søndag den 13. januar 2013
ROT OG RUSTUR
Spennandi verður týskvøldið, tá avdúkað verður, hvør tann gamli træskiparin er, sum fær Mentanarvirðisløn Landsins handaða í Spaniastovu í Klaksvík. Eg skilji ikki, hví tað skal vera ein træskipari. Í Føroyum eru nógv stálskip bygd - ella smíðað, sum málmenn siga at tað eitur - seinastu hálvtrýss árini. Nógvar vakrar skútir úr stáli. Satt at siga eru fleiri stálskip smíðað her á landi enn træskip. Tá hugsi eg ikki um sluppungar. Og stálskipini eru nógv meiri føroysk enn hesi innfluttu træskipini.Skulu vit ikki varðveita hesar vøkru stálsnekkjur? Fleiri eru seldar av landinum. T.d. hin snøggi Norðvíkingur sum mangan hevði ein fyrrverandi mentamálaráðharra sum skipara og sum eisini var medánari av hesum stolta stálfari. Sami mentamálaráðharri gjørdi einaferð tað bragd, at keypa ein grindadrápsmálning hjá Mikinesi heim aftur til Føroya lands. Kundi núverandi mentamálaráðharri ikki gjørt eitt bragd og t.d. keypt Norðvíking aftur? So vit eisini fingu eitt minni um føroyskt stálskipasmíð, tá tað er best? Vit eiga ikki bara at goyma avdankaðar bretskar dangur. Rustað stál er nógv vakrari enn rotið træ. So eg vóni, at næsta ár, fær ein rustaður stálskipari Mentanarvirðislønina eftir sum ein rotin træskipari fær hana í ár.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar