tirsdag den 2. januar 2018

MERKILIGT


Einki at viðmerkja. Eg merki ikki viðin. Onga viðmerking er einki at merkja. Hvørki við ella merki. Vit brúka næstan ikki frímerkir longur. Tað hjálpti heldur ikki, at tey blivu sjálvklistrandi, so vit sloppu undan at smakka límið. Eingin vil hava brøv. Fólk skilja ikki hondskrift. Eingin skrivar. Bara knappaborðsgalróperandi, stavivillar undirlutakenslur á fesjubukkuni. Femifascistiskar hetzir blandaðar við hálvbýttum briksli úr Klakkkkksvík. So eru bæði kynini líkasum umboðað. Gott aftur við jólapyntingini. Hesum óhugnaliga hugnanum. Hvønn eta vit á jólum. Dunnuna ella veðrin. Skalt tú við til kirkjurenningina? Nei tú. Eg eri ikki ein kirkja. Eg eri eitt missiónshús og orki tí ikki so væl at renna. Heldur ikki at flenna. Og vit ynskja gott spýggjár til øll sum fáa sjóverk og hundasjúku av tí søtu stákanini. Og gott níggjuár til tey sum blíva níggju. Tíggjuár til tey sum eru ella verða tíggju. Eisini til tey sum tíggja sær antin væl ella illa ella bæði og eru níggjufírs ella níggjuhálvfems. Gott lýggjár til tey sum trúgva upp á, at tað verður eitt lýggjari ár. Annars mugu tey hava eitt gott troyggjuár. Og gott líggjaár til líggjamannin. Nei so mást tú eisini ynskja øllum eitt gott krígsár. Tað gongur ikki. Heilsur eru ikki altíð góðar fyri heilsuna. Best er at tiga og blíva við at krógva seg. Eg má fara nú. Birgar kemur við flagginum.





.

1 kommentar: