søndag den 23. september 2012

BUKKUSUNNUDAGUR

Ólukksáliga kalt og ilt í rygginum. Soleiðis eru allir sunnudagar. Grá tjúkk skýggj sum ikki tíma at røra seg.

Soleiðis mást tú aldrin byrja ein tekst. Tú styggir lesaran. Hann vil heldur hava teg at skriva okkurt pent um fótbólt. Um hvussu ofta xx hava tapt ímóti zz og hvør stóð í mál, tá cc misti bukkumeistarheitið til ðð. Og miðlarnir (ræðuligt orð miðil, ljóðar sum onkur hevur migið tað úr sær á Heilsuligu Skaðastovuni(og so orðið miðlafrøðinur, tað ljóðar mikið urinalt, tað má vera ein urinologur)) ger nógv burtur úr tí søguliga bukkumeistaraheitinum í fótbólti tí tað er fyrstu ferð at ðð vinnur tað og xx ikki verður nummar tvey, men fýra, annars verða teir altíð nummar tvey, tá ðð vinnur bukkumeistaraskapið í fótbólti. Og tá xx vinnur verður ðð altíð nummar tvey. Men tíðirnar eru kanska við at broytast. Og tað er ikki so gott fyri fótbóltin, tí hann skal helst vera soleiðis, at áskoðarin veit, hvar hann er. Og at ikki ein og hvør idiot fer út og sparkar hann bæði til vinstru og høgru. Einki má koma óvart á nakran í fótbólti. Og serliga ikki í bukkumeistaraskapinum. Har má alt vera sum tað altíð hevur verið. Og við dansi aftaná. Bukkumeistaraskapsdansi.

Pínadoyð. Skýggini røra seg nú og eg gloymdi at tað var sunnudagur, tað var tí eg bannaði, her í húsinum er tað bannað at banna sunnudag.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar