onsdag den 4. januar 2012

LONGU MYRKT

Nei hetta gongur ikki. Tími ikki hetta meir. At bloggast. Og nakrar maskinur larma so illa uttanfyri. Tað órogvar mína blýantskriving. So stiftin brotnar. Veit heldur ikki hví eg skal blogga. Fólk lesa tað eins lítið og bøkur. Krimibøkur og Álmanakkan hjá bókahandlinum undantikið. Í Føroyum lesa fólk bara bøkur við ongum teksti. Tey hyggja at myndunum. Gomlum fotomyndum av konfirmatiónum fyrst í seinastu øld. Tá olduromma fekk prestsins høvd í hondina. Og mynd av onkrari slupp úti á vágni. Hon skal helst verða burturgingin nakað seinni. Annars nyttar myndin einki. Og tað skal bera til at gráta niður í bókina. Og myndir av konum sum breiða fisk út á einum fiskastykki. Tað er so føroyskt. So stutt eru vit komin í Føroyum. Oys gott. Siga fólk. Hatta er mentan. Siga tey og taka enn eina bók niður av hillini. Við fótbóltshetjum. Føroyskum fótbóltshetjum. Sum hava verið úti í heimi og barst fyri tí føroyska samleikanum. Og teir eru vorðnir hálovaðir tá teir eru heimafturkomnir við heiðurligum tapum. Ítróttin er tann einasta mentan vit hava í dag. Og sangurin úr øllum teimum ymisku missiónshúsunum. Sigur onkur. Á jú tey missiónsku eru eisini mentað. Teirra mentan er so øgiliga upprunaliga føroysk eisini.Gott at tað koma bøkur út í Føroyum. Bøkur sum ikki eru skrivaðar. í Føroyum verða óskrivaðar bøkur útgivnar. So sjálvt spøkilsini kunnu lesa tær.

3 kommentarer:

  1. Tá eingin tímir at skriva viðmerking, geri eg tað sjálvur. Hetta er ein ógvuliga góður bloggur. Havi ikki sæð nakran annan sum er so góður. Hetta er meistarabloggurin.

    SvarSlet
  2. Túsund takk fyri.Tað fløvar mítt hjarta at fáa so gott skoðsmál frá einum av heimsins størstu bloggfrøðingum.

    SvarSlet