tirsdag den 26. februar 2013
EITT SINDUR UM HAVRAGREYT
Fekk mær kortini ikki havragreyt í morgun. Tað hevði eg annars ætlað. Havi ikki etið havragreyt síðani januar í fjør í Havn, tá eg hevði fingið onkra fepur- og skræpusjúku. Tað er so gott at leggja botn í við harvragreyti, tá lívið er leyst. Men í morgun var tosað so nógv um rossakjøt, at eg misti hugin til havragreyt. Eg veit ikki, hvat tað hevur hvørt við annað at gera. Tó kann eg ikki annað enn verða illgrunasamur, tá IKEA borðreiður við rossakjøtbollum. So kann rossakjøt vera í øllum. Sjálvt í Mentanargrunni Landsins. Hann minnir mest um ein havragreytsgrunn, kryddaðum við pulviseraðum rossakjøti.
Nevndi seinast, hvussu illa stóð til hjá skapandi føroyskum bókmentum at fáa stuðul. Nevndin í Havragreytsgrunninum vil heldur stuðla kliché-enskum poppsangum og stubbafilmum à fýra og ein hálvan minutt enn skaldsøgum og yrkingum. Og bókatýðingar til føroyskt velur Greytagrunnurin fram um upprunaligar føroyskar bókmentar. Haldi tað er í lagi at stuðla týðingum av klassiskum russiskum bókmentum. Tað er neyvan nakra aðrastaðni møguligt at fáa stuðul. Og Johnny er ein stórur kapasitetur. Men at lata starvsløn til týðingar av norðurlendskum bókum er púrasta burturvið, nettupp tí møguleiki er at fáa stuðul til tað aðrastaðni. Hetta er einki minni enn ein háðan av teimum sum skriva uppruna føroyska bókmentir. Sjálvt um talan var um dygdargóðar bókmentir, ið týðast skulu, so var hetta skeivt. Men Jonas Gardell! Eg haldi álvartos at tað fara alt ov nógvir pengar til týddar føroyskar bøkur í mun til upprunaføroyskar bøkur. Og tað mesta sum verður týtt og útgivið - bæði vaksna- og barnabøkur - er rætt og slætt nakað helvitis lort.
Og so er tað tað, um vit skulu týða norðurlendskar bókmentir. Tað er helst eitt annað kjak. Føroyingar reypa altíð av at teir eru einastu norðurlendingar sum skilja øll tey norðurlendsku málini. Tað man ikki vera. Fáir skilja íslendskt og kanska fleiri skilja svenskt, men ikki eru teir nógvir. Hvussu nógvir føroyingar duga at siga Läkerol? Teir flestu siga Låkerol ella Lakkarol. Havi eisini hoyrt fólk sungið td. Evert Taube í føroyskum brúdleypi. "När" tað verður sungið"når ", tað kann mann næstan góðtaka, hóast tað svenska "när" liggur nærri tí føroyska "nær", men tá tey so fóru at syngja "hår" fyri "här", tá reisti eg meg upp og fór út!
Men greythøvdini í Havragreytsgrunnini munnu neyvan vita, at tað var Rithøvundafelag Føroya sum bardist fyri starvslønunum. Og fekk teir tá seinast í fýrsunum. Tú kundi fáa ein - fýra mánaðir. Tað bar til at søkja tvær ferðir um árið. Um aldurskiftið fekk grunnurin meiri pengar og tað bleiv eisini møguligt hjá øðrum listafólki at fáa starvsløn. Eisini longri starvslønartíð upp til trý ár. Hetta var rætt at gera. Tað skuldi bara mangla. Tó var tað neyvan ætlanin, at rithøvundarnir skuldu skumpast heilt til viks, og einki hava at liva av. Rithøvundarnir fáa ikki so frætt sum samsýning fyri sínar bøkur longur. Hetta heldur verandi nevnd í Mentanargrunninum vera tann rætta leiðin at ganga. Samstundis við at Ómentamálaráðharrin minkar grunnin niður í einki vil greythøvdanevndin hava rithøvundarnar at tiga. Tað sær í øllum førum eisini út til at eydnast. Tú hoyrir einki frá øðrum rithøvundum hesum máli viðvíkjandi. Teir eru málleysir. Lammaðir. Hava uppgivið alt og hava nóg illa orku at kóka havragreyt. Við ella uttan rossakjøti.
Og hvat sigur Rithøvundafelagið? Tað grettir ikki út tí. Heldur at tað er nógmikið at bjóða donskum lættisoppahøvundum at vísa seg í Norðurlandahúsinum. Og tað er neyvan havragreytur, ið settur verður á borðið fyri tí gestinum.
-
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar