Frá l. januar skulu allir postkassar standa úti við vegin. So postmenn og -konur ikki fáa ov nógva motión. Í dag spákaði eg í grannabygdini, Hjartrarkeri, og har vóru nógvir nýggir og fínir postkassar at síggja. Eisini nógv nýggj nøvn. Til dømis eru tað eini hjún sum eita eftirnavnið Snor. Hevði eg havt eitt reint lummaturriklæði uppi á mær, so hevði eg lagt tað niður í postkassan.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar