tirsdag den 18. september 2012
GOMUL YRKING
visti ikki rættiliga
hvat var í tínum smíli
har tú stóð í ljósabláum kjóla
og hvítum løriftskóm
við tí ónda fjallinum aftanfyri
við sínum rotna og óíbygda gróti
og ólukkuliga grasi
sum hevði kitlað so nógv forbannilsi
so tey broyttust til bønir
til alt ið flúgva kundi
og gjørdi títt smíl
til bæði kumpass barometur og seismograf
tá eg fór út í tað villa lívið
at finna tey røttu orðini
at lýsa tað sama smílið
og eg goymdi tey í eini tungari skuffu
djúpt inni í mær sjálvum
og eg tori ikki at taka tey fram aftur
og seta tey saman
tí so fari eg kanska at gloyma títt smíl
og hvat skal eg so skriva um
sitandi her við eini gamlari yrking
og ongum fjalli ella gróti aftanfyri
men nógvum ólukkuligum grasi
sum eg júst havi sligið
.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar