lørdag den 31. december 2011

SMÁBØRN

Hvør er hasin smádrongurin, eg hoyri í Útvarpinum. Røddin er av vaksnum manni, men hann tosar sum eitt fimm ára gamalt smábarn. So, tað er hasin fyrrverandi landsliðsmálmaðurin, sum altíð sat á beinkinum, tí ein topphúgvumálmaður av Skálafjørðinum var betri. Sjálvt um topphúgvumaðurin eisini tosaði sum eitt smábarn. Ella verri enn. M.a. tá hann tosaði um, tá teir á sinni vunnu á Østríki. Man hann ikki vera einasti føroyingur í allari verðini, ið hevur nevnt Eysturríki Østríki? Kanska var tí, at hann slapp at standa í mál í øllum dystinum. Og tað bleiv hin á beinkinum so firtin yvir, at hann segði upp á landsliðnum. Málsliga var hann næstbýttastur, og Føroya fólk tók so synd í honum, at tey gjørdu hann til landsins løgmann.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar