tirsdag den 4. september 2012
FYRSTI PARTUR
Koytus undir Gólvi gekk aftur og fram á gólvinum. Enn einaferð hevði hann sløkt fyri útvarpinum. Hann orkaði ikki at hoyra málið hjá útvarpsfólkunum. Tað einasta tey dugdu at siga var "stadigvæk" og "jaligt". Hetta fekk hann ilt í oyruni av. Oyrnalæknin hevði eisini mælt honum til, at sløkkja fyri lurtinum um hann hoyrdi slíkt, hann ikki toldi at hoyra. So var hugaligari at fara oman til vinmannin Bølla í Breiðagarði. Bølli æt ikki Bølli, men Børge og hann hevði bert ein reyvabølla og var tí kallaður Bølli. Tað navnið hevði hann eisini sjálvur góðtikið, tí tann bøllin hevði kortini so nógv at siga í hansara lívi. Mamma hansara hevði eisini seymað honum eina pútu, hann kundi hava undir har, tann vantandi bøllin var, so hann ikki sat so skeivur á stólinum. Tá hann gekk í skúla varð hann ofta happaður og hinir dreingirnir tóku pútuna og brúktu hana sum drunn sum varð sendur runt í flokkinum. Onkuntíð krógvaðu teir eisini pútuna fyri honum, so hann mátti sita skeivur á stólinum og fyri tað fekk hann mangan lúsingin frá lærarunum. Og tá hann grátandi segði, at hann sat so skeivur, tí at hinir dreingirnir høvdu tikið pútuna frá honum, segði lærarin, at hann kundi leggja bøkur undir dintilin. Tað gjørdi hann so, og tá hann varð biðin um at lesa úr lesibókini, so mátti hann undir sín hálva dintli eftir bókini, og tá sat hann aftur skeivur og fekk enn ein lúsing. Tað var ikki stuttligt at vera Bølli, tá Bølli var lítil. Men nú var Bølli tilkomin og fekk ofta vitjan av sínum góða vinmanni Koytusi undir Gólvi sum búði nakað oman fyri uppi undir Gólvi sum tann býlingurin nevndist. Teir prátaðu um mangt og hvat. Veður og vind og um seyð. Bølli hevði einar tjúgu seyðir inni á trøð síni inni í Lumma, og Koytus hjálpti honum eisini við seyðinum. Afturfyri fekk hann eitt krov og avroð, tá slaktingin var av. Í dag gramdi Bølli seg nógv um eina trívetursær og sum ikki eitt einasta lamb kom undan. Hann hevði sjálvur mangan sæð, hvussu hon rann undan veðrinum, so veðrurin til síðst misti hugin á henni. Koytus helt, at so var hon helst samkynd og bað Bølla seta seg í samband við LBGT suðuri í Havn. Samkynd? spurdi Bølli, hví skuldi øll nú vera samband bara tí tey vóru eitt sindur fyri seg sjálvi og vildu ikki hava avkom. Ærin vildi kanska bara vera gomul ær og lambsleys. Vit eru jú eisini gamlir dreingir Koytus, og fyri tað eru vit ikki samkyndir. So er segði Koytus, men tað bilti einki um hann fekk tey á LBGT at kanna dýrið og tey í Havn høvdu helst sálarfrøðingar sum kundu sannføra hana um, at sjálvt um hon var lesbisk, kundi hon lata seg inseminera uttan at verða brundað av einum graðum ullintum veðri. Tað var als ikki óvanligt at samkynd fingu børn. Og hann kundi lovað henni at livað nakrar vetrar aftrat, um hon aftur fyri setti nøkur lomb í verðina. Bølli ringdi so til LBGT. Koytus hevði áðrenn sagt við hann, at hann ikki skuldi brúka orðið "lesbisk" um ærina, men heldur "lesvisk" tí Koytus hevði nýliga lisið í Svenningar-Atlassi at oyggin Lesbos á føroyskum eitur Lesvos og so mátti tað vera rættast at siga at ærin var lesvisk. Og tað var júst tað orðið sum Bølli brúkti, tá hann fekk orðið á einari damu í hinum endanum á rørinum, og vildi fortelji henni sítt problem. Daman helt at hann hevði fingið skeivt nummar og helt hann eisini tosa um sviskur til eina ær. Men misskiljingarnar skiltust og tey skiltu bæði hvør annan. Daman greiddi frá, at tey høvdu ongan sálarfrøðing, men hon vildi fegin viðmæla ein góðan sálarfrøðing, hon kendi, og sum kundi loysi allar sálarligar trupulleikar, ikki minst slíkar í høvdu sín uppruna í kynslívinum hjá fólki. Og so, helt henda daman, at tað átti at verið eins lætt at loysa trupuleikarnar hjá seyði. Bølli ringdi til sálarfrøðinginum, sum presenteraði seg sum Herry Krageskæg. Hann hoyrdi søguna hjá Bølla, og Bøllasa hugskot um at koma suður til Havnar við ærini. Krageskæg helt at tað ikki var víst, at tað var ærin, sum galið var við. Tað kundi eins væl vera veðrurin. Og um Bølli vildi koma suður í konsultatiónina, so skuldi hann taka bæði ærina og veðrin við. Men so kom Herry Krageskæg í tankar um nakað, frá hansara ferðum sum barn hjá skyldfólki norðuri við Gjógv. Tá høvdu Gjóvmenn varnast nakrar ær sum ikki lótu seg springa av einum veðri. Og at ein eldri skeggsíður gjóvmaður hevði funnið út, at grundin var tann, at veðrurin var morreyður. Ærnar kundu rætt og slætt ikki torga henda morreyða veðrin og tá gjørdu Gjóvmenn ikki mætari enn, at teir litaðu verðrin svartan og tá var áfast beinanvegin og skjótt gingu morreyð smálomb á gjóvmannbøi. "Tað var ótrúligt!" læt tá í Bølla, "tí veðrur hansara var nettupp morreyður!" Og so fekk Bølli tey góðu ráð frá Herry Krageskæg sálarfrøðingi, at hann skuldi lita veðrin svart. Og Bølli gjørdist mikið glaður og takkaði fyri ráðini og lovaði, at hann sum skjótast skuldi senda Herry Krageskæg ein turran ærsbógv sum samsýning fyr ómakin.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar