tirsdag den 3. januar 2012

A3mcKXqP9

Eg leggi ikki altíð leinkju til facebook frá hesum blogginum tí ein skal hvørja ferð gjørgum hasa fullamannaroyndina við bókstavum og tølum sum eru kroyst saman og tað eri eg álvaratos vorðin ov gamal at spæla við. Slíkt og so øll loyniorðini tú skalt minnast ger tað eitt sindur møðsamt at vera á alnetinum. So eg hugsi nógv um at melda meg úr øll hesum og tveita telduna út og halda meg til blýantin. Mín gamla skrivimaskina er brotin og gerst ikki aftur og eg ynski mær eina nýggja. Havi leita alla møguliga staðni og spurt meg fyri men tað einasta sum er tøkt eru elektriskar skrivimaskinur og tað vil eg ikki hava. Eg ynski mær eina manuella. Akustiska um eg so má siga. Eg havi skjótt verið fýra ár á netinum og haldi meg ikki vera blivnan nakað klókari. Tíðartjóvur er hetta og eg haldi at tað hevur gjørt meg næstan líka gruggutan og grenjutan sum um eg hevði sólvit.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar