mandag den 18. juni 2012

LIVERPOOL REYVPUL!

Sunn sál í einum sunnum likami. Var tað ikki soleiðis summir ítróttarfanatikarar og fimleikasadistar plagdu at prædika í skúlanum? At fáa eitt sindur av motión var ikki heilt av leið, men sunn sál? Aldrin. Tá veljast skuldi út til lið sum spælast skuldu ímóti hvørjum øðrum, var tað altíð onkur sum ikki slapp í part. Eg veit ikki um tað var sunnast fyri tann, sum ikki slapp í uppí part, ella teir/tær sum sluppu. Flestu ítróttargreinar snúgva seg ikki so nógv um spælið sjálvt, men um kríggið. Ítróttur er meiri kríggj enn spæl. Og fyri tann sum er við, er tað heldur ikki altíð so stuttligt longur, tað síggja vit tá teir liggja og eymka seg á vøllinum, ella ætla at kvala dómaran tí hann dømdi off-side. Fótbóltspælararnir. Tí hjá teimum snýr tað seg um lív og deyð og eina helvitis rúgvu av pengum. Tey sum fáa best burtur úr ítrótti, eru tey sum fáa pengarnar. Serliga fótbólturin er vorðin tann nýggja religiónin (í harðari kapping við kelidýrareligiónina). Hygg bara hvussu fótbóltsspælarar signa seg áðrenn teir fara á vøllin og áskoðararnir sum biðja við himmalvendum eygum, at teirra homoerotisku gudar skulu vinna.

Í hesum døgum er fótbólturin á skránni. Hetta spælið sum í okkara parti av heiminum hevu meiri at siga enn alt annað. Sjálvt um hetta ikki er nakað serliga intelligent spæl. Heldur tvørturímóti. Fótbólturin mennist ikki. Tá tú sær ein góðan fótbóltskamp, veitst tú, at tú hevur sæð hann fyrr á ein ella annan hátt. Eisini tá tú sært ein vánaligan. Ítrótt mennist ikki. Hon stagnerar og fær fólkið somuleiðis at stagnera og øsa seg, sum um sjálvur Goebbels prædikaði fyri teimum. Heilin verður koblaður úr. Tann einasta endurnýggingin av fótbóltspælinum, eg havi sæð, var tá Zidane í EM kappingini í 2008 stútaði ein italskan spælara í bringuna, tí hesin tosaði ljótt um systir hansara. Tað nýggja var, at hann stútaði bringuna og ikki nøsina.

Nú mást tú ikki halda at eg eri fullkomiliga fótbólthatari. Mær dámar væl at síggja ein góðan dyst. Er hann ikki góður, sløkki eg. Nei, eg havi ikki sæð ein fótbóltsdyst live í 30 ár. Men eg eri fyri tað mesta líkaglaður yvir, hvør ið vinnur. Bara dysturin er spennandi og stuttligur. Men at brúka allan dagin til fótbólt, tað havi eg hvørki hug ella tíð til.

Teir flestu fótbóltsidiotarnar, eg kenni, eri slíkir sum ongantíð blivu valdir at spæla. Onkur slapp kanska at sita á beinkinum, meðan onkur annar slapp at vera linjuverji. Hesir liva og doyggja fyri fótbóltinum til sín doyggjandi dag. Tað má hava okkurt við masochismu at gera.

Minnist niðri í kioskini hjá okkum, í hálvfjersunum, hvussu ídnir menn vóru at trætast um HB ella B36 ella KÍ. Serliga mánadagar. Og tað var í lagi sjálvandi, at tað verður tikið upp dagin eftir at dystur hevur verið spældur. Men so eru tað teir víðgongdu, sum fóru í holt við at messa um Manchester United og Liverpool. Hesar typurnar sum hvønn leygardag sótu við oyranum móti lurtinum og hoyrdu fótbóltsdystir sum BBC varpaði út. Og so øll hesi nøvnini. Mann skuldi trúð, at teir sjálvir høvdu verið á staðnum, og at teir kendu allar spælararnar persónliga. Eg bleiv oftast troyttur av at hoyra upp á tað, minnist eg, so einaferð, tá eg fór inn at kasta mær av vatninum inni á vesinum yvir av kioskini, tók eg tusjpennin upp úr lummanum og skrivaði við stórum bókstavum uppi yvir pissoiarinum: LIVERPOOL REYVPUL! Eg hugsaði ikki meir um tað, enn at eg hevði skrivað tað. Ikki nakað serliga stuttligt, eg vildi bara av við frustratiónirnar, at trøllvaksnir menn einki annað vistu at prátu um, enn fótbólt. Eina tíð seinni í dansinum, Klubbanum, kemur ein av hesum fanatisku fótbóltsidiotunum, sum aldrin hevði, og hevur, gjørt annað enn verið fótbóltsidiot:" Veitst tú hvat, ið stendur skrivað á vesinum niðri í kioskini?" Nei sigi eg, sum longu hevði gloymt tað eg hevði skrivað. "Jú har stendur LIVERPOOL REYVPUL ha ha ha ha!" Og hann var um at forkomast sum hann helt tað vera stuttligt. Eg segði bara "ja so" og einki um, at tað var eg, sum hevði skrivað tað, tí so helt hann bara, at eg helt við Manchester. Og so fór hann vinglandi víðari ímillum dansifólkið rópandi LIVERPOOL REYVPUL!

Men føroyingar eru neyvan teir mest fanatisku fótbóltsfjappararnir. Bretar eru jú herviligir, men longur suður tú kemur er tað beinleiðis lívshættisligt. Í Italia serliga.Minnist tá frú og eg vóru á veg norður til Ravenna, skuldu skifta tok í Bologna, men vit vóru steðgaði av nøkrum politistum við lurkum sum bóðu okkum bíða, til teir høvdu bankað nakrar Laziofjepparar inn í tokið sum skuldi til Roma. Ella tá vit komu til Venezia, gistingarhúseigarin sum beinavegin fór at tosa um fótbólt, tá hann skilti at eg var føroyingur. Og tá eg segði at eg legði ikki so nógv í fótbólt, segði hann, at tað mátti eg ikki siga við nakran í Italia, tí har skilir eingin persónar, sum ikki hava áhuga fyri fótbólt. Og tá eg so seinni aftur bleiv innlagdur á sjúkrahúsi í Roma, var tað EM endaspæl í fótbólti. Eg slapp ikki sjálvur at hyggja tí allir remote controllarnir vóru stolnir og eg mátti liggja stillur í seingini við nógvum fepri og hyggja uppá ein stóran katólskan kross. Og eg hoyrdi av og á geylan úr øðrum stovum og einaferð kemur ein sjúkarsystir av kallkyni inn til mín og argar meg við at Danmark nyttar ikki ein lort og serliga ikki Peter Schmeichel og eg royndi at forklára honum, at fyri tað fysta so eri eg ikki dani og fyri tað annað skíti eg á, hvør ið vinnur ella tapur. Men hann vildi ikki trúgva mær, tað bar ikki til, at eg var soleiðis. "You must be sick". Segði hann. Og tá orkaði eg at flenna.

1 kommentar: