Annars er einki. Kanska ein appilsin. Ein vælsmakkandi ein. Og so sá eg onkran fáast við ein høsnarunga. Eg vamlaðist. At eta slíkt, ið býr í einum búri, sum ikki er størri enn fuglurin, sum býr í tí.
Og so hevur Líkhanin í Fuglafirði givið eina fløgu út, har hann við sukursøtum slími misnýtir Hans Andrias. Og eg vamlaðist aftur. Umhugsi at melda til Løgtingsins Umboðsmann.
Men so bleiv eg kliptur. Tað var ikki so ringt sum tað plagdi. Í gomlum døgum mátti eg mangan drekka mær mót til, tá eg skuldi til barber. Orkaði ikki at síggja mítt elskaða hár falla fyri saksinum og at tað endaði á gólvinum, har barberurin hjartaleyst gekk og traðkaði á tað. Nú lati eg bara vera við at hyggja niður á gólvið. Og hyggi í staðin í Euroman, sum ein fær stungið í hondina, áðrenn klippingin byrjar. Tað er ikki so nógvur tekstur í tí blaðnum, næstan bara myndir. Og klædna- og skógvalýsingar. So kann eg droyma um at eiga okkurt av hesum pløggunum, eg kortini ikki havi ráð til.
Og tá klippingin (í gomlum døgum segði eg avrættingin) er liðug, hyggi eg inn í speglið og yvir á jakkan sum eg lati meg í. Gjaldi og takki fyri og fari á dyr. Men fyrst seti eg húgvuna á høvdið. Tað er nevniliga blivið kaldari at vera høvd.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar