gimbrafleytir
stríðast um
geilaboppulin
sum næstan ikki sæst
fyri háminnistøkningstánni
aftanvertkelling
stjórnevjar
alt aftur um trubba
og sveingil gerst
smæðin í flogloysi
giktarsálmanna ið
hvørsmansroysnishetjur
smíðaðu við køldum eldi
og lákrukkuevjum
gitnaskarin
altarhýkur seg
til nýggjan
kníggjanarhóp
sæluferðslan veksur
omanvert allari
runuvelling
fákunnilin
gleðist
eins og flugil
um sukursbønarsvar
tøkkin
verður sligin
í blikk
Ingen kommentarer:
Send en kommentar