tirsdag den 3. januar 2012
BÓT OG BØTUR
Her er alt ov myrkt. Og handa ódnin er lítið at reypa av. Tað var eitt sindur av stríðum mótvindi tá eg súkklaði niðan á Netto Golgata á. Mintist til at vísa av við arminum tá eg skuldi venda. Frá 1.januar er bótin fyri ikki at vísa av við arminum hækkað til 700 krónur. Og tað hevur eitt skald ikki ráð til. Sjálvt um tað sær eitt sindur býtt út at eitt skald rættir armin út í heilum tá hann annaðhvørt skal til høgru ella vinstru á síni fínu gomlu súkklu. Og armurin skal rættast beint upp í loft tá tú steðgar súkkluni. Annars kostar tað tær 700 krónur. Og eg keypti tveir litrar av mjólk og tveir ósjónligar laksar. Og eg súkklaði til hús aftur og tað bleiv vátari og vátari. Serliga armarnir blivu vátir tí eg skal snara til høgru og til vinstru fleiri ferðir. Síðani hevur ein miðalføroyskur stormur verið og vitjað. Fekk mær ein blund meðan. Sovi so væl tá veðrið er ruskut. Og nú fari eg at seta meg við tí gula blýantinum og blokkinum við tí brúnu permuni.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar