torsdag den 3. januar 2013

Í HESI TÓMU FRAMTÍÐ

Haldi at tað er prumpens at brúka orðið hugfarsligt. Og tað orðið fari eg heldur ikki at siga ella skriva í ár.

Ætli mær heldur ikki at síggja hesar vanligu amerikonsku filmarnar við teimum somu bráðvøkru og klistrutu andlitinum úr Hollywood. Tú veit, slíkir filmar sum eru fullir av bileltanum ella sum ganga fyri seg í einum rættarhøli. Amerikonskum rættarhøli væl at merkja. Og sjónleikararnir eru altíð teir kendastu og ríkastu, men tað ger sjáldan filmin betri.

Og bretskar krimisjónvarpsrøðir, ella krimirøðir í heila tikið. Danskar sleppi eg frá, tí eg skilji ikki, hvat tey siga, hesi mutlhøvdini, sum tað yngra ættarliðið av donskum filmsleikarum, so vissuliga eru. Og einki hjálpir, at tey lata seg í føroyskar troyggjur, bundnar av jordanskum bindikonum. Men tær bretsku krimirøðirnar eru ræðuligar, serliga tá tey tosa við skotskum akksangi.

Krimiídnaðurin, bæði tann skrivaði og tann filmaði, minnir meg mest um  barnakrossorð. Hann krevur einki av sínum lesarum ella hyggjarum og umleið líka lítið av sínum skaparum, eins og barnakrossorðinum eru ætlaði børnum, men verða loyst av vaksnum.

Eg hevði eisini viljað sloppið undan at lisið avísir á netinum í ár. Eg haldi tað ikki út, tá ein lýsing hoppar upp, nettupp tá eg havi funnið tað, eg hevði ætlað mær at lisið, og so blívi eg so argur, at eg fari inn á onkra aðra síðu. Mær dámar best at lesa livandi bløð av pappíri og prentsvertu. Tað havi eg tíverri ikki ráð til. Og tað er eisini gott at hava gamlar avísir liggjandi, tú kanst brúka tær til alt møguligt. Pakka ymiskt inn í tær, gamlar virðismiklar koppar og annað postalín, tú kanst tapetsera veggir við avísum, seta skógvarnar á tær, tá tað er vátt, gera pappamasje úr teimum og ikki minst -   tá tú hevur gloymt at keypa vesipappír - tú kanst skeina tær við avísum.

Tað verður ein saknur tá avísin ikki er til longur. Tá ber ikki til at siga, tá tú hevur loyst buksurnar, og fyrst tá uppdagar at einki vesipappír er eftir:"Kanst tú ikki rætta mær kneppitelduna, ella kanska heldur iPodin, eg havi gloymt at keypt vesipappír". So mugu vit eisini hava nýggjar kummur, sum kunnu skola ein slíkan niður.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar