øsmumjáa breiðfokkan
slítur seg leysa úr
eiturfanginum á
ófødda hundi sínum
Hatta kemur tú ongan veg við. Kanst tú ikki heldur vera eitt sindur politiskt medvitin. Yrkingin skal fáa partabrøvini at skriva seg sjálv niður. Í virði. Hevur tú nakrantíð spýtt niður í ein stamp, ella pissa innan fyri lúnningina? At fáa banan uppá breyð hvønn dag veltir einki. Tú mást fáa fólkið uppá gólv so tey kunnu taka seg saman í ring. Hond í hond. Tað nyttar einki at hava fínan luktisans úti í lívinum. Tað er sveittin sum fremur verkið. Ikki dreymarnir uppi í tínum høvdi. Hygg uppí loft. Skýggini tey eru bara har. Tú mást hálova føðilandinum áðrenn tað verður ov vátt og rotið. Vit hava nóg mikið av orðum. Og tú hevur onga orsøk til at koma við fleiri.
skorputi sleivhevjilin
legði seg so aftur
undir hálvdeyða halan
at anda anda sín
Ingen kommentarer:
Send en kommentar