mandag den 11. februar 2013
EITT SINDUR UM MÁLIÐ
Og so verður ein kallaður manschauvinistur. Høvdu fyrrv. konur mínar hoyrt. So høvdu tær rist við høvdinum. Tí eg eri alt annað enn tað. Eina av størstu grundunum til, at mær ikki dámar tær skipaðu religiónirnar, er teirra kúging av kvinnuni - skal eg heilsa frá mínum Guði.
Málið hevur mín stóra áhuga. Eisini tað minni pena. At sita undir øllum sum fólk siga. Og hvussu tey siga tað. Minnist umborð Bliki, sum eg var við sum 16 ára gamal. Har var gilt av suðringum umborð. Tá eg var 14 ár var eg í praktikk umborð á Smyrli (tann sum Kjartan smíðaði), so eg kendi væl suðringar og tað suðriska, eins og tað var vanligt at suðringar stukku inn á gólvið í kioskini hjá okkum. Ein ungur dekkari var ikki liðugur við okkurt, at múnja, minnist meg rætt. So sigur ein av teimum eldri við hann, at tað mátti hann gera sum skjótast, annars kom bátsmaðurin og skræddi nossini undan honum. Eg visti longu væl tá, at tað ikki bókstaviliga merkir, at bátsmaðurin hevði skrætt nossini undan honum. Men han hevði fingið av grovfílini. Skelda, deila bæði við eiðum og forbannilsum. Sjálvt ikki tann altíð so populistiskt korrekti teknarin á Sosialunum skilir hetta. Hann um tað.
Tað letur ikki til, at fólk skilja slíka talu longur. Nógvir norðingar til dømis halda, at suðringar standa og skeldast, tá teir skemta saman. Tey ræðast teir. So tað kemur ikki óvart á, at onkur prinsessa, sum aldrin hevur livað lívið, men hevur fingið eina fína útbúgving og starv beinanvegin við góðari løn, húsi, heimi og bili, fer upp at hvína um manschauvinistar, tá minni fín orð verða brúkt.
Verðin um okkara leiðir er eisini voðin meira trongskygd. Puristisk og moralistisk. Á skorpuni, yvirflatuni. Tað er í dag meiri vanligt at vera falskliga blíður enn at vera tann tú ert. Øll skulu vera so forferdilga siðilig og smíla falskt og vera "jalig". Sjálvt Jógvan bispur brúkar hvønn sunnudag ljótorðið "jaligur" í hvørjari einastu av sínum sukursøtu klummum á Vovvapissitalinum. Við ósmakligari konfirmatiónsskrift. Altíð gott at vera jaligur, sigur bispur, sjálvt HIV-jaligur er eftir øllum at døma gott at vera. Og tú mást endiliga ikki finnast at tí skeiva, tí so ert tú eitt forkelað grenj. So tað er ikki løgið, at kirkjan er í stórari kreppu. Sunnudagar hyggi eg viðhvørt at gudtænastuni í DR og tá øtist sjálvt eg. Kirkjan er vorðin fullkomiliga ófarlig. Prestarnir standa og tosa við kirkjufólkið sum um tey eru smábørn. Kirkjan minnir meir og meir um ein yvirpedagogiskan barnagarð. Sum nú førstulávintssunnudag, tá fór prestur gudhjálpimær í ein gekkaskort, meðan hann moraliseraði um allar hesar maskurnar, vit av og á fóru í. Prestur man halda, at Jesus situr uppi á einum skýggi og er nøgdur, tí nú sita tey og hugna sær og eru "jalig". Guð ger hann ei! Hann er um at vamlast av hesum hugnaliga, "jaliga" keðsemi!
Eg leggi fanin hann galið meg ikki í at vera "jaligur"(hvør er tann skøndilin sum er komin við hesum orði?) tá eg m.a. verði háðaður fyri at eg sum smádrongur var happaður vegna mín rustaða hárlit. Haldi heldur ikki, at eg fekk nakran skaða av hesi happing. Verri var við teimum hørðu lúsingunum, mítt lítla smádreingjahøvd fekk. Royttur upp eftir hárinum. Síðani oyrunum. Síðani aftur lúsingar við knýttum neva. Lærarin m/k var bøðilin. Tað skal fanin hann dansimeg eingin koma og háða meg fyri. Serliga ikki fólk sum ikki hava serliga nógv millum oyruni. Tá svari eg, akkurát sum tað passar mær. Og tað hevur einki við manschauvinismu at gera. Og so at - bara fyri at tekkjast offurleiklutinum - at knýta hetta til annað sexistiskt hatur á netinum, er nakað helvitis tvætl. Mær dámar heldur ikki øll hesi ókvæmisorðini, um tað skal vera. Og so yvirhøvur ikki, tá tey eru brúkt uttan humor. Annars er hesin harði tónin komin við teimum vulgeru betongfeministunum, sum hava gjørt nógv um seg seinni árini í Norðurlondun. Eg veit ikki hvat allar hesar eita. Bitter-fittan, Jetta Hansen o.a. Og summir menn bíta sjálvandi á, og tá eru tær klárar við offurleiklutinum. Sjálvt um tær vóru áleyparin.
Soleiðis eru teir hóvligu feministarnir (feministur er kallkynsorð!) vónandi ikki. Tær eru helst vorðnar meiri pragmatiskar við tíðini og duga at skilja, at slíkt sum kynskvotur er fávitska sum gongur út yvir góðskuna.
Eg veit ikki um allir menn (kanska islamistar undantiknir) um okkara leiðir ganga inn fyri javnrættindum millum kynini. Eg hopi tað. Eisini um eg verði álopin av einum manni, ella konu og kallaður pikkansjosa, mogghøvd, reyvarhol og tað sum verri er. So fari eg ikki aftur ímóti at kalla hann manschauvinist.
.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Um eg eri prinsessan, tú vísir til, so brúki eg ikki orðið "manchauvinist" í greinini. Eg vísi bara á, at tú í tínum bloggi viðgjørdi kritikaran sum eitt kyn, ikki sum ein persón.
SvarSletMál hevur týdning, orð eru áhugaverd. Og tey skulu heldur ikki altíð vera positiv. Eg hati hatta j-orðið.
Eg bleiv eisini sligin, fekk oyrafikur og lúsingar í skúlanum. Nakrar ferðir stóð eg eisini í skammikróki. Men mínar royndir í lívinum (nú havi eg sambært tær ikki liva lívið, men eg loyvi mær at brúka orðið álíkavæl), mínar royndir eru, at málsligu lúsingarnir ofta svíða líka hart sum teir fysisku.
Prinsessur eru so nógvar. Pjøvist ikki endiliga at vera tygum. Eg havi als ikki viðgjørt nakran kritikara ella kyn tess. Bara ein svínskan áleypara.
SletOg tað vóru heldur ikki tygum, eg hugsaði um, sum háðaði fólk ið vóru happað. Hví viðgera tygum ikki svínska álop áleyparans ístaðin fyri at foreinkla alt til kyn? Hevði tað verið ein maður, eg vardi meg eins harðliga ímóti so høvdu tygum neyvan klovið í tvey.
Eg ivist í hvørjir lúsingar eru ringastir. Eri ongantíð svímaður ella havi fingið heilaskjálvta ella skrædda oyrnalippu av at fingið eina málsliga lortaspann yvir meg ella sum tað eisini eitur, "at fáa nossini skrødd undan mær" sum ikki merkir tað, tygum halda. Vakni heldur ikki upp um náttina av marruni tí eg havi fingið málsigan lúsing, men av nevunum eg fekk frammaná sum barn.
Um ein sum loypir so svínskt á, sum handa tú verjir ger, og ikki tolir at fáa ein eitt málsliga skortfleingjandi mótálop, so átti hon at hugsa seg eitt sindur betur um, næstu ferð hon ætlar at leypa so svínskt á.