tirsdag den 12. februar 2013
EITT SINDUR UM LUSKARAR
Hevði beinanvegin varhugan av tí, at hatta var ein fúlur luskari. Havi varnast tað sum lesari av Dimmalætting, kloakkini. Hetta
blaðið, sum altíð hevur verið fremsta verja av teirri føroysku fávitskuni. Í øllum førum síðani tað gjørdist málgagn hjá sambandinum. Og upp aftur meir eftir at tað gavst við at vera málgagn hjá hesum sama afturhaldi. Síðani hevur tað hildið seg til ta moralistisku klíggjuna. Blandað saman við eitt sindur av eg næstan-meini-tað-tjóðskapi og misskiltari humanismu. Og tað havi eg eisini havt varhugan av, síðani eg fekk tað fyrsta teldubrævið frá hesum Heina Gaard. At hann er ein fúlur luskari. At hann ikki dugir so væl at skriva, ella stava, skal eg ikki lasta hann fyri, tí tað er eitt krav, um tú skalt fáa starv sum journalistur á einum føroyskum blaði. Hann setti mær beinanvegin spurningar, sum um tað var eg, sum hevði lopið á hesi konuna, sum hevði lopið á meg. Upp í saman. Aftur og aftur. Tað vita øll, sum hava lisið áleyparan, at so er ikki. Hann var ikki førur fyri at spyrja frá einum øðrum vinkli. Men eg svaraði jú við einum mótálopi. Harðliga kanska, og hvat so? Soleiðis sum hon niðurger meg. Men tað hevur ikki áhuga fyri hesar bleytbamsurnar á Dimmu. Tað hevur størri áhuga, at ein virðislønarmótakari hevur hongt ein persón alment út. Hvussu forbannað alment, veit eg ikki, at mítt mótálop er. Umleið 100 fólk sóu hesa mína mótverju, áðrenn hon bleiv umskapt. Eg vil ikki, restina av ævini, setast í samband við hesa konu, ella eistini hjá einum vissum ráðharra. Hvussu nógv hava lisið álopið hjá "úthongdu"? Og hvussu nógv fara at lesa, hva hesin fúli luskarin, Heini Gaard, hevur hongt meg út fyri, bæði á forsíðuni og inni í blaðnum? Alt hetta kemur heldur ikki óvart á meg, tá hugsað verður um, hvør ið tekur sær av mentanartilfarinum á kloakkini.
Tó visti eg ikki, at hon sum leyp á meg, var ritstjóri á Bókadeildini. So tað er ikki har, eg skal senda míni barnabókahandrit, eg havi liggjandi. Og eg kann neyvan rokna við, eftir at vera hongdur út av áðurnevnda luskuta og fúlu journalisti, at bøkur mínar, sum verða týddar til annað mál, fáa nakran stuðul at verða umsettar til onnur mál. Men tað gert ikki við. Bakbítarar, falskar vinir og luskarar vil eg einki hava við at gera. Og eg má vera meiri varin fram yvir, tá eg lukti henda ringa luktin av fúlum luskarum. Eg má lata vera við at svara og lata hesar fúlu luskararnar rotna í sínari egnu svullutu fávitsku sum lýsa úr teirra innantómu rosinueygum. Eg sjálvur átti eisini at lukta henda ringa og rotna lukt áðrenn teir herja á ..
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar