søndag den 13. maj 2012

MÓÐIR HAVN

Móðir Havn

Tú sum ert í Føroyum

Heilagur veri Hann, tú ert uppkallað eftir

Komi ikki mjørki tín, hvørki á Himli ella úti á Glyvursnesi

Gev okkum í dag okkara dagliga fótbólt

Og fyrigev okkum allar bilarnar
so sum vit eisini fyrigeva øllum teimum
sum ikki tíma at ganga

Leið okkum ikki sum smábørn,
men frels okkum frá tí illa gjørda

Tí at Tín er skommin,
tá Krotusmiðirnir hava skitið
í allar blæur.


Amen?

4 kommentarer:

  1. Hvør var fyrst?: http://www.youtube.com/watch?v=I7jhqs4XV9k

    SvarSlet
    Svar
    1. Jesus var fyrstur, men handa danska snýr um fótbólt, ikki so býtt. Tað munnu finnast nógvar variatiónir av Faðir Vár/Pater Noster; minnist onkra sum drongur Faðir Vár tú sum ert uppi á ovastalofti..

      Slet
  2. Jesus var fyrst, men handa danska har snýr seg bara um fótbólt, ikki so býtt. Tað munnu finnast nógvar variatiónar av Faðir Vár/Pater Noster

    SvarSlet
  3. Móðir Havn er annars frá 2010 tá hon bleiv gjørd sum steinprent á Steinprent har hon enn fæst til keyps

    SvarSlet