fredag den 11. januar 2013
RENNINGARFERÐIN
Tað er øgiligt sum teir renna. Havi ongantíð sæð sovorðið. Eitt øtiligt rennarí. Teir renna og renna. Og teir renna og renna í hølunum hvør á øðrum. Eg veit ikki hví teir renna so. Renna og renna. Havi aldrin sæð slíkt rennarí áður. Tað var ikki gamalt at renna so. At renna og renna. Og teir renna skjótari og skjótari. Og nú renna tær eisini. Tær renna eisini við øgiligari ferð. Tað havi eg ikki upplivað fyrr at tær renna so skjótt og títt í halaferðini hvør á aðrari. Og tá tann eina er farin um hornið við fullari ferð so koma aðrar rennandi aftaná. Hatta var heldur ikki gamalt. At tær renna soleiðis sum tær gera. Tað er øgiligt sum øll renna. Renna og renna. Eg veit ikki hvørjum tey renna eftir. Eg veit heldur ikki hvørjum tey renna undan. Eg veit bara at tey renna. Renna og renna.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar