torsdag den 11. oktober 2012

ÁKÆRA

Føroyar er ein ísakaldur mordari
ið lúrir eftir tær hvar ið tú so fert

ongastaðni kanst tú krógva teg
hvørki í tónleiki ella í litum
í einum filmi ella einum sjónleiki

tú kanst ikki vera tann tú ert
allastaðni og altíð
eltir mordarin teg
við sínum smásinni og trongskygni
og sjálvfúlu heimamissiónsku fordómum

hann unnir tær ikki
at elska tann tú elskar
tí hann hevur ikki sjálvur roynt at elska
annað enn sína fávitsku og valdsgreði

tú kanst ikki verja teg við orðum
tí mordarin skilir bara orð
sum kunnu teljast sum pengar

um tú so hvørvur
í eini kavafonn í himalaya
finnur mordarin teg
og fær lív í teg aftur
so hann aftur kann jagstra teg
og pína teg í eina tíð aftrat

blóðtystur er hann sum fáur
tí hann hevur sjálvur einki blóð
bara grammleikans tóma luft
fýkur gjøgnum hvøssu æðrar hansara

við einum pennastroki
oyðileggur hann alla skapan
og smílandi blunkar hann til gravaran
og til líkvognsføraran
at morðið er fullgjørt

og so fer hann aftur út at leita
eftir einum nýggjum offri



Ingen kommentarer:

Send en kommentar