ferð mást tú hava eina størri tasku við. Hon hevði stolið handskarnar frá mammuni tí mamman klæddi teir so illa. Tað er ikki vist at hann segði nakað ósatt snimma á morgni. Ein bláur bilur bíðaði eftir henni. Hann hevði altíð gingið í skúla. Hon rann allan vegin yvir til umlættingarheimið. Nógv grót skuldi fáast av bønum. Henni dámdi best grovt breyð og tí bakaði hon bara tað. Hon hevði goymt ta svørtu regnhettuna. Einki var syrgiligari enn at fylgja líki. Nýasfalteraðir vegir gjørdu hann glaðan. Hon hevði aldrin búð í einum kjallara men hevði ofta droymt um tað. Tað kom meir enn so fyri at hon rýmdi úr dansinum tí onkur klípti hana í rumpuna. Hann át altíð eitt hálvt súrepli áðrenn hann legði seg. Hon hevði ikki havt ilt í búkinum síðani maðurin doyði. Tú mást altíð telja hvussu nógvar rosinur tú koyrir í kakudeiggið. Hann rindaði bara í hondina og átti ikki so nógvar møblar. Eina ferð um vikuna át hon ikki døgurða. Tvær ferðir um mánaðin fór hon til fótarøkt men nú kom fótarøktin til hennara eina ferð um mánaðin. Hann fekk sær ein lítlan blund aftrat. Og tá hann vaknar aftur fær hann sær ein lítlan kopp av pulvurkaffi og ein sukurmola. Hann hevur ikki roynt ta nýggju brúnna men tað ætlar hann onkran sunnudag tá fólk ikki troysta sær út í bilarnar. Eg havi aldrin brúkt stav segði hon men fyri tað kann onkur hava stolið hann frá mær. Hon slapp altíð at vaska skrivstovuna tí hon hevði arbeitt sum vaskikona áðrenn hon fór í skrivstovulæru. Hann fekk sær ein sjuss áðrenn hann tørnaði inn. Fyrst skuldi hann dagføra teir seinastu dreymarnar í dagbókina. Henni dámdi so væl toskaflak. Hon hevði lagt nýtt lak á seingina tí tað gamla var skrædnað. Tað kom ein slík øði á hann um lummaturriklæðið lá í vinstra buksulumma. Hann hevði tó einki ímóti teimum lámu. Omma hansara dugdi at skriva bæði frá høgru og vinstru. Hon gjørdi buding annan hvønn sunnudag. Vinstra seingjarbein við fótalagið var leyst. Onkur hevði lagt ein posa av eplum framman fyri úthurðina hjá henni. Avleiðingar var ikki nakað hann var bangin fyri. Hann visti hví hann brúkti sínar pengar. Hon var so glað fyri tað nýggja tapetið í stovuni og vildi ikki hava nakrar myndir hangandi á tað. Tað var meðan hon sat og hugdi út gjøgnum køksvindeygað at hon kom at leingjast eftir tartelettum og sum hon ikki hevði smakkað í minst tjúgu ár. Onkuntíð steðgaði oljufýringin og hann fekk hana altíð í gongd aftur. Hon hevði skøvað sær nøsina tá hon koyrdi pappeskjuna við jólapynti upp á ovastaloft. Hann hevði ikki verið á floti síðani beiggi hansara seldi bátin. Honum dámdi best fleskasteik tá tað var kalt í veðrinum men einki var sum ræstur fiskur og spinat. Tað var ikki gamalt og tí var tað feskt. Hann greiddi sær við eini bust sum hevði eina fortíð sum klædnabust. Hon droymdi um at gerast skallut og flenti tá hon vaknaði. Tað skuldi bara ein evarska lítil dropi av mjólk í drekkamunnin hjá henni. Eina ferð hevði ein ketta skitið í inniskógvin hjá henni og síðani hevði hon ikki havt kettu. Hann átti fyri nógvum árum síðani ein reyðan bil og áðrenn tað ein hvítan. Hon kallaði kakumolar sum endaðu á gólvinum fyri kakukukkar. Hann hevði skift akkumulatorin á mongum bili út. Tað er so óunniligt tá grannarnir eru harðmæltir ella tá bilar bremsa harðliga uttanfyri. Hví skulu vit altíð hoyra um hvør ið eigur hvat og hvør ger mest til nyttu tá vit øll eru líka fyri Várharra? Vesturættin er hervilig hjá okkum. Hon gavst við at svimja eftir at hon fekk henda hostan. Hann tímdi bara í kirkju tá tað var ein prestur ið hann kendi sum prædikaði. Eg havi ikki havt ilt nakrastaðni í ár. Eg havi reinsað trappuna uttanfyri við grønari sápu og tað er betri fyri heilsuna enn klorin. Eg spurdi abbasonin um hann var vegetarur og hann svaraði at hann var havnamavir. Í nátt sást einans fjórðingurin av mánanum. Mær dámar ikki royktan mat. Tá tað regnar fái eg sovorðnan hug at dansa. Eg royni at sita undir hvørjum orði tá eg eri til handils. Altíð legst nakað aftrat.













-

søndag den 19. marts 2017

VÁR



Kavi. Altíð var kavi. Tung fet í holutum skóm. Ongastaðni at fara. Runt, runt, runt. Einki arbeiði. Eingi vinarløg. Bara kræpi, kræpi, kræpi. Dýggjvátar tjúkkar hosur. Og tey nevndu tað vár.

torsdag den 16. marts 2017

tirsdag den 7. marts 2017

ÓGJØRT



men so var tað regn 
eg hoyrdi í dag
og helt meg hoyra okkurt annað
eg ikki tími at kanna
tí eitt kvøld sum í kvøld
er tekjan ikki altíð í sama lag
sum tá eitt órýmiligt rím
setur seg á hana
og bjóðar myrkrinum av
og vil so fegin læna
enn ein ringan vana
og fer órímað í kav





.



.

søndag den 5. marts 2017

HOL




fjøllini
eru framburðsinnað
tað er undirgrundin eisini

tey lata tunlar
verða borað í seg
so vit kunnu koyra ígjøgnum
við fullari ferð

vinna tíð og
skjótar pengar
sum vit ikki fáa við okkum
niður í okkara egna hol
tá tann tíðin er búgvin





.