søndag den 24. februar 2013

SLIPS ELLA LAKS




Siti bara og hugsi um hitastig. Leingist eftir sól, vári og einum longum summari, meðan sonurin situr og teknar ein heilan bý á síni teldu, men tíbetur teknar hann eisini við blýanti við síðuna av, Annars fær pappa gron. Eg mundi eisini fingið gron, tá eg sá Trónda í slipsi. Helvis svíkjari, hugsaði eg, men hann riggar bara væl í hasi munderingini. Hann kundi fyri tað spælt við í The Bad Seeds. Og Ómentamálaráðharrin stendur herðabreiðari við Tróndar lið í sparlabúnaði. Tó man Tróndur vera tann nógv sterkari av teimum báðum og væl kvikari er hann eisini, sum ein pantari er hann. Meini tó enn, at tað er spell at fuglarnir skuldu endað sum vindeyga pynt, men teir kunnu saktans brúkast aftur onkra aðrastaðni.

Annars sær tað ikki so gott út hjá teimum føroysku bókmentunum. Av teimum tretivu sum fingu starvsløn, eru bara tríggir rithøvundar. A teimum skriva og tekna tveir fyri børnum. So vit kunnu siga, at bert ein fagurbókmentaligur høvundur fekk starvsløn. Og tað er heilt forbannað vánaligt, hóast tað er ein sera góður høvundur. Synd at bara inkompetent fólk verða vald í Mentanargrunnin. Synd, fyrst og fremst fyri føroyska málið. Fólk eru vorðin troytt av tí føroyska málinum. Tey sum fáa stuðul at gera tónleikafløgur, velja oftast at syngja á enskum. Kliché-enskum. "Walking down the street/Looking for some love/ Can´t see the danger/Because I´m at stranger og í denn dur og alt ov sjáldan í moll.

Skapandi føroyskt hevur ikki nógvar góðar vinir í Føroyum. Ómentamálaráðharrin stjól pengar úr Mentanargrunninum og koyrdi teir í eitt málráð, har fleiri frammanundan vælløntir akademiskir apukøttar skulu sita og putlast og deilast um ð ella d ella c ella hví føroyskar dunnur siga gvagg meðan tær donsku siga rapp.

Men kortini fer ómentamálaráðið aftur í ár, ivist eg ikki í, á allar alkyns altjóða bókmentamessur at reypa um føroyskar bókmentir, føroyska mentan, dygdargóðan føroyskan mentanarstuðul, føroyskan alilaks, ja serliga føroyskan alilaks, tað er hann sum hevur skrivað allar bøkurnar, fer bókmentahugaði fremmandamaðurin helst at halda, tá hann stendur har við eini føroyskari blikkøl í hondini og einum lítlum  tannsteytara við laksi á. Tí føroyska rithøvundanum.







-

Ingen kommentarer:

Send en kommentar