vaknaði
við kaldasveitta
eg støvseyg
men tað bleiv ikki minni støv
heldur meira
tað kundi ikki vera rætt
at posin longu var fullur
eg hevði nýliga sett nýggjan í
og tað var eisini tann síðsti eg átti
og tað verður ikki í bræði
at eg fái ráð til at keypa nýggjar støvsúgvaraposar
fyrst má eg fáa
brillur mínar umvældar
so eg ikki skal ganga við teimum gomlu
og sum ikki hava ta røttu styrkina
so eg fái ilt í høvdið
tá eg lesi ella skrivi ella hyggi eftir konufólki
men eg vaknaði sum sagt
við kaldan dreym
og var glaður um
at tað bert var ein dreymur
so eg legði meg aftur
og tá droymdi eg aftur ein ræðuligan dreym
ein av hesum løgnu havnardreymunum eg fái
tá eg havi verið ov leingi heimanifrá
kommunuskúlin var rivin niður
og alt gott um at tað skrímslið var burtur
men í staðin var bygt eitt tríggjar kilometrar høgt torn
og tað hevði sama snið sum nøsin á borgarstjóranum
nasagluggarnir vendu oman móti býnum
og í teimum sótu túsundtals snorhvítir rútar
og so var kaldasveittin aftur har
og eg vaknaði
og fór upp úr seingini
eg skuldi ikki droyma meir
so heldur at støvsúgva
í veruleikanum
Ingen kommentarer:
Send en kommentar