skurvblendaður trímenningur
játtar trísivjutan træbirtil
at vera sum eitt ánilsi
av eini avgjørdari náttborg
har háglærir háannarbendlar
oysmutevja snevilin av
einkisins kjøtsomu vørpum
og ommutar bloytur
ikki tora at anda andan í seg
tí eggjaloysnin kann brenna
sjálva leiðina inn í veitina
og soleiðis verður einkisinssmáttan
viðgjørd í háblonkum trúnaði
sum aldrin áður og aldrin aftur
hevur sæð ásjón rútagudsins
rent aldurnar so væl upp á sand
so sjálvt vitarnir óðu
tíma at spæla við meir
Ingen kommentarer:
Send en kommentar