tirsdag den 1. maj 2012

SILVURGRÁIR BILAR

pápi
hví eru allir bilar í føroyum silvurlittir
spyr sonurin sum hevur størri áhuga fyri bilum enn pápin
sum eygleiðir teir misháttu plastbátarnar við bátabrúgvarnar
hann hættar sær ikki at svara
at tað er tí
at føroyingar hava so nógv kyksilvur í blóðinum
men tað er tí
at í føroyum eru bara tvær árstíðir
vetur og heyst

men nakrir fáir bilar eru eisini svartir og bláir
leggur sonurin aftrat

jú tað er tí at summi trúgva uppá at tað eina ferð verður summar
tað kann koma fyri hvørt tíggjunda ár
onkuntíð hvørt tjúgunda
at summar er í føroyum

ja sum í fjør tá vit vóru her
tá var summar
og tá sá eg eisini ein grønan og onkran reyðan bil

nettupp sigur pápin
og tá hevði eisini verið vár
men nú síggjast bara teir silvurlittu bilarnir
koyrandi longsilsfullir aftur og fram
undan heystinum og vetrinum

tá sigur sonurin
sannførandi:
eg vil hava ein gulan bil
um eg skal búgva í føroyum

og pápin nikkar játtandi við einum smíli
og hugsar við sjálvum sær
at tað man kortini ikki fara at skaða
um hann sjálvur
onkuntíð aftur
fær sær ein góðan spikbita

Ingen kommentarer:

Send en kommentar