Einki tykist at treingja inn í Kalsholið. Tað nyttar lítið at fortelja tí, at tað longu er trupult hjá høvundum at fáa starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, tí tað eru so fáir pengar til starvslønir og soo nógvar umsóknir.
Og tey sum sita í nevndini prioritera ikki kvalitet. Tey vilja helst geva øllum, hóast tey ikki hava víst, at tey hava talent. Stuðul til bókaútgávu er eisini minkandi hesi seinastu árini, tað vita allir forleggjarir og vit høvundar sum ikki fáa eitt klovið oyra í samsýning.Tað eru eisini færri prentsmiðjur og tað er óvist um tað verður nøkur bókaprentsmiðja í Føroyum í framtíðini. Og Kalsholið ger alt fyri, at viðurskiftini skulu gerast verri. Kanska verða føroyskir prentarar settir til at smíða føroyskar bátar.
Mentanargrunnurin letur, sum vera man, eisini pengar til nógvar aðrar verkætlanir. Og tá er ikki nógv eftir at skriva bøkur fyri.
Mentamálaráðharrin heldur, at tað er stuttligt at fara á bókamessu í Göteborg og reypa av øllum teimum føroysku bókunum og áhuganum fyri teimum. Hvussu heldur hann at bøkurnar eru vorðnar til? Munnu høvundarnir hava fingið nakað fyri tær. Og hvussu verður fram yvir, nú Kalsholið hevur gjørt viðurskiftini enn verri? Tá hann í framtíðini fer á bókamessu, hvørjar bøkur skal hann tá reypa av? Eg kann ikki koma í tankar um aðrar bóklingar enn fíggjaruppskotini hjá Lítla Putini í Sørvági. Og tað er lítið at reypa av aðrastaðni enn í skýmligum skotum saman við øðrum dylhøvdum. Har kunnu tey so saman hoppa føroyskan dans - tvey fram og trý aftur - í bermuda shorts líka til fólkið vaknar og spular Kalsholið á bláman við flógvari skræpu. Man tað so fara at vakna og síggja skaðan, tað hevur gjørt? Neyvan.
Eitt hol er eitt hol.
PS Staðin fyri bøkur kundi eg skrivað myndlist, tónleik, film, sjónleik osfr.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar