Her er so óruddiligt í dag, at eg umhugsi at strika t úr fornavni mínum. Nei halt gák, eg eiti ikki Tóruddur sum nógvir danir halda ella Torrúdur ella Troddur ella Torodes ella Poul Otto og mangt mangt annað sum hevur staðið á brævbjálvum til mín. Eg kundi eisini skrivað at her er so órodduligt. Nei, tað er ikki gott. Best man vera at fara at rudda.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar