Miðlafólk eru farin at geva sær sjálvum ársins miðlaavriksheiðursløn. Haldi at tað hevði verið passandi, at teir, Miðlarnir, og tey, Miðlafólkini, eisini fingu ein annan heiður. Nevniliga heiðurslønina Ársins Mentanarloysingar. Og tað verður ikki eitt rabarbusteyp tey fáa at býta ímillum sín, men eitt væl maðkað grunningshøvd. Tað haldi eg, at miðlingarnir hava uppiborið, fyri sítt stóra arbeiði fyri at hava so lítið sum møguligt av mentanarligum tilfari í miðlunum.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar