Havi sitið so leingi og bíðað eftir hesi nýggju bók míni. Meyli. Einki svar. Vanligt er, at eg biði um eitt eintak saman við permuni, sum jú er mín egna og sum eg fyrr ella seinni geri eina permuframsýning av saman við øllum mínum permum. Aðrastaðni syrgja forløg altíð fyri, at høvundurin sum skjótast fær tað fyrsta feska eintakið. Tað er sjálvsagt. Men føroyingar hava altíð manglað stíl og í Føroyum er einki sjálvsagt. Hví skal hann, ella hon, sum hevur skrivað bókina fáa at vita, at hon er prentað? Fyrr fekk hann, ella hon, at vita tað, tá tíðindabræv var prentað í bløðunum. Men nú prentað tey antimentanarligu bløðini ikki tíðindabrøv longur. Og so als ikki ummælir. Men í gjár fór eg á heimasíðuna hjá Bókamiðsøluni og leitaði eftir saknaða nýfødda alva mínum og har var hann:
BÓKALÝSING:
Poulsen, Tóroddur
Heimvitisferðin, yrking
rith: Tóroddur Poulsen,
Tórshavn, Mentunargrunnur Studentafelagsins 2012
67 síður
kr 148, 00 ISBN 978-999 18-43-99-5.
Og so royni eg aftur at meyla, á aðrari adressu, fyri at vita um tað er rætt at hon er liðug, hugsaði kanska at lýsingin var gjørd frammanundan. Svarað var, at Heimvitisferðin var farin niðan á Bókamiðsøluna tann 29/9. Og í gjár var 23/10. Róligur, hugsaði eg, tú ert bara føroyingur, og skal farast við sum ein føroyingur. Tú ert líka stórt døll sum allir hinir. Samskifti er ein bygd á lítlu Dímun.
Annars eri eg glaður um, at barnið er komið í verðina og eg siti í spenningi og bíði eftir postinum. Helst fái eg hana í morgin. Bókina, sum er tann óunniligasta sum skrivað er á føroyskum. Kanska tora tey ikki at bera at hana í bókahandlarnar? Ella er hon langt síðani komin í bókahandlarnar?
Dugi so illa at greiða frá, hvat mínar bøkur snúgva seg um. Eri bangin fyri at siga ov nógv. Sigi eg ov lítið, kann eg fáa at vita, at eg eri arrogantur. Tað kann eg sjálvandi onkuntíð vera, men tað er mest vegna smædni.
Heimvitisferðin er ein opinbering, eg havi fingið gjøgnum mínar dreymar. Og marrur. Eg eri stórdroymari. Tað havi eg altíð verið. Mær dámar væl at droyma og at arbeiða við dreymunum. Eg gleði meg altíð at fara í song. So veit eg, at dreymarnir koma. Tað er sum at fara í biograf. Sjálvt um teir eru vorðnir meira ótespiligir við árunum. Tú venir teg við alt.
Og Augustinus gamli segði, at vit hava ikki ábyrgd av okkara dreymum. Tað er ikki galdandi fyri mínar dreymar. Eg havi ábyrgdina av øllum mínum dreymum. Og marrum. Hvør annar skuldi havt ábyrgdina?
Ingen kommentarer:
Send en kommentar