Og eg droymdi at eg hevði fingið bát. Eitt áttamannafar. Og eg fór á flot. Kastaði úti fyri Glyvursnes. Har beit ein fiskur á. Tað var eg nøgdur við og eg kruvdi fiskin og hongdi hann á afturstavnin at ræsa. Kastaði síðani drívakkerið út og leyp sjálvur á bláman og svam inn á Eystaru vág. Hevði fleiri ørindi at gera. Tá tey vóru gjørd, leyp eg aftur útí og svam út til bátin. Nú mundi fiskurin vera nóg ræstur. Men har var eingin bátur, hann var rikin til havs. So eg svam longur og longur út líka til eg vaknaði.
Og eg sovnaði aftur. Áðrenn eg vaknaði, droymdi eg, at eg var í einum kleystri. Eg var í eini heilagari troyggju, sum gjørdist síðari tess meiri skikkiligur eg gjørdist. Har var ein ógvuliga vøkur ung nonna og so ein minni vøkur eldri og strang nonna. So mín heilaga troyggja gjørdist í heilum alt ov stutt og alt ov síð. Tann stranga nonnan segði, at har hevði verið ein listamaður, sum drakk illa. Hann hevði krógvað brennivínsfløskur runt á kleystrinum. Hansara heilaga troyggja styttist so nógv, at hann kvaldist. Segði tann stranga nonnan við so fýrakantaðum eygum at eg vaknaði.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar