Í dag verða 17 kirkjur stongdar í Danmark, tí danir ganga ikki so illa í kirkju sum føroyingar. Nógv orðaskifti hevur verið um, hvat kirkjurnar so skulu brúkast til. Nettohandlar sigur ein. Bingosalar sigur onkur annar. Moskéir (uha uha!) sigur onkur triði.
Hetta eru vakrar kirkjur. Og eg haldi, at eftir sum vit ikki hava nakrar vakrar kirkjur í Føroyum, at vit føroyingar skulu bjarga hesum Guðs húsum.
Í Føroyum hava vit ongar rættiligar, snøggar kirkjur. Eina ferð fóru teir undir ein katedral í Kirkjubø, men hann bleiv aldrin liðugur. Føroyskar kirkjur líkjast rætt og slætt skúrum við einum torni á. Summir av hesum skúrum hava fingið nakrar bøkkar slongdar uppá seg, so teir skulu síggja eitt sindur serføroyskir út. Føroyskur byggisiður, Guð bevari meg væl! Bygt er eisini uppí summar av hesum skúrum, so teir síggja út sum flakavirkir við kirkjutorni á.
Nei tit. Vit skulu heita á danska kirkjumálaráðharran um, at hann flytir - stein fyri stein - hesar kirkjur til Føroya. So vit eisini kunnu hava okkurt arkitektoniskt at reypa okkum av. Onkrar av kirkjunum sum stongdar verða, eru helst frá katólskari tí, og tá dugdi kirkjan at byggja (ikki smíða kirkjur, vit smíða skúrar t.d.) kirkjur, og kundi staðið sum dómkirkja í Havn. Og núverandi barakkdómkirkja í Havn kundi verið latin brøðrunum og so kundi Jazzfelagið fingið Ebenezer.
Í staðin fyri at hækka blokkin kunnu danir geva føroyingum hesar stongdu kirkjur. Teir núverandi kirkjuskúrarnir runt um í landinum kunnu latast fornminnissavninum at goyma gamlar lutir í, torvhakar, leypar, snældur og hvat alt slíkt annars eitur. Og tær nýggjastu føroysku kirkjurnar úr betongelementum, tær kunnu brúkast til at stoypa betongelementir til flaka- og niðursjóðarvirkir.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar