mandag den 7. januar 2013

NÝGGJÁRSKREMATORIUM

Havi fingið eitt brek í fjølina. Kanska tann nýggi depilin kann hjálpa mær. Yrkingin "Minningarorð av himnum" hvarv í gjár, tá eg skuldi rætta eina villu. Mundi tað vera onkur í erva, ið trýsti á onkran knapp, sum eg ikki veit, hvat er?  Eg ætli mær at sníkja meg úr facebook, so skjótt eg finni úr av, hvussu ein ger. Tú selir als ikki fleiri bøkur, um tú reklamerar fyri teimum á facebook. Og fleiri koma heldur ikki til framsýningar. Tvørturímóti. Eg tosi av royndum. Og tað er líka feitt, um hvør dámar hetta ella hatta. Tey flestu meina einki við tað. Umframt øll tey sum eru ov feik at meina nakað, ella at dáma nakað. Øll eru so forbannað bangin og sita og skíta í buksurnar, tá tey ikki míga í seingina. Her hugsi eg bert um føroyingar. Sjálvt um føroyingar eru so forbannað gírigir, at teir ikki keypa skaldskap, so oyðsla teir kortini pengar uppá dreingjabókakendar krimibøkur, kókibøkur og upp á bilar. Teir kunnu ikki liva uttan bilar. Tað man vera tí at okkurt bilar. Í erva. Innast inni eru allir føroyingar sambandsmenn, eitraðir við kriminellum fólkafloksgenum. Helst eru allir føroyingar eisini klakssvíkjarar. Ja. Smakkleysir klakssvíkjarar. Við hvør sínum Summarfestivali uppi í reyvarholinum. Eisini eg.

2 kommentarer:

  1. Tú burdi havt eina framsýning á bátafestivalinum á Toftum......:-)......Har eru eingir gírigir sambandsmenn......hehe....Øll koyra í ellisakførum og trillibøran og leypurin er púra vanligt her tann dagin í dag........

    SvarSlet
  2. Gott hugskot og so kundi eg havt eitt show í Nebo eftir sum eg eri har inni.

    SvarSlet