tirsdag den 3. januar 2012

TANN FYRSTA FØROYSKA SVISKAN

Tími enn ikki at skriva nakað her. Tað er so myrkt og svart. Greytasvart sum vit siga á føroyskum. Gott orð. Men eg kenni ongan greyt sum er svartur. Jú. Sviskugreytur. Mundu teir gomlu føroyingarnir eta nógva svisku? Kanska bert tá teir høvdu ringan opning. Nær mundi tann fyrsta sviskan koma til landið? Kanska onkur fer at skriva eina bók um ta fyrstu føroysku sviskuna. Til næstu jólabókasøluna. Við nógvum myndum av teimum sum eru í familju við tann sum át ta fyrstu føroysku sviskuna. Og myndum av teimum sum kendu tey sum vóru í familju við tann sum át ta fyrstu føroysku sviskuna. Tann bókin verður metseljari. Serliga um hon er full av stavivillum. So slær hon øll bókasølumet.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar