torsdag den 4. oktober 2012

TRÝ ÁRA STARVSLØN TIL TANN FØROYSKA LEYPIN

Og sum tað er gott at vit hava fingið ein mentamálaráðharra sum veit, hvat verulig mentan er. Verulig fólkslig mentan. Hann vil stuðla gomlum træskipum og føroyska bátinum. Tað er so trist at allar tær gomlu dangurnar skulu hvørva fyri okkara sorgblíðu eygum. Einki við at siga, at dangurnar í veruleikanum vóru tær reinu deyðsfellur sum høvdu nógv mannalív á samvitskuni. Hvussu nógv føroysk børn sótu faðirleys, tí pápin var farin at fiska við hesum vandamiklu førum sum sjálvt bretar ikki vildu brúka longur. Tá føroyingar fóru niður til Onglands at hyggja eftir hesum sluppum, varnaðust teir at á teimum øllum stóð eitt skelti við orðinum Danger! Tí fóru okkara forfedrar at nevna hesi lívshættiligu før fyri dangur. Og teir sum koma livandi aftur fingu lítið og einki aftur fyri, tí at reiðarin skuldi hava so nógv at liva av.

Og sum tað er gott at vit hava ein mentamálaráðharra sum vil stuðla tí føroyska dansinum, so dansararnir kunnu keypa sær nýggj føroysk klæðir við nógvum norskum silvuri í og dýrar spenniskógvar og so teir eisini hava betri ráð at keypa brennivín til skeinkjaran at skeinkja í ringinum.

Og sum tað hevði verið gott um vit høvdu ein mentamálaráðharra sum eisini vildi bjarga tí føroyska leypinum. Tað er so syndarligt, at vit bara kunnu síggja fólk, við leypi á baki, í  gomlum myndum. Tað hevði verið ein sannur sigur fyri føroyska upprunamentan um fólk aftur fóru at brúka leypin. Tá tey fóru til handils í SMS ella í Rúsuna at keypa brennivín og øl. Ella í bókahandilin at keypa leikur til børnini, tí ongar bøkur koma út til longur tí vit høvdu ein føroysktmentan mentamálaráðharra sum tók allan stuðul til bøkur burtur. Ektaðir føroyingar leggja heldur einki í at lesa ella skriva. Tað eru bara ónyttur ið fáast við slíkt. Tá fara øll at síggja hvussu stórt vælsignilsi tað er, at vit øll fara knossandi við hvør sínum leypi á baki. Og leypurin skal sjálvandi ikki smíðast av viði úr onkrum timburhandli í Havn. Nei føroyski leypurin skal gerast úr ektaðum føroyskum viði. Rekaviði. Tí einki er so ektað føroyskt sum rekaviður.

Og sum tað hevði verið gott at havt ein mentamálaráðharra sum eisini stuðlar rekaviðinum. Einum kulturellum brótararossi sum fær fólk aftur at leita eftir reka so vit øll kunnu fáa hvør sín leyp at keypa inn við og bera tara og torv.

Og sum tað hevði verið gott um vit høvdu ein mentamálaráðharra sum eisini vildi stuðlað tí føroyska rekamanninum við at givið honum trý ára starvsløn.

Og sum tað er gott at vit hava tann mentamálaráðharran.

2 kommentarer:

  1. Tóroddur, hygg rundan um teg.

    Uttan okkara gomlu træskip, føroyska bátin, leypin ella rekavið, hevði tú ikki havt møguleikan at skriva hesa viðmerkingina.

    Vænti at tú hevði enn svomið stein av steinið í punginum á pápa tínum, um ikki ein gomul danga hevði verði har, og pápi tín hevði sæð, at her møguleiki fyri at bjargar okkara listafólki í 2012.

    SvarSlet
  2. Eg veit ikki hvussu eg hevði skula svomið stein av stein tí pápi mín er langt deyður og var sjálvur við einum av hesum dangunum, Abbi gekk burtur við allari manningini við nettupp einari av hesum dangunum. eingin danga hevur bjargað nøkrum listafólki, men tær hava mangan verið til inspiratión. Minnist einaferð ein gamlan sanding koma inn í kioskina hjá okkum. Hann hevði verið sjómaður alt sítt lív og fekk stóran part av slupptíðina við, eisini áðrenn tær fingu motor. Tann dagin lá Westard Ho við bryggjuna. Tá letur í honum "at eg forstandi ikki at teir varðveita hasar gomlu deyðsfellurnar, har lítið gott at minnast enn vanlukkur".

    SvarSlet