torsdag den 21. februar 2013
FAST OG FAST
Dundrandi Iceage, hatta man vera tað besta danska rockorkestrið eg havi hoyrt í hesi øldini. Kanska eisini seinastu øld You`re nothing eitur teirra onnur pláta. Gott at hoyra aftaná eina alt ov avslappanddi Push the sky away eftir Nick Cave sum alt meiri ljóðar sum um tað bara dryppar eitt sindur í neðra. Hann var nógv betri í gomlum døgum saman við Blixa Bargeld og Mick Harvey. Tekstirnir hjá honum eru nú bara slappar klichéir. Jubilee street er tann sangurin mær dámar best og tað er eisini tann einasti við einum guitara í forgrundini. Nei Nick, tað er ikki nóg mikið at vera føddur í 57 fyri at vera skald. Tú skuldi lært teg nøkur nýggj orð og tú ert nógv stuttligari í Grinderman, men eg ivist ikki í, at nógvar ommur og abbar og óivað eisini langommur- og abbar sita hugtikin og lurta eftir tær. Og bara tí eg fekk hasa virðislønina, sum eg hati inn í helviti at eg fekk, ja eg hati hana líka nógv sum øll tey ið hata meg, at eg fekk hana og tey hati eg nú eisini, so inn í helviti nógv, havi eg keypt eina deluxe-útgávu av Push the sky away, hon er formað sum ein bók við harðari permu, ein cd framman og ein dvd aftan. Men Iceage er nakað heilt annað. Ein ótrúlig orka sum hevur fingið sólina at skína her umleiðir. Handa súra brúsitablettin á Ekstrablaðnum sigur at teir minna um Sort Sol ella rættari Sods, tá teir vóru heilt ungir. Tað er tvætl. Eg havi hoyrt bæði Sods áðrenn teir itu Sort Sol og teir spældu aldrin líka væl sum Iceage. Teir vóru rættiliga slappir, bæði á palli og plátu. Høvdu ikki sama energi. Hesin sangarin Elias Bender syngur eisini nógv betri enn Steen Jørgensen. Og hann dugir eisini at syngja punkfalskt sum Nick Cave tá hann sang best í gomlum døgum. Grundin til at Sort Sol aldrin blivu heimskendir, var tí at Steen syngur Valby-eingilskt à la Kim Larsen. Tað yngra ættarliðið av dønum duga eisini nógv betri enskt enn tey eldru. Sort Sol hevði komið nógv longur á leiðini, um teir bara sungu á donskum. Iceage hava næstan bara fingið frálík ummælir í Bretlandi og í USA og tað skilja eg væl.
Og nú verða starvslønir latnar og eg gleði meg ikki at síggja um Vemmiliga konan fer at háða tey sum hava fingið starvsløn. Meg lysti at sæð, men ikki lukta, hvussu snurpufisurnar tá fara at físa sín andaliga gimaroyk á Físibókini. Annars var eg heldur ikki verdur at fáa starvsløn í ár. Og nú lukti eg longu roykin:"jamen, hevur hann ikki fingið nokk?"
-
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar