Seinastu árini hava mínar bøkur ikki fingið nógv ummælir. T.e. eg fái minst eitt og tað er á Listablogginum, sum eisini er tann besti mentanarmiðilin á føroyskum, og sum viðgerð tað mesta í føroyskum mentanarlívi. Og so sjálvandi umrøðurnar í In mente, tær eru heldur ikki at forakta. Men eg fái aldrin blaðummælir longur (Hó, her lúgvi eg eitt sindur, "Avbyrgingar" varð ummæld í Dimmu, tó er tað neyvan blaðið sum hevur tikið stig til at fingið bókina ummælda). Heldur ikki verða tíðindabrøv um mínar bøkur prentað.
So tað kann tykjast eitt sindur einsligt. Bøkur sum "Eygnaholur", "Rend", "Bræddur firvaldur" (forrestin eisini ummæld á Vencilsblogginum umframt Listablogginum og In mente-umrøðu) blivu ikki nevndar í føroysku bløðunum. Eygnuholur, sum er tvímæld, fekk fleiri ummælir í donskum bløðum. Tó er tað okkurt serligt, at fáa eitt prentað ummæli, sum tú kanst klippa út og goyma og taka fram aftur, tá tú verður gamal.
Men hygga nú! Bókin "Heimvitisferðin" hevur nóg illa ligið í bókahandlinum í eina viku og so havi eg fingið ikki minni enn tvey ummælir í Dimmu. Tvey rættiliga negativ ummælir. Tað liggur ikki til mín, at viðmerkja ummælum av bókum mínum, fólk skulu hava loyvi til at meina, tað tey meina og halda seg vita (hvat tey sjáldan gera), men hvussu hundan ber tað til, at nú er Dimma so íðin at ummæla eina bók hjá mær, tá so nógv negativt er at siga um hana? Hví ummældu tey ikki tær áður nevndu bøkurnar, sum jú ikki líkjast Heimvitisferðini? Er tað tí at vissi fólk bara duga at fáa ilt í afturpartin?
Nú er tann eini ummælarin, blídliga sagt, ikki tann stóri andin. Hevur rætt og slætt ikki hønuvit. Plagar at ummæla td. allar amatørframsýningar í Smiðjuni í Lítluvík á jøvnum føti við tey meiri professionellu og sokallaðu eliteru sum sýna eitt nú á Listasavninum. Tey fáa líka nógv pláss í Dimmu, so lesaran ikki skal halda at nakar er betri enn annar.
Hin ummælarin plagar at vera skilagóður, men tað tykist sum eitt vist nýtt starv hevur gjørt hann meiri viðkvæman og fínnasaðan, ella kanska hevur onkur purrað upp undir, ella vil hann tekkjast onkrum ávísum?
Nei, eg veit ikki. Tó havi eg loyvi at undrast og eisini at undrast hart.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar