torsdag den 20. september 2012

HOLSEMI

Helst misskilji eg alt, tá eg lesi ella hoyri føroyskar miðlar. Nú ein dagin tosaðu teir um ein sjónleik um Poul Mohr, sum eg so helt at Jóanes Nielsen hevði skrivað, tí hann var á sinni við at gera sjónleikin "Sveisaralív " úti á Skipasmiðjuni .

Nakrir reyðir á Skipasmiðjuni vórðu heimkoyrdir og so varð hesin leikur klaskaður saman og framførdur á arbeiðsplássinum í arbeiðstíðini. Jóanes hevði leiklutin sum skeribrennari og Mikki Múll spældi Poul Mohr.

Men hesin í útvarpinum umrøddi leikur, skilti eg seinni, var ikki um Poul Mohr men um "Poe-morðini".

Og í somu sending tosaðu tey við ein ungan mann við skopunarrødd ið hevði gjørt film sum æt Stóratá og aftaná fóru teir guðhjálpimeg at tosa um Matador. Tað haldi eg ikki, at eg miskilti. Brúka góða senditíð - einastu mentanarsending sum júst er vaknað úr summarblundi - at tosa um smáborgarliga danska vikublaðssendirøð.

Mær dámdi bara ein persón í sendirøðini og tað er hon sjálv við hoyrirørinum, Tante Møghe. Annars havi eg langt síðani sjálvur fingið hoyritól, men brúki tey ongantíð, eftir sum eg so sjáldan eri millum fólk. Og so skulu tey fyrst reinsast við einum lítlum enda av onkrum løttum metalli, so tey ikki vera tipt við oyrnakukki. Og tað er alt ov strævið at fáast við. Tað er heldur eingin grund til at hoyra Kringvarpið rætt, tí tá nyttar tað einki, men tá eg misskilji tað tey siga, so fái eg altíð okkurt at hugsa um.

Eg brúki heldur ikki røttu brillurnar í løtuni, tí tær brillurnar við tí røttu styrkini eru skaddar,og eg havi ikki ráð at fáa tær umvældar, so eg brúki einar gamlar sum fáa meg at lesa og skriva skeivt á telduni.

Men mær nýtist ikki nakrar brillur at lesa á Vovvapissitalinum, at Øvundur á Bei-tiij sigur rump-ariij og reyvar-iij, tí tað siga vit her vest-riij!

Løgin hesin Pissitalurin, sum mest snýr seg um drynjandi og klaustofobiska lokalpatriotismu og so um tað, sum er niðanfyri beltið. Oftast tikið úr Ekstrabladet.

"Eitt hol er eitt hol" sum havnarmaðurin svaraði, tá hann varð spurdur um hann ikki swingaði báðar vegir.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar