fredag den 13. juli 2012

EITT SINDUR AFTRAT FRÁ AÍF

Arbeitt verður dúgliga við stevnuskránni hjá Avítróttarseringsflokkinum. Fólk taka sum heild undir við at avítróttarsera Havnar bý og gera allan Gundadal til eina stóra park. Tó hava vit valt at varðveitt gamla svimjihylin, altso høllin verður tikin omanav og hylurin verður aftur fríluftsbað, alt árið. Tó vera svimjikappingar ikki loyvdar. Kappingar eru bara fyri asosialar verur. Alskyns trø verða plantað í dalinum og ein poesipaviljong verður eisini smíðað so leik og lærd skald kunnu lesa síni alstur fyri teimum ið koma framvið. Skamt frá paviljongini skal ein 12 metrar høg standmynd av Carl Jóhan Jensen standa. Grundin til, at vit velja CJJ er, at so kunnu vit fáa Okkara at gjalda fyri bronzustoypingina. Og tá standmyndin verður avdúkað, verður skonkt ókeypis øl til øll.

Sitandi býráð, sum er eitt ítróttarbýráð burturav, er vorðið fjáltursstungið nú ein antiítróttarflokkur stillar upp. Sitandi, ella rættari: standandi borgarstjóri, eftir sum hann altíð stendur og verður fotograferaður, hevur millum annað boðið borgarstjóranum í Reykjavík, harra Knarr, sum bleiv valdur tí hann rann runt í konufólkaklæðum, til Tórshavn at halda Ólavsøkurøðu og siga okkurt á Faroe Pride tiltakinum. Og so vil borgarstjórin í Havn eisini sleppa at halda røðu fyri Faroe Pride, ílatin tann føroyska konufólkatjóðbúnan, við kísa á høvdinum, og roknar hann við hesum stunti at fáa minst líka nógvar stemmur til býráðsvalið í heyst, sum harra Knarr fekk til valið í Reykjavík.

Aftaná setanina fáa fólk høvi til at síggja konufólkabúnaklædda borgarstjóran fara ein snurritúr upp í Tórshjólið saman við sínum fjákuta íslendska starvsfelaga. Uttan iva fara fólk tá at sannførast um, at so býtt eru tey ikki, og bíta ikki á so bíligt valagn.

Og man hann ikki á Ólavsøku fara at ræða fólk við Avítróttarseringsflokkinum, sum helst eisini fer at banna tjóðaítrótti føroyinga, kappróðrinum? Men tað kunnu vit lova øllum, at tað ætla vit ikki. Fyrst og fremst tí vit eru góð við føroyska bátin og fyri tað annað so er kappróður ein so keðilig ítrótt og ger ikki tann heilt stóra skaðan. Hinvegin fer ein onnur tjóðarítrótt føroyinga, bilkoyringin, at merkja skilagóða politikk Aítróttarseringsfloksins. Allir bilar skulu hava stór skelti uppi á takinum har á stendur, at tað er sera heilsuringt at koyra bil og at bilurin bæði drepur fólk og umhvørvi. Allir bilánarar skulu eisini gjalda 20% av bilkostnaðinum til ein grunn sum skal brúkast til at fíggja nýggju Gundadalsparkina og til súkklu- og gongubreytir í allari kommununi.

So spennandi verður, hvat standandi borgarstjóri so fer at bjóða afturímóti, kanska fer hann at gera Ólavsøkuna til eina gjeikarasøku burturav, nú fólk eru farin at vakna og venda ítróttini bakið? Jamen, tað taka vit so eisini undir. Vit skilja heldur ikki at vit skulu minnast ein norskan kong, sum varð eyknevndur Ólavur Digri, neyvan tí hann dyrkaði ov lítla ítrótt, ella át fleiri kurvar av makreli um dagin, men helst tí at hann var so ráðaríkur og grammur, sum allir kongar jú eru.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar